Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 ítróttur fótbóltur landsliðið Tað var abbi Rógva Baldvinsson, Baldvin Baldvinsson, sum bar honum tíðindini um, at hann aftur er á landsliðnum. Hann hevur skift norsku fjórðu deild út við toppin í næstbestu deildini í Danmark Abbi ringdi og segði eg var úttikin Tróndur Arge – Tað var ein fegin abbi, sum ringdi til mín og segði, at eg var úttikin til lands­ liðið aftur. Eg visti ikki av tí og hevði ikki hugsað so nógv um tað, fortelur Rógvi Baldvinsson. Fyrsta venjingin er av, og Rogvi er glaður fyri at vera við aftur. Spælararnir fara av vøllinum og tað er kalt í luftini. Lagið er gott í hópinum og Rógvi er mitt í tí eina. – Tað er avgjørt deiligt at vera við aftur, sigur Rógvi við einum smíli. Niður at venda Rógvi Baldvinsson var eitt skifti fastur maður á lands­ liðnum, men síðani seinnu árini hevur hann at kalla ikki verið at sæð kring lands­liðið. Ágrýtni mið­ verjin er ikki bangin fyri at bjóða seg fram á vøllinum. Í 19 landsdystum hevur hann skotið tvey mál. Hann tóktist hava við­ rák í 2013, tá hann sum fast­ur maður á lands­lið­ num skifti til Bryne í næst bestu deildini í Noreg. Árið eftir var hann aftur í Ålgård, sum nú flutti niður í fjórðbestu deild­ ina. Lars Olsen tók avleið­ ingar­nar, og vit hava ikki sæð Rógva Baldvinsson á lands­liðnum síðani. Nú er støðan broytt. Trupul­leikar við verjuni hava gjørt, at Rógvi aftur er á listanum hjá Lars Olsen, tá landsliðið fyri hálv­ari aðru viku síðani bleiv út­tikið. Stutt seinni varð kunn­gjørt, at Rógvi Baldvins­son skifti til FC Fredericia. Tiðin er komin til at fáa gongd á yrkis­leið­ ina aftur. Kendi ábyrgd fyri Ålgård Rógvi Baldvinsson hevur virðing fyri avgerðini hjá lands­liðsvenjaranum, um at seta hann av liðnum. Hann sigur seg kenna ábyrgd fyri Ålgård, sum í fjør flutti niður í fjórð bestu deildina. – Eg kenni eina ávísa ábyrgd fyri at flyta Ålgård upp. Tað vóru eisini onn­ur viðurskifti, sum pass­aðu betri við at verða ver­andi í Ålgård. Eitt nú skúli og út­búgving. At lands­liðs­ venj­arin so velur ikki meg, tað er so nakað sum eg má taka við. Tað havi eg virð­ing fyri, greiðir Rógvi Baldvinsson frá. 25 ára gamli miðverjin hev­ur verið eitt spennandi íkast til føroyska lands­lið­ ið, síðani hann í 2011 spældi sín fyrsta dyst. Størsta løt­ an var helst, tá hann legði Føroyar á odda 1-0 móti Svøríki á Tórsvølli. Rógvi er ikki bangin fyri at form­ urin er dalaður seinastu tíð­ina, tí Ålgård er í fjórð bestu deildini. – Vit hava fleiri spæl­ar­ ar, sum hava spælt yrkis­ fótbólt. Eisini eru um­støð­ ur­nar framúr. Eg haldi at form­urin er fínur, men nú fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Rogvi Baldvinsson, sum und­an skiftinum eisini var í Turka­landi og og royndar­ vandi. Lars Olsen hevur trupul­leikar í verjuni, tí Atli Gregersen, Viljormur David­sen og Bárður J. Hansen eru ikki tøkir, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki hevur spælt við nøkrum felagið síðani summ­ar. Rógvi hevur tó spælt fyri tað mesta á mið­ vøllinum í seinastuni. – Eg havi spælt nógv á miðjuni í seinastuni. Tað gjørdi eg eisini, tá eg var í Turkalandi og vandi. Men um eg spæli í miðvejruni, á miðj­uni, álopinum ella endi á bonkinum, so fari eg at gera mítt besta og stuðla landsliðnum. Eg eri bara glaður fyri at vera við aftur, sigur Rógvi Baldvins­ son. Skiftið kendist rætt Rógvi skifti fyri kortum til FC Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. Júst sum Rógvi Baldvinsson er um at enda í gloymibókini, so hevur hann bjóðað seg fram aftur. – Hetta var eitt skifti, sum var rætt fyri meg, fam­ iljuna og FC Fredericia. So nú fari eg at royna okkurt nýtt og eg gleði meg, sig­ur Rógvi Baldvinsson, sum ikki vil siga so nógv um hvønn leiklut hann kann vænta sær í nýggja felag­ num. – Vit hava sjálvandi tosað saman og lagt ymiskt út í kortini, men tað verður millum meg, venjaran og felagið, sigur Rógvi, sum nú hevur fult fokus á FC Fredericia og føroyska lands­liðnum. FC Fredericia liggur numm­ar eitt í næstbestu deild­ini í Danmark. Teim­ um í hølunum liggur Vend­ syssel, sum hevur spælarar sum Hall Hansson, René S. Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum. trondur@sosialurin.fo Mynd: FSF – Vit testa Sonna Ragnar til hesar venjingar­ nar og hann sær gott út. Krops­liga er hann væl fyri og hevur vant við B36, sigur Lars Olsen Mynd: Álvur Haraldsen