Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 10 Eftir at hava sitið í Fólkatinginum saman­ hangandi síðani 2007, verður Edmund Joensen nú aftur at síggja í føroyskum politikki Árni Gregersen T að var eitt eygnarívandi come­back, sum fyrr­ verandi fólkatingslimurin, Edmund Joensen, gjørdi á løgtignsvalinum týsdagin. Hóast hann í fýra ár hevur verið burtur úr føroyskum politikki, so var hann fyrst valdur á sam­bands­ listanum, tá ið liðugt var at telja upp. 636 atkvøður fekk hann – 33 fleiri enn formaður floksins, Kajl Leo Holm Johannesen, løgmaður. 70-ára gamli tingmaðurin av Oyrabakka ivaðist annars nógv í um hann skuldi stilla upp. Á fólkatingsvalinum 18.juni gjørdist hann ov stuttur at endur­ vinna sessin í Fólkatinginum, men hann fekk risastóra undirtøku mill­ um veljararnar kortini. Hugsandi var, at hann fór at gevast við politiska arbeiðnum, men áhaldandi áheitanir um at taka eitt tørn afturat fyri flokkin, fekk hann til endans at siga ja til at stilla uppaftur einaferð afturat. – Fyrst og fremst gjørdi eg tað, tí eg vil hjálpa flokkinum og tí at so nógvir trúgvir veljarar heittu á meg um at fara uppí aftur politikkin í Føroyum sigur Edmund Joensen. Val í vikuni Sjónvarpið hevði undan valinum ein tátt fríggjakvøld, sum tey nevndu Bal í Vikuni. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, tosaði har við tríggjar fyrrverandi politikkarar, Jóannes Eidesgaard, Óla Breckmann og Torbjørn Jacobsen. Nógv undraðust á, at ongin sam­ bandsmaður var millum »teir gomlu«, men har finst ein forkláring. Edmund Joensen var biðin um at vera við, men tað var eitt sindur tor­ ført at fáa svar frá honum – um hann vildi luttaka ella ikki. – Sjálvandi vildi eg luttaka, men samstundis var eg noyddur at taka støðu til um eg fór at luttaka í politikki aftur. Fór eg tað, so kundi eg ikki vera í sendingini, so tað endaði við at eg segði nei takk, sigur Edmund Joensen. Brennur fyri politikki Sambandsmaðurin á Oyrabakka brennir fyri politikki. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1988 og sat saman­ hangandi í Løgtinginum til 2011. Hann hevur í fýra ár verið løg­ maður – frá 1994 til 1998 – og frá 2002 til 2008 var hann løgtingsformaður og frá 1991 til 2001 var hann formaður í Sam­bandsflokkinum. Í Fólkatinginum sat hann fyrst frá 1994 til 1998 og síðani sat hann frá 2007 til 2015. Tá ið hann so nú stillaði uppaftur og var valdur, so er tað tí, at hann fram­vegis heldur, at hann hevur nakað at geva føroyskum politikki. Í fleiri ár hevur hann ført fram, at skulu Føroyar betra livikorini á landi, so er avgerandi, at okkara marknaðar­ treytir í Evropa verða broyttar. Okkara handilsavtala við ES loyv­ ir okkum ikki at selja viðgjørdan og virkaðan fisk á evropeiska marknað­ num uttan tol. Sambært Edmundi Joensen, so er talan um eina ringa avtalu, sum vit hava við ES í løtuni. Hon eigur eftir hansra meing at broytast, men tað tekur tíð. – Vit mugu beinanvegin fara undir at broyta okkara marknaðartreytir. Í veruleikanum eru hesar treytir grundarlagi undir at vit kunnu varð­ veita okkara livistøði í Føroyum, sigur Edmund Joensen. Hann heldur lítið um teir føroysku politikkarnar sum føra fram, at vit heldur skulu fara upp í EFTA ella í EBS, tí tað er lættari og betri. Eftir hansara meting, so loysir hetta als ongar trupulleikar fyri Føroyar. – Vit mugu sleppa framat marknað­inum í Evropa við virkaðum mat­vørum. So kann okkara út­ flutnings­virði fleirfaldast, sigur hann. Virksemi í Føroyum Fyri Edmundi Joensen er tað heilt einfalt. Skulu vit framhaldandi hava tað gott í Føroyum, so er tað avgerandi, at vit hava matvøruframleiðslu í Føroyum – heldur enn at vera út­ flytar­ar av ráfiski. – Tolforðingarnar gera, at til dømis Varðin í Gøtu enn ikki er farin í gongd við ein verksmiðju, sum við­gerð makrelin. Tollurin av lid­num mat­ vør­um er so høgur í ES, at teir veru­ liga mugu telja á knappum fyri at vita um tað yvirhøvur loysir seg, at selja við­gjørdan makrel til ES, sigur hann. Hann vísir á, at ein stór verkætlan liggur klár í Gøtu. Teir hava pengarnar, teir hava makrelin og teir hava eina verk­ætlan, sum fer at tryggja minst 80 fólkum fast arbeiði. Bert marknaðarforðingarnar gera, at verksmiðjan ikki er bygd. Nýskipan av fiskivinnuni Ein nýskipan skal gerast í fiski­vinn­ uni, tí núugaldandi lóg um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi 31.desember 2017. Edmund Joensen heldur, at tá ið ein nýskipan verður gjørd, so er minst líka neyðugt at hyggja eftir, hvussu vit kunnu virðisøkja fiskatilfeingi á landi í Føroyum. – Vit eiga at byrja vit at gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu virka allan fisk í Føroyum. Tað er her virðis­ økingin skal gerast. Vit mugu tryggja, at allur fiskurin kemur uppá land her, so vit skapa arbeiði til øll. Tað fer at tryggja vælferðina, heldur hann. Hann vísir á, at menna vit fiski­ vinnuna á landi, so skapa vit eisini arbeiðspláss. Eisini til vælútbúgvin fólk á ymiskum økjum. – Hetta fer eisini at broyta aldurs­ samansetingina í Føroyum, so vit ikki bert vera gomul sum búgva her. Hetta fer at fáa fólk at støðast og koma aftur higar, tá ið tey hava nomið sær hægri útbúgvingar, sigur Edmund Joensen. Edmund Joensen hevur sum fólka­tignsmaður arbeitt nógv við spurning­unum um marknaðar­at­ gongd til ES. Hann vísir á, at fleiri smærri sam­feløg hava avtalur, sum gevur teim­um fría atgongd til marknaðin í Evropa – uttan at hesar smátjóðir eru partar av ES. Hann nevnir millum annað Áland, bretsku kanaloyggjarnar og lands­ partar í Kanada. – Vit mugu beinanvegin í holt við hetta arbeiði, tí tað er grundarlagið fyri einum fratíðar Føroyum, sigur ný­valdi sambandstingmaðurin av Oyra­bakka. Edmund Joensen aftur á Løgting at reka sambands­ politikk »Vit eiga at byrja vit at gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu virka allan fisk í Føroyum«