hósdagur 3. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
14
VALSTRÍÐIÐ HERÐIST
FYRI HVØRT VAL
UMMÆLI
HØGNI RASMUSSEN
Flokkarnir stýra
ikki valinum
Tað, sum stýrdi valstríðnum hesa
ferð, var Kringvarpið. Kringvarpið
legði eina skrá fyri hvørji evni
skuldu kjakast um nær og hvar.
Alt gott um tað. Men samanlíknað
við fólkatingsvalstríðið í Danmark,
so var tað í Danmark í stóran mun
flokkarnir, sum stýrdu valstríðnum.
Hetta gjørdu flokkarnir við at melda
út í ymsum viðurskiftum, eitt nú tá
bæði Vinstra og Sosialdemokratarnir
løgdu síni útspæl fram á heilsuøki
num.
Á henda hátt tekur flokkurin alla
miðlatíðina í eina tíð eftir útspælið
og stýrir á henda hátt tíðindaflutn
inginum. Samstundis plaga lýs
ingar at vera sleptar í bløðini og alt
samskifti á heimasíðu, Facebook og
aðrastaðni fer at snúgva seg um júst
útspælda málið. Hetta hendir ikki
í Føroyum. Her verður alt meldað
út í einari valskrá og tað er so tað.
Kringvarpið kann so kava niður í
valskráirnar og leggja eina ætlan fyri
sínar sendingar.
Tá ongi útspæl koma í valstríðnum,
so verða lýsingar um ymsu málsini
eisini bara sleptar, sum best ber til.
Hetta kemur helst av, at flokkarnir
umsitingarliga eru alt ov veikir til at
útarbeiða nágreinilig uppskot á ymsu
økjunum og at leggja neyvar ætlanir
fyri valstríðið.
Plakatir
Framsókn setti síni appelsingulu F
á so gott sum allar lyktapelar bara
fáar dagar eftir, at valið var útskriv
að. Hetta var lagt tilmerkis. Fleiri
vikur eftir komu so hinir flokk
arnir. Hesa ferð við so stórum pla
katum, sum ongantíð fyrr. Fram
leiðsla úr Kina, Estlandi, Polen og
øðrum láglønarsamfelagum við
stórproduktión av skeltum hava
kroyst prísirnar langt niður í mun
til bara fyri fýra árum síðani. Serliga
fólkafloksvalevni hava haft stórar
plakatir, men eisini einstaklingar
sum Heðin Mortensen høvdu fingið
gjørdar plakatir uttanlands.
Hesum stóru plakatunum hava
nøkur gjørt sær dalt av. Eitt nú
Jógvan á Høvdanum, sum hevur
sett eina lítla plakat av sær at hyggja
upp á stóru plakatina við síðuna av.
Skemtiligt.
Plakatirnar vóru sum heild væl úr
hondum greiddar. Flest allar bara við
andliti, navni á valevni og floksnavni.
Men nakrar stinga seg burtur úr.
Kreativiteturin hjá nøkrum
javnaðarvalevnum var høgur, ser
ligaHendrik Old við sínum stiliseraðu
“old scool”-plakatum og Sonja
Jógvansdóttir við sínari sloyfu.
Jógvan á Høvdanum frá Nýtt
Sjálvstýri við síni A4 plakat, sum
hugdi upp á stóru plakatirnar hjá
hinum fekk fólk at smílast.
Bjørn Kalsø frá Sambandsflokk
inum hevði fingið útskorið eina
ísbjørn við hansara eftirnavni skorn
um í.
Janus Rein er eitt serligt fyri
brygdi. Hann var skjótur úti við nógv
um plakatum, men tær vóru fleiri
saboteraðar. Teknað var á tær, og
fleiri vóru skræddar niður. Á støðum
har hann var skræddur niður, hevði
hann skrivað við tusj “Janus was here
- x við A”. Gott aftursvar!
Hanus Samró gjørdi nakrar stórar
plakatir har teksturin var “Ein hurð -
eitt løgting”. Hetta undraði fólk og eitt
valevni frá Javnaðarflokkinum gjørdi
við einum filmi gjøldur burtur úr, at
Hanus lovaði eina hurð. Tá tað var
avdúkað á Facebook, at Hanus meinti
við at fólk í koyristóli ikki sluppu inn
tók, unga javnaðarkvinnan filmin av
Facebook og orsakaði seg.
Hóast Javnaðarflokkurin hevði
nógvar plakatir, so vóru plakatirnar
hjá teimum millum tær vánaligastu.
Tú fekst kensluna av at orkan ikki var
løgd her.
Eitt løgið fyribrygdi var við
plakatunum. Tveir stórir profilar vóru
næstan ikki at síggja á plakatum, tað
vóru Kaj Leo Johannesen og Sjúrður
Skaale. Kanska teir hava verið bang
nir fyri yvireksponering.
Facebook
Facebook hevur meira enn nakrantíð
verið brúkt í valstríðnum. Hetta er
ikki so løgið. Nógvir føroyingar eru
á Facebook og fleiri og fleiri brúka
nógvar tímar har um dagin. Fyri
viku síðani kundi Facebook boða
frá, at fyri fyrstu ferð nakrantíð
vóru yvir ein milliardbrúkarar á
Facebook í senn, so trendurin, at
fólk brúka Facebook meira, er ikki
bara í Føroyum. Internetferðin
er farin nógv upp síðani seinasta
val, fartelefonir eru blivnar nógv
skjótari og 4G er komið, so nú kanst
sum einki spæla filmir á telefonini,
eisini tá tú ikki ert á einum Wi Fi-
neti. Í dag eru tað umleið helvtin,
sum eru á internetinum, sum koma
frá fartelefonum. Møguleikarnir
fyri boosting á Facebook av einum
uppslagi er blivið betri, boosting vil
siga, at valevnið kann gjalda fyri at
fleiri fólk síggja títt uppslag. Hetta og
mangt annað er broytt til tað betra
hjá Facebook síðani seinasta val.
Soleiðis brúka
flokkarnir Facebook
Flokkarnir hava allir sína síðu á Face
book, sum greinar, filmir og myndir
verða lagdar út á. Umframt hetta
hava fleiri av valevnunum sína egnu
valsíðu. Men fleiri hava valt bara at
brúka sín egna profil. Fyrimunurin
við egnari Facebooksíðu framum bara
at brúka sín egna profil, er, at tú kanst
leggja títt egna tilfar út har og sjálv/ur
stýra, hvat tú vil gjalda fyri, fyri at fáa
tilfarið spreitt út til fleiri fólk.
Javnaðarflokkurin er tann flokkur,
sum sær út til at hava brúkt Facebook
nógv mest effektivt og við øllum
teimum møguleikum, sum Facebook
gevur í 2015. Hinir flokkarnir sýnast
allir at vera so gott sum fastir í einum
tankasetti frá seinasta løgtingsvali.
Men sum skrivað er aðrastaðni, so
er nógv broytt síðani seinasta løg
tingsval.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava
fingið gjørt myndir til sína heimasíðu,
sum passa til formatið hjá Facebook.
Burtursæð frá tí, var einki annað
serligt at síggja við teirra nýtslu av
Facebook. Tjóðveldi, Fólkaflokkurin,
Miðflokkurin, Sambandsflokkurin
hava gjørt einfaldar filmar av ógvu
liga ymiskari dygd.
Herafturat hava allir flokkar
lagt greinar og lýsingar út í síðuni.
Greinirnar hava fyri tað mesta verið
lagdar út á floksheimasíðuna og
hiðani deildar inn á Facebook.
Filmir
Hetta gjørdist valið har filmir gjørd
ust eitt høvuðsamboð í valstríðnum.
Undranarvert er, at so gott sum
bara Javnaðarflokkurin, sum veru
liga hevur brúkt amboðið. Ferðin á
internetinum og dygdin á fartele
fonunum hevur gjørt, at tíðin er
komin til brúka filmsmiðilin á inter
netinum og á Facebook. Góðskan á
myndatólinum á telefonini er so góð,
at tú væl kanst taka upp filmin við
telefonini, og enntá klippa filmin á
telefonini, og leggja filmin á Facebook
beinleiðis frá henni.
Filmurin er tann ultimativi til at
úttrykkja kenslur. Tó skal sigast, at
um kenslur skulu miðlast, so krevur
tað eina køna hond.
Javnaðarflokkurin og valevni hjá
flokkinum gjørdu eina røð av filmum
av sera høgari dygd.
Hvussu effektivur miðilin er, vísti
filmurin hjá Sjúrði Skaale, sum hann
legði út sunnudagin á døgverða um
bønarmøtið við tinghúsið leygar
dagin. Timingin vísir, at hann
veit, nær hann skal leggja slíkt út.
Sunnudagur er dagurin har flest eru
á Facebook. Serliga nógv eru á Face
book sunnukvøld. 20.000 høvdu sæð
filmin á midnátt sama dag.
Javnaðarflokkurin gjørdi fleiri
filmir, har veljarar úttalaðu seg um
ymisk viðurskifti. Ein við Kirstin
í Pubbini og vinkonum, ein við
Ingeborg, tveir við ungum mammum
og ???. Filmir av sera høgari dygd.
Síðani var ein røð av sera øðrvísi
og persónligum filmum gjørdir fyri
Sonju Jógvansdóttir.
Rigmor hevur gjørt sínu egnu
filmar við telefonini í besta selfiestíli,
sum eisini rigga væl. Eingin rediger
ing, bara beint á og út.
Fleiri javnaðarvalevni síggja út til
at hava vitan um, hvussu man ger ein
film, og nær man sleppur honum út
á Facebook.
Valstríðið hesa ferð var munandi øðrvísi enn undanfarin løgtingsval. Facebook bleiv
fyri fyrstu ferð ein avgerandi partur av valstríðnum og spældi ein avgerandi leiklut fyri
vinnandi flokkin. Hinvegin gjørdist tað púra vanligt at banka á hurðar fyri at heita á fólk
um at velja seg. So hvørt sum samskiftishættirnir gerast effektivari, herðist valstríðið