hósdagur 3. september 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
15
Hinir flokkarnir hava bara gjørt
tosifilmir og filmir, sum eru kliptir
saman av brotum úr Kringvarps
sendingum.
Filmirnir hjá Tjóðveldi vóru ein
smákeðilig samrøða við eitt valevni
í einari sofu, har hann sum ger sam
røðuna ikki sæst. Ljóðdygdin kundi
verið betri. Filmirnir líkjast onkrum,
sum kundi verið gjørt til seinasta løg
tingsval.
Fólkaflokkurin gjørdi nakrar tali
filmar, sum eisini eru smákeðiligir,
men Fólkaflokkurin gjørdi eisini
tveir filmir, samankliptir frá val
fundum í KvF. Hesir eru stuttir og
undirhaldandi. Serliga filmirnir við
Jacob Vestergaard um fiskivinnu
og Jørgen Niclasen í kjaki við Aksen
Johannesen, riggaðu væl.
Miðflokkurin hevur nakrar
væl gjørdar filmir við talandi fólki
og nakrar einfaldar upptøkur frá
valfundum.
Nýtt Sjálvstýri gjørdi ein løgnan,
men undirhaldandi film við Kára
P. Hoygaard tá hann setur spakan í
Eysturoyartunnilin.
Sambandsflokkurin hevur gjørt
nakrar fáar filmir, men sær ikki út
til at hava satsað upp á henda miðilin.
Framsókn sær út til púrasta at
hava útilokað brúk av filmum.
Google Ads
Tú hevur allarhelst rent teg í før
oyskar lýsingar á Ekstrablaðnum, BT,
Politiken og øðrum útlendskum síð
um. Hesar lýsingar verða lagdar inn
til Google, sum spreiðir lýsingarnar
til miðlar, sum hava eina avtalu við
Google. Lýsarin geldur til Google og
Google geldur til miðilin.
Onkrir flokkara hava havt á
útlendskum miðlum, men ikki nakað
serliga nógv. Tó var serliga ein sum
var nógv á útlendskum miðlum. Tað
var Janus Rein, sum í stóran mun sá
út til at satsa upp á Google Ads. Janus
var alla staðni. Næstan líka mikið,
hvar tú fór á útlendskar síður, so var
hann har.
Blaðlýsingar
Tær flestu blaðlýsingarnar hava verið
penar, men uttan nakran kreativitet
og ómetaliga keðiligar. Tað er enn
eina ferð líka Sonja Jógvansdóttir,
sum um ikki annað hevur ein tekst,
sum fangar teg, tá hon sigur “Sloyfa
høgrastýrið” í yvirskriftini og síðani
fer í álop á farnu samgongu.
Lýsingar á portalum
og lesarabrøv
Nógv valevni valdu at lýsa á por
talunum, tó tey flestu við lýsingum
sum bara vóru ein deyð mynd. Tá man
einki kreativt ger við lýsingina verður
man raktur av bannarablindleika - tað
vil siga, at lesarin ikki sær lýsingina.
Lesarin sær stuttsagt ikki ókreativar
lýsingar.
Lesarabrøv hava hesa ferð í
stóran mun verið lagdar í serlig rúm
á portalunum. Á In.fo hava tær verið
lagdar á serliga síðu til lesarabrøv og á
Portalinum á síðuna lesarin.fo.
Undir radaranum
Politikur er ein kontaktsportur, segði
Magnus Heunicke, danskur politikari,
skemtandi við seinasta fólkatingsval.
Hann var úti og bankaði á hurðar.
Sum skilst, so hevur tað vundið
nógv uppá seg, at kontakta fólk
beinleiðis hetta valið. Flokkarnir hava
hesa ferð í nógv størri mun sent brøv
út og ringt til fólk fyri at heita á fólk
at velja seg ella flokkin, fangað fólk á
gøtuni og bankað upp á hurðar.
Sakin er, at tá tú setir teg í sam
band við fólk beinleiðis á gøtuni,
bankar á hurðar, sendir persónlig
brøv ella ringir, so síggja hinir flokk
arnir ikki, hvat tú gert. Tú ert undir
radaranum. Hinir flokkarnir fáa tað
kanska at vita, um fólk hjá teimum
fáa vitjan ella verða ringd upp, men
tað er so einasti mátin tað kann koma
út. Hinvegin fær tú ikki at vita júst,
hvar viðkomandi hevur verið, og hvat
viðkomandi hevur sagt.
Ræðukampanjur
Sálarfrøðingurin Daniel Kahneman
sigur, at vit skulu rokna við, at vit
í framtíðini skulu rokna við fleiri
ræðukampanjum, tí tað evolutionert
liggur í okkum at óttin er sterkari enn
onnur inntrykk. Vit eru innrættað til
at reagera upp á vandar. Um vit ikki
vóru tað, so yvirlivdu vit ikki leingi.
Sært tú ein svangan úlv og nøkur
lekkur ber á einum træi beint við,
so fert tú neyvan eftir berunum, tú
rennur burtur. Tí er tað burtur við,
tá politikarar siga at tey dáma ikki
ræðukampanjur. Allir politikarar
brúka ræðumyndir og tað fer bara at
vinda upp á seg. Politiskar útsagnir
eru sum oftast ein samanseting av
einari bjartari mynd av sær sjálvum
og eini ræðumynd av, hvat hini fara
at gera.
Statistikkur sum
samskiftis amboð
Bæði Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin brúktu statistik fyri
at vísa, hvussu væl tað gongur, soleiðis
at veljarin skuldi lata tey halda fram.
Statistikkur er sum samskiftisamboð
so gott sum óbrúkiligt. Hetta er kent
úr reklamuvinnuni. Sálarfrøðingurin
Daniel Kahneman, sum hevur
arbeitt við statistikki og ávirkanini
av statistikki á fólk eitt heilt lív, vísir
á hetta í bókini Thinking Fast and
Slow. Har hevur hann fleiri dømi um,
hvussu trupult menniskju hava tað
við statistikki.
Slagorðini
Tá Kaj Leo í løgmansrøðuni segði orðini
“vit mugu ikki eksperimentera...” var
roknað við millum samskiftisfólk,
at hetta fór at verða slagorðið frá
Sambandsflokkinum. Taktikkurin
er vælkendur. Tá tað gongur væl,
sigur tann ráðandi at tú ikki má
eksperimentera og broyta kós. Men
fáar dagar eftir valkampurin var
byrjaður segði Edmund Joensen
júst, at sambandsflokkurin skuldi
broyta kós. Ikki serliga trúverdugt
hjá Sambandsflokkinum. Kaj Leo
bygdi endataluna á at “vit mugu ikki
eksperimentera”.
Á pappírinum var slagorðið
“samband við ríkisfelagsskapin, tey
lesandi, vinnuna, umheimin,tey
lesandi, vælferðina” at síggja, men var
slettis ikki við í teirra røðum og kjaki.
Fólkaflokkurin segði, at vit eru
“á rættari kós”. Hetta er tað rætta at
siga hjá teimum, men var lítið brúkt
av øðrum enn Jørgen Niclasen. Hann
bygdi sína endarøðu á hesi orðini.
Miðflokkurin hevði slagorðið “eitt
trygt samfelag” og brúkti tað eisini
nakað, men tá vit liva í tryggasta
samfelagnum í heiminum, so hoyra
fólk tað ikki serliga væl. Hinvegin var
orðið “skaparin” og “harrin” í øðrum
hvørjum setningi, eisini í endarøðuni.
Slagorðið hjá Framsókn um “tey
trý frælsini” riggaði væl og gekk
sum ein náttúrlig heild inn í alt sum
Framsókn gjørd. Eisini endarøðan var
bygd á frælsini.
Slagorði “rættvísi” bleiv ikki brúkt
serliga konsekvent, tó at Aksel bygdi
sína endatalu júst á hetta orðið.
Slagorðið hjá Tjóðveldi var “ein
nýggj kós fyri Føroyar”, sum riggra
væl og sum Høgni hevur tikið til av og
á. Hann bygdi sína endatalu á hetta
slagorðið, men flokkurin hevur ikki
brúkt slagorðið serliga konsekvent.
Nýtt Sjálvstýri hevur skrivað
á heimasíðuni at “Nýtt Sjálvstýri
tryggjar øllum Føroyingum vælferð,
at krónurnar verða nýttar rætt, fleiri
útbúgvingar í Føroyum. Also er
lyklaorðið her tryggjar, hevur verið
lítið at hoyrt til vendingina “ Nýtt
Sjálvstýri fer at tryggja…”
Um man samanlíknar við, hvussu
konsekvent og strategiskt Helle
Thorning Schmidt brúkti slagorðið
“Det Danmark vi kender”, so er langt
til, at føroyskir politikarar fara at vera
líka tilvitaðir um, hvussu tey gera og
brúka slagorð.
Endabresturin
Í endabrestinum keypti Sambands
flokkurin ein pop up bannara, sum
legði seg oman á alla síðuna hjá
In.fo. Hetta upplivdu øll, sum fóru
á In.fo. Somuleiðis tók Sambands
flokkurineina stóra lýsing í toppinum
á Portalinum. Hetta gav teimum eina
høga sjónligheit, men boðskapurin
rættiliga tamur. Seinasta dagin var
yvirskriftin “Valið er títt” og herundir
“Vel eina trygga framtíð”.
Javnaðarflokkurin hevði eitt
brak av einum endabresti, sum
byrjaði við at Sjúrður Skaale legði
filmin út um biðifundin á Vaglinum,
sum bleiv sæddur 20.000 ferðir
eftir bara 12 tímum. Síðani oysti
Javnaðarflokkurin eina rúgvu a
testimonials á Facebook. Testimonials
eru lýsingar, har ein persónur sigur
seg velja Javnaðarflokkin. Hetta
hevur helst verið sera effektivt, saman
við at endin hjá Aksel Johannesen
í formansrunduni var serstakliga
góður, har hann mótsetningum
hamraði niður á ójavnan sum er
vaksin seinastu samgongu.
Hjá hinum flokkunum bleiv
intensiteturin øktur nakað, men
eingin kanin var tikin úr hattinum.
Valstríðið samanumtikið
Valstríði er blivið meira komplekst.
Fleiri miðlar og fleiri virkishættir, so
sum filmir kunnu takast í brúk.
Sæð við samskiftisligum eygum
kláraði Javnaðarflokkurin seg nógv
best við tað, at hann dugdi best at
taka nýggju samskiftishættirnar í
brúk. Javnaðarflokkurin fekk gjørt
nakrar filmir til ymisk evni, sum vóru
á høgum støði.
Flokkurin fekk gjørt nakrar
lýsingar, har fólk siga, hví tey velja
Javnaðarflokkin, sum vóru lagdar
á Facebook. Nøkur valevni førdu
kampanjur, sum vóru betri og
størri enn kampanjurnar hjá øðrum
flokkum.
Framsókn hevði heilt klárt
greiðastu kampanjuna, sum tók støði í
visiónini har frælsi er týdningarmesta
orðið. Síðani var orðið útbygt við
persónligum frælsi, vinnuligum
frælsi og tjóðskaparligum frælsi.
Fangandi og væl uppbygt. Hesa ferð
var “eitt nýmótans samfelag” brúkt
sum tema.
Grafiski samleikin er líka greiður
sum floksboðskapurin við appelsin
gulum sum grundliti. Flokkurin
hevur ikki brúkt film sum miðil ella
myndir av øðrum enn valevnunum.
Øll kampanjan hevur verið tekst
borðin. Orðingar, sum hava sitið
klárar og greiðar.
Hinir flokkarnir brúktu lýsingar
hættir, sum vóru nógv brúktir sein
asta løgtingsval. Har var eingin
nýggjur máti brúktur, burtursæð frá
at Fólkaflokkurin hevði gjørt nakrar
filmar, sum vóru kliptir saman frá
valfundum hjá Kringvarpinum.
Bæði Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin brúktu nógv statistik
í sínum lýsingum og er tað ikki ein
góður samskiftisháttur.
Næsta val fara vit at síggja eitt
valstríð, har allir flokkar bæði fara
at leggja meira effektivar sam
skiftisstrategiir, at brúka Facebook
betri og at seta seg meira beinleiðis í
samband við veljarar. Valstríðini fara
at harðna.
A Fólkaflokkurin
Positión: Konservativt
liberalur - fullveldi og fyri
tað mesta religiøstur
Litur: Myrkt grønt - vøkstur,
heilsa og friður. De Konservative
í Danmark hava sama lit
Slagorð: Á rættari kós
Samskifti: Triðbest
B Sambandsflokkurin
Positión: Samband -
liberalur/sosialur og fyri
tað mesta religiøsur
Litur: Blátt - álit og styrki.
Systirflokkurin í Danmark
Venstre hevur sama lit
Slagorð:Mugu ikki
eksperimentera
Samskifti: Sættbest
C Javnaðarflokkurin
Positión: Sosialdemokratiskur
- samband og fyri tað
mesta religiøst frílintur
Litur: Reytt - spentleiki, kærleiki
og dirvi. Liturin er tann sami
hjá øllum javnaðarflokkum
kring allan heim.
Slagorð: Rættvísi
Samskifti: Best
D Nýtt Sjálvstýri
Positión: Liberalt/sosialur
- varðisligt fullveldi og fyri
tað mesta religiøsur
Litur: Purpur - kreativitetur,
fyristillingarevni og vísdómur
Slagorð: Tryggjar: øllum
Føroyingum vælferð, at
krónurnar verða nýttar rætt,
fleiri útbrúgvingar í Føroyum
Samskifti: Sjeyndbest
E Tjóðveldi
Positión: Fullveldi - fyri tað
mesta sosialur og fyri tað
mesta religiøst frílintur
Litur: Ljóst grønt -
spýring og vón
Slagorð: Ein nýggj kós
fyri Føroyar, har Føroya
fólk staðfestir valdið,
virðini og vælferðina.
Samskifti: Fimtbest
F Framsókn
Positión: Liberalt fullveldi
- rættiliga sosialur og
religiøst frílintur
Litur: appelsin gult -
vinarligt, gleði og álit
Slagorð: Frælsi. Persónligt
frælsi, vinnuligt frælsi og
tjóðskaparligt frælsi. Eitt
nýmótans samfelag
Samskifti: Næstbest
H Miðflokkurin
Positión: Trúarligur - fyri
tað mesta fullveldi og fyri
tað mesta sosialur
Litur: Blátt - álit og styrki.
Slagorð: Eitt trygt samfelag
Samskifti: Fjórðbest