Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 6 persónssøga Veljarin hevur ikki hugsað um, at eg eri samkynd, men tey hava valt meg fyri tað, eg standi fyri, sigur nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum Stórt at føroyingar nú velja samkynd á løgting Áki Bertholdsen T að er ófatiliga stórt, at før­ oy­ingar kunnu velja meg í løgtingi, uttan at hugsa um, at eg eri samkynd ella hinskynd. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, sum stillaði upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, og hevði eitt kanón­ val, har hon fekk heilar 1020 atkvøður. Tað ger hana til tað valevnið, sum fekk triðflestar atkvøður v øllum, bara yvirhálað av tveimum av okk­ ara kendastu politikarum, Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal. – Eg eri púra óvfarin av at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður, sigur Sonja. Uppaftur sermerktari er úrslitið við tað, at Sonja ikki fjalir, at hon er samkynd, samstundis sum at hon hevur verið virkin í LGBT í fleiri ár. LGBT er felagsskapurin hjá sam­ kynd­um, tvørkyndum og trans­per­ són­um. Men Sonja hevur eisini skrivað politiska søgu í Føroyum, tí hetta er fyrstu ferð, at ein persónur, sum er al­ment er samkyndur, er valdur á løgting. – Eg haldi, at tað er øgiliga stórt, at føroyingar ikki hugsaðu um kyns­ ligan samleika, tá ið krossurin skuldi setast á valdegnum, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon heldur, at hetta valið vísir, at veljarin hugsar yvirhøvur ikki um slík viðurskifti, og at tey ongan týdn­ing hava, tá ið tey fara á val. Og tað heldur hon er øgiliga stórt. Hinvegin ivast hon heldur ikki í, at hon hevur fingið fleiri atkvøður, júst tí at hon er samkynd. – Hetta prógvar, at sum samfelag eru vit komin nógv longri fram á leið, enn lóggávan ber boð um. Føroyingar hava yvirhálað lóggávuna á hesum øki og tað hald eg er øgiliga stórt. Hon ivast ikki í, at hetta er prógv fyri, at føroyingar eru nógv tolsamari og frælslyntari, enn nógv halda, og eisini enn hvat útlendingar halda um okkum. Hugsaði væl og leingi Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað er langt síðani, at Javnaðarflokkurin spurdi hana um hon vildi stilla upp til løgtingsvalið fyri flokkin. Hetta var ein spurningur, hon ikki vildi taka støðu til alt fyri eitt, tí hon vildi hugsa seg væl og virðiliga um. Hon sigur, at hon hevði tað so­ leiðis, at tað er eitt ógvuliga stórt stig at fara upp í politikk, so skuldi tað vera, skuldi tað vera við fullari megi, ann­ars fór hon slett ikki. – Antin fór eg 100 prosent, ella fór eg slett ikki, sigur hon. – Eg hevði eitt gott lív við góðum starvi og tí umhugsaði eg meg í fleiri mánaðir, áðrenn eg játtaði at stilla upp. Úrslitið var betri enn bæði hon, ella nakar annar, høvdu torað at droymt um. Atkvøður nógva staðni frá Sonja Jógvansdóttir sigur, at í nógv ár hevur hon arbeitt fyri tey, sum eru ringast fyri í samfelagnum, eitt nú limirnar í verkafeløgunum. Hon hevur eisini verið virkin í felags­skap­ inum Í Menniskjum Góður Tokki og samstundis hevur hon eisini verið sjónlig í felagsskapinum LGBT í Føroyum. Serliga nógv hevur hon talað fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum eru fátæk og teimum, sum eru í fátæka­váða, og fá munnu hava strongt so nógv á sum hon fyri at fáa eitt føroyskt fátækamark. Sonja Jógvansdóttir POLITISKT STJØRNUSKOT »Antin fór eg 100 prosent, ella fór eg slett ikki« »At fáa møguleikan at broyta heimin er jú heilt fantastiskt« Sonja Jógvansdóttir