Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 7 – Úrslitið av løgtingsvalinum týsdagin, er prógv fyri, at føroyingar eru tolsamari og frælslyntari enn nógv halda, sigur Sonja Jógvansdóttir, nýggja stjørnuskotið í føroyskum politikki Mynd: Álvur Haraldsen Hon heldur, at alt hetta tilsamans hevur gjørt sítt til, at úrslitið av val­ inum varð so gott. Og nú Sonja Jógvansdóttir er komin á ting, verða hennara høvuðs­ mál at bøta um tær sosialu skipan­ir­ nar, at seta tiltøk í verk, sum lyfta fólk upp úr fátækadømi – og at fáa hjúna­ bandslógina broytta, so at samkynd kunnu giftast. Nú verður samráðst um eina sam­ gongu ímillum and­støðu­flokkarnar, og hesi málini mugu vera ein partur av arbeiðsgrundarlagnum hjá sam­ gonguni. Men annars ásannar hon eisini, at ein løgtingslimur er settur at ar­ beiða við øllum málum og hóast hon hevur fingist nógv við sosialmál, eru vinnulig mál, útbúgvingarmál, fíggjar­mál, fiskivinnumál, og onnur mál, alt annað enn fremmand fyri hana, tí tað fekst hon nógv við ta tíðina, hon var blaðkvinna á Dimma­ lætting. Eitt stórt upptak Sonja Jógvansdóttir staðfestir, at tað verður eitt øgiligt upptak, sum hon málber seg, eftir samgonguna, sum nú hevur sitið. Og tá ið hon tosar um at virka fyri tey, sum eru ringast fyri, hugsar hon um, at tað verður neyð­ugt at endurskoða tær sosialu skipanirnar, vit hava. Samstundis verður eisini neyðugt at endurskoða ar­beiðs­marknaðarpolitikkin. – Vit kunnu ikki halda fram við einum politikki, sum veksur um fátækadømið og veksur um ójavnan ímillum rík og fátæk í Føroyum og tí má kósin broytast. Men tað, sum skal gerast alt fyri eitt, er at seta tiltøk í verk, sum lyfta børnini, sum liva í fátækadømi, upp á eitt virðiligt lív, eitt nú við at hækka barnaískoytið. – Tað var eitt hjartamál hjá bæði Javnaðarflokkinum, og øðrum and­ støðuflokkum, so tað skal bara verða ein avgreiðsluspurningur. Hon sigur, at tað skal eisini bara verða ein avgreiðsluspurningur at broyta hjúnabandslógina. Lógar­ arbeiðið er gjørt og nú má avgreiðast sum skjótast. – Tað er eitt mál, sum ikki kostar eina krónu. Men hóast tað er eitt lítið mál, hevur tað ómetaliga stóran týdn­ ing. Eg haldi eisini, at fólkið hev­ur víst sín vilja á hesum øki, so nú stendur tað bara til okkum at seta tað í verk. Sonja Jógvansdóttir sigur, at soleiðis sum Løgtingið nú er sett saman, kann tað ikki verða ein trupul­leiki at avgreiða tann spurn­ ingin sum skjótast. Stórar broytingar Ein annars stórur trupulleiki hjá fólki við lágari løn, eru bústaðar­viður­ skiftini. Tað er Sonja Jógvansdóttir samd í, og hon sigur, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at útvega bíligari bústaðir, kanska við einum bústaðar­stuðuli av onkrum slagi, eins og Bústaðir mugu sleppa at taka lán fyri at fíggja bústaðarbygging. – Tað er ikki vist, at tað eru marknaðar­treytirnar, sum skulu vera av­gerð­andi fyri, hvussu nógv ein bústaður skal kosta. Hon sigur, tað verður eisini neyðugt at broyta pensjónsviðurskiftini, ikki minst forskattingina, og tað verður eis­ini neyðugt at broyta flatskattin. – Tað ber ikk til at lata viðurskiftini halda fram, óbroytt, sigur hon. Sonja jógvansdóttir sigur, at tá ið hon stillaði upp, var tað í vónini um at verða vald, so at hon kundi fáa ávirkan og broyta nøkur viðurskifti. – At hava fingið møguleikan at vera við til at broyta heimin, er heilt fan­ tast­iskt, sigur nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum. Tí hevði hon avgjørt eisini tikið av, skuldi ein landsstýrissessur staðið henni í boði, sigur hon. aki@sosialurin.fo Sonja Jógvansdóttir er er 37 ára gomul og úr Fuglafirði. Hon er útbúgvin stjórmálafrøðingur og var eitt skifti blað­kvinna á Dimmalætting. Í 2006 fór hon í starv hjá fak­ felags­rørsluni og síðani hevur hon verið samskipari í Samtaki, sum nú er eitt fakfelags politiskt sam­ starv ímillum Fiskimannafelag, Føroya Ar­beiðarafelag, Havn­ar Arbeiðs­manna­felag og arbeiðara­ feløgini í Klaksvík. Í løtuni er hon í ferð við at savna inn tilfari til eina doktararitgerð um fátækadømi í Føroyum, men tað verður kanska lagt á hillina nú, í hvussu so er fyribils. – Eitt er at kanna fátækadømi, eitt annað er at gera nakað við tað. Nú havi eg fingið møguleikan fyri at gera nakað við tað, so tað kann ikki vera betri. Politikkur er langt frá fremmandur fyri Sonju Jógvansdóttir. Hon hevur fingið javnaðarhugsjónina inn við móðurmjólkini, tí hon er fødd inn í, og uppald í einum javnaðarheimi. For­eldrini eru javnaðarfólk og tey í fam­iljuni, sum ikki eru javnaðarfólk, eru tjóðveldisfólk. Fyrstu ferð, Sonja Jógvansdóttir stillaði upp til val, var í 1996, tá ið hon stillaði upp til býráðsval í Fuglafirði fyri Javnaðarflokkin. – Eg fekk einar 15 atkvøður og var fleiri alin frá at verða vald, sigur hon. Annars hevur hon verið virkin í SU, sum er ungdómsfelagið hjá Javn­aðar­flokkinum, men tá ið hon fór í starv á Dimmu, legði hon tað til viks, tí hon helt ikki at tað riggaði at vera virkin í partapolitikki, samstundis sum at hon arbeiddi á einum fjølmiðli. Tí helt arbeiðið í SU fram, men hug­sjónin fánaði ikki, tí játtaði hon at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, tá ið boð vóru eftir henni – og úrslitið talar fyri seg. Fødd inn í eitt javnaðarheim