Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 101 16 Ein siglitúr knappar tveir tímar frá Qaqortoq (Juliane­håb) til Eqaluitfjørðin, sum norðbúgvar nevndu Havgríms­fjørð í Vatnahverfi, hevur Brøðrasam­koman bygt leguhús. Í ár høvdu børn úr Qaqortoq og úr smáu plássunum í økinum fyri triðju ferð møguleika í fimm dagar at fara á summarlegur í húsinum við Nimerialik-vatnið ORÐ OG MYNDIR: SIMONA WEIHE T á eg í januar avgjørdi at fara til Suðurgrønlands at hjálpa til á summarleg­ unum, visti eg onki um hetta tiltak. Og tað gjørdist ein á allan hátt stór og góð uppliving. Húsið »Nimerialik« stendur einsa­ malt í einum avbera náttúruvøkrum stað. Hálvur annar tími at ganga til nærm­asta granna. Onki telefon-, tíans­heldur internetsamband ella sjón­varp. Ein frístaður við ríkari og vakrari náttúru, sum so ríkiliga vigar upp ímóti nútímans tøkni. Tey bæði, Marjun og Páll Poulsen, ið búgva í Qaqortoq, standa fyri ar­ beiðnum á legunum. Páll hevur líka síðan Brøðrasamkoman seinast í sekstiárunum fór undir at skipa fyri summarlegum fyri børn, verið við í slíkum arbeiði. Fyrst við Áir og síðan á Zarepta. Eisini summarlegurnar í Nuuk, sum eru so væl dámdar og hava 40 ár á baki. Har var Páll eisini við at hjálpa Hans Sivertsen at byggja í 1973 og var eisini við til fyrstu al­ mennu leguna har summarið 1976. Og hóast eg veit, at teimum ikki dámar at eg sigi og enn minni skrivi tað, so lítillátin tey eru, so er tað onki minni enn eitt bragd, at hava fingið vakra og snøgga »Nimerialik« upp at standa og nú reka. Báturin Mikudagin 1. juli fór eg saman við seks øðrum hjálparfólkum úr Qaqortoq við bátinum »Juvel« til Eqaluit fjørðin stutt sunnan fyri Qaqortoq. Báturin tekur 27 ferða­fólk. Siglitúrurin var ein upp­living í sær sjálvum við roynda skip­ aranum Jóanesi Norðoy úr Klaks­ vík, búsitandi í Danmark, við róðrið. Størri og smærri ísflakar og ísfjøll! Komin rekandi frá Eysturgrøn­ landi, suður um Kappan, norður við vestursíðuni og inn í firð­irnar. Vøkur og bæði berlig og grøn náttúra við onkrum einstøkum býli her og har. Tá vit komu fram til Nimerialik, løgdu vit at fittari træbrúgv og fingu skjótt viðføri og vørur upp á land, sum eftir lítlari løtu varð borið niðan í hús­ið. Húsið var fjálgt at koma í. Menn høvdu seinastu tíðina arbeitt á stað­num við at gera ymiskt klárt til summarlegurnar. Hetta kvøldið rokaðust vit so við at gera tað sein­ asta, so vit vóru til reiðar at taka ímóti teimum 18 børn­unum, sum skuldu koma dagin eftir á middegi. Snøgt hús Húsini eru 33 metrar long og 10 metrar breið við einum útbygingin á 10 x 3 metrar. Væl innrættað við kømrum, fleiri baðirúmum, stórari matstovu, sali, spælistovu og væl­ útgjørdum køki. Rúmligi kjallarin verður brúktur til goymslurúm. Vatn er lagt inn og el-verk syrgir fyri at ljósi og at frysti­boksir, køli­skáp og vaskimaskina rigga. Viðmerkjast kann, at hugsað er um tey rørslutarnaðu, tá bygt varð. At hava fingið eitt so gott hús upp Marjun og Páll Poulsen. Myndin er tikin, tá vit fóru úr Qaqortoq 1. juli. Marjun arbeiðir sum sjúkrasystur á sjúkrahúsinum í býnum FRÁSØGN »OQQIFFIK« »OQQIFFIK« Barnalegur í Suður-Grønlandi