týsdagur 1. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Landsliðsvenjarin,
Lars
Olsen, er nú farin í holt við at
tetta holini í verjuni, eftir at
spælarar sum Atli Gregersen,
Viljormur Davidsen, Jóhan
Troest Davidsen og Bárður
J. Hansen ikki eru tøkir. Teir
hava allir spælt frá byrjan í
seinastuni.
Tað tykist fyri vist, at
Jónas Tór Næs og Odmar
Færø vera í verjuni frá
byrjan. Spurningurin er so
hvør verður á vinstra bakki,
og hvør verður undir liðini
á Odmari Færø í miðverjuni.
Gunnar Nielsen stend
ur í mál, meðan seks teir
fremstu, Fróði Benjaminsen,
Hallur Hansson, Brandur
H. Olsen, Christian L. Holst,
Sølvi Vatnhamar og Jóan
Símun Edmundsson, helst
fáa afturval.
Sonni Ragnar upp á tal
Stóri spurningurin er um
Sonni
Ragnar
Nattestad
spælir. Hann er úttikin sum
eykamaður. Nummar 24 av
23. Hann hevur ikki spælt
síðani sigurin á Grikka
landi
á
Tórsvølli.
Sátt
málin er uppsagdur við FC
Midtjylland,
men
Sonni
Ragnar er væl fyri.
– Vit testa Sonna Ragnar
til hesar venjingarnar og
hann sær gott út. Kropsliga
er hann væl fyri og hevur
vant við B36, sigur Lars
Olsen.
Føroyar hava fyrr verið
í eini støðu, har spælarar
ikki hava havt feløg, tá teir
hava umboðað landsliðið.
Onkuntíð við góðum úrs
litum.
– Vit hava roynt hetta
fyrr við Gunnari Nielsen og
Jónasi Tór Næs. Ser
liga Gunnar Nielsen
hevur spælt onkrar
framúr dystir, tá
hann
ikki
hevur
vant í longri tíð, sigur
landsliðsvenjarin
og
leggur dent á, at tað
dygdirnar
hjá
spæl
arunum, ið verða av
gerandi.
– Tað eru dygdir
nar
hjá
spælar
unum, sum eru
avgerandi.
Er
annar
betri
enn hin, so
verður tað
tann
betri,
sum spælir. So
er Sonni Ragnar besta valið,
so spælir hann, sigur Lars
Olsen.
Sonni Ragnar hevur vant
við B36 og havt persónliga
venjing við Jónnesi Jacobsen
og Magna Mohr.
Vinstri bakkur
Hitt ivasama plássið á lið
num
er
vinstri
bakkur.
Viljormur
Davidsen
er
framvegis skaddur. Hann
hevur verið undir skurð fyri
sportsbrokk. Hann er helst
úti í minst ein mánað afturat.
– Vit hava bara Hanus
Jacobsen,
sum
er
bein
leiðis vinstri bakkur. Gilli
Sørensen kann eisini spæla
har. Nú royna vit síggja
hvussu spælararnir reagera
til venjing, sigur Lars Olsen.
Rógvi dekkar
fleiri pláss
Rógvi Baldvinsson er aftur
í
landsliðshópinum.
Lars
Olsen sigur, at hann hevur
úttikið
hann
og
Erling
Jacobsen í hópin, fyri at
síggja hvussu teir standa
seg í mun til hinar á lands
liðnum.
– Tað er nakað síðani teir
vóru á landsliðnum. Nógv er
broytt síðani teir vóru her
seinast, so vit vilja síggja
hvussu teir klára seg, sigur
Lars Olsen.
Rógvi Baldvinsson hevur
skift úr fjórðbestu deildini í
Noreg til oddin í næstbestu
deildini í Danmark í FC
Fredericia.
– Tá Ålgård flutti niður
søgdu vit við Rógva, at hann
kanska skuldi til at finna
sær okkurt annað felag. Í FC
Fredericia er talan um eitt
oddalið í næstbestu deildini
í Danmark, og teir hava ein
royndan venjara, sum kann
læra Rógva nakað, sigur
Lars Olsen og vísir til Ova
Pedersen, ið er venjari hjá FC
Fredericia.
– Rógvi kann eisini spæla
á fleiri plássum. Umframt at
spæla í verjuni, so kann hann
eisini spæla á miðvøllinum,
vísir Lars Olsen á.
Fyrireika seg
til Norðurírland
Fyrireikingarnar til Norður
írland eru longu farnar í
gongd. Seinast taptu vit 2-0 í
Belfast, har vit serliga í fyrra
hálvleiki vóru um ein háls.
Hetta hevur eisini fest seg
í minnið á Lars Olsen, sum
tó ivast um Norðurírland
spælir eins á útivølli sum á
heimavølli.
– Vit hava fyrireikað okk
um upp á Norðurírland, men
vit ivast eitt sindur í hvussu
teir koma at spæla. Í Belfast
løgdu teir nógv fyri í fyrra
hálvleiki, meðan teir í øðrum
dystum á útivølli hava verið
meiri verjukendir, sigur Lars
Olsen.
Landsdysturin
millum
Føroyar
og
Norðurírland
verður fríggjakvøldið á Tórs
vølli.
trondur@sosialurin.fo
Sonni Ragnar
spælir um
hann er
besta valið
Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki spælt dyst síðani sigurin á Grikkalandi,
men nógv bendir á, at hann fær møguleikan aftur móti Norðurírlandi
Lars Olsen
føroyar
vs n.írland
Føroyar
Gunnar Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Stjarnan
Teitur M. Gestsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Tórður Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Jónas Tór Næs . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Atli Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . FC Midtjylland
Rógvi Baldvinsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ålgård
Odmar Færø . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Erling Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Hanus Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Gilli Sørensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . AaB Ålborg
Pól Jóhannus Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Kaj Leo í Bartalsstovu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Levanger FK
Christian Lamhauge Holst . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Fremad Amager
Brandur Hendriksson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . FC København
Sølvi Vatnhamar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Hallur Hansson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vendssyssel
Árni Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Rene S. Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vendsyssel
Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Jóan Símun Edmundsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vejle BK
Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Norðurírland
Roy Carroll . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Notts County
Michael McGovern . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Hamilton Academicals
Alan Manus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . St Johnstone
Aaron Hughes . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Melbourne City
Chris Baird . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Derby County
Gareth McAuley . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . West Bromwich Albion
Jonny Evans . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Manchester United
Craig Cathcart . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Watford
Shane Ferguson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Newcastle United
Conor McLaughlin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Fleetwood Town
Paddy McNair . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Manchester United
Lee Hodson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . MK Dons
Steve Davis . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Southampton
Chris Brunt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . West Bromwich Albion
Corry Evans . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Blackburn Rovers
Oliver Norwood . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Reading
Pat McCourt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Luton Town
Stuart Dallas . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Leeds United
Ben Reeves . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . MK Dons
Kyle Lafferty . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Norwich City
Josh Magennis . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kilmarnock
Will Grigg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Wigan Athletic
Niall McGinn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Aberdeen
Jamie Ward . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Nottingham Forest
Caolan Lavery . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sheffield Wednesday
Liam Boyce . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ross County