Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 12 Føroysku ráðgevararnir vilja hava eitt nýtt landsstýri at grípa inn og lata uppgávuna til føroyskar fyritøkur Øði í Ráðgevarafelagnum tunnilsprojekteringin latin norskari fyritøku Ráðgevarafyritøkurnar eru í øðini um, at norðmenn skulu projektera før­ oysku tunnlarnar. Árni Gregersen T að hevur loypt øði i føroyska ráð­gevara­felagið, at Tunnils­felagið, sum skal standa fyri at gera Eysturoyar- og Sandoyar­tunnilin ikki brúkar føroysku ráð­gevarafeløgini. Ráðgevarafelagiðfinst hvass­liga at,a t føroyska felagið hevur latið alt projekterings­arbeiði til eina norsk fyritøku, uttan at føroysku fyritøkurnar slupppu at bjóða uppá arbeiðið. Ráðgevarafelagið heitr á eitt komandi landsstýri um at broyta hesa avgerð og lata føroysku fyritøkurnar sleppa framat at bjóða. Selmar Nielsen, arki­tekt­ur, er formaður í Ráð­gevara­felagnum. Hann skriv­ar í einum almennum brævi, at »Ráðgevarafelagið hevur áhald­andi víst á, at før­ oyskar ráðgevarafyritøkur eru fult kappingarførar við út­lendskar, tá tað snýr seg um at projektera tunlar í Føroyum, eisini Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin« Ráðgevarafelagið heldur eisini, at tað arbeiðið, sum norska ráðgevandi fyritøkan skal gera, verður alt ov dýrt betalt. Metingar hjá felagnum siga, at í minsta lagi 10 milljónir ov nógv verður goldið fyri ar­beiðið. Føroysk vinna Ráðgevarafelagið vísir eisini á, at politiska skipanin hevur gjørt semju um, at føroyskar fyritøkur og føroyskir førleikar skuldu hava arbeiðini í sambandi við tunlarnar, men nú vendir alt øvugt. Føroyskar fyritøkur eru ikki so frægt sum slopnar at bjóða, og ein útlendsk fyritøka hevur fingið projekteringsarbeiðið. Í almenna brævinum frá Ráð­gev­ ingar­felagnum verður eisini sagt, at felagið als ikki skilir, at føroyskar fyri­ tøkur verða útifrystar. Øll tann politiska skipanin eigur at fegnast um, at vit hava førleikar í Føroyum og at vit royna alla tíðina at menna teir. Hildið verður heldur ikki, at tað gevur nakra meining, at eitt felag, sum almenna føroyska tunniulsfelagið í heila tikið sleppur at lata útlendignar fara avstað við einum so stórum og týðandi føroyskum almennum ar­ beiði. Tí heitir felagið altso um eitt nýtt landsstýri um at bera so í bandi, at hetta verður broytt beinanvegin. post@sosialurin.fo