Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 11 H ann hevur sitið í so at siga øllum politiskum størv­ um í Føroyum. Kortini valdi hann at stilla uppaftur til løgtingsvalið 1. sep­ tember. Og var valdur. Edmund Joensen á Oyrabakka , 70 ára gamal – 71 seinni í mánaðinum, valdi at stilla upp til løgtingsvalið. Hann fall, tá ið fólkatingsval var 18.juni eftir at hava sitið í Fólka­ting­ inum út í eitt síðani 2007. 18. juni fekk hann meira enn 2400 atkvøður, men vann kortini ikki upp um tinggáttina, tí Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fingu fleiri atkvøður. Nú verður hann so aftur at síggja í føroyskum politikki. Hann er fyrst valdur á sam­bands­ listnum. Áheitanir frá trúgvum veljarum fingu hann at stilla uppaftur, men hann vildi eisini hjálpa flokkinum. Sambandsflokkurin hevur havt stórar trupulleikar í ár. Kann­ingin hjá Hans Gammeltoft Hansen, kann­ ingarstjóra, staðfesti, at løg­maður og formaður í sambands­flokkinum hevði bortið Løgtinginum skeivar upp­lýsingar. Rumbul hevur verið í ting­bólk­ inum og í baklandinum hjá flokk­ inum. Við valið stillaðu bæði Edmund Joensen og Magni Laksáfoss upp­ aftur og báðir eru valdir. Formaðurin hevur verið undir áhaldandi trýsti, so nú eru eyguni eftir, hvat fer at henda innanflokka. post@sosialurin.fo Var á veg heim, tá ið hann fekk at vita at hann var valdur Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, var aftur­valdur, hóast hann gjøgnum sjón­ varpið segði farvæl við politikk Árni Gregersen F yrrverandi formaðurin og fyrr­verandi lands­ stýris­mað­urin fyri Nýtt Sjálv­stýri, Kári P. Højgaard, er valdur aftur á tng. Men í valsendingini í sjón­varp­ inum týskvøldið helt hann seg vera falnan og segði í samrøðu far­væl við politikk og takkaði teim­um, sum hava valt hann øll hesi árini. Hann var ikki sørt rørdur, tá ið hann stóð har. Undirhonds høvdu upplýsingarnar úr høllini av Hálsi boðað frá, at Nýtt Sjálvstýri bert fekk ein tinglim. Flokkurin hevði fingið so fár atkvøður í Havn at annar maðurin reyk. Tað vísti seg eisini, at tá ið persónligu atkvøðurnar vóru taldar saman, so var tað nýggi for­maðurin í flokkinum, Jógvan Skorheim, sum var valdur. Hetta fekk Kára P. Højgaard at sleppa sær framat mikrofonini og takka fyri seg í føroyskum politikki. – Eg hevði vónað at fingið eitt skeið afturat, men so skuldi ikki verða, segði ein vónbrotin, tá fyrr­ verandi tingmaður. Fór til hús Eftir hetta fór hann spakuliga gang­andi út til bilin og setti kós norður­eftir og inn til Runavíkar, har hann býr. Lagið var vánaligt, men eftir mong ár í politikki, so visti hann eis­ini, at tann endaliga avgerðin um lagnuna hjá politikaranum verð­ur tikin valdagin. Týskvøldið hevði lagnan verið hørð við mannin, sum í síni tíð sum landsstýrismaður fekk gjørt, at farið er undir at gera tunnil mill­ um Skálafjørðina og havnina. Hann slpp ikki at gera tað á sín hátt, men kortini verður tunnilin verður gjrødur. Men ótakk er verðsins løn. Men... Knappliga, tá ið Kári P. Høj­ gaard er komin til Hósvikar ringir tele­fonin. Í hinum endanum er ein strand­ingur, sum Kári P. Højgaard kenn­ir. Eftir fyrstu heilsanina sigur Eivind Jacobsen: – Tú Kári. Eg havi sjálvur gjørt nakrar útrokningar eftir vallógini og tú er als ikki fallin. Flokkurin fær tveir mans. Kári P. Højgaard er sjálvandi glað­ur at hoyra hesi boð, men hann ivast kortini. Tey klóku í Havn hava sagt hon­um, at flokkurin bert fær ein ting­mann – og at tað verður Jógvan Skorheim. At Eivind Jacobsen á Strondum er komin til eina aðra niðurstøðu heima í stovuni á Strondum, sum er rættari enn tað, Kári P. Højgaard fekk at vita í Havn, ivast hann í. Teir tosa leingi sman. So leingi, at hornuið ikki verður lagt á aftur fyrr enn Kári P. Højgaard steðgar uttanfyri húsini í Runavík. Hann ivast framvegis, men tá ið hann kemur inn fær hann at vita, at Eivind Jacobsen hevði rætt. Nýtt Sjálvstýri fær tveir tingsessir – og annar er til Kára P. Højgaard. – Eg má siga, at hetta er tað mest undarliga val eg havi verið við til, segði Kári P. Højgaard, tá ið upp­teljingin var liðug týskvøldið. Nú er tingmaðurin av Skála­ fjørð­inum aftur ein av teimum 33 fólka­valdu í Løgtinginum og part­ ur av politiska arbeiðnum. post@sosialurin.fo Tað var ringt lag á Kára P. Højgaard, tá ið hann fekk at vita, at han var ov stutur hesaferð. Kaj Leo Holm Johannesen er enn formaður í Sambands­ flokkinum, men trýst er á, at fáa valt nýggjan formann. Edmund Joensen er aftur at síggja í føroyskum politikki. Hann var fyrst valdur hjá Sambandsflokkinum. Ætlaði ikki at stilla uppaftur Áheitanir frá trúgvum veljarum gjørdu, at Edmund Joensen stillaði uppaftur – og var valdur Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen