hósdagur 3. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30
Skrivstovustarv á
Fróðskaparsetrinum
Eitt skrivstovustarv á nýggju
Lestrarskrivstovuni (LSS) á Fróðskaparsetri
Føroya er hervið lýst leyst at søkja. Talan
er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett
skjótast til ber.
Sí nærri lýsing á www.setur.fo
Dansifelagið á Látrinum
Aðalfundur felagsins verður
í E.B.-húsinum
týsdagin tann 15.09.15 kl. 19.00.
Nevndin
Petur Jacob Sigvardsen
Sigur frá og hugleigir frá Gjógv,
leygardagin 5. september
kl. 15 á Gjáargarði við Gjógv.
Øll eru vælkomin
Ættargranskingarfelagið Ættarbandið
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | 110 Tórshavn | Tel 344000 | www.formula.fo
Starvsfólk
til kantinuna
hjá Formula
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja beinan vegin til at
taka sær av kantinu okkara. Starvið er 30 tímar um vikuna
og er tíðaravmarkað til 1. apríl 2016.
Starvið umfatar: Innkeyp, lættari matgerð av sunnum kosti,
seta fram, rudda av og líknandi.
Royndir og møgulig útbúgving innan økið er ein fyrimunur,
men ikki ein treyt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Árna Arge á telefon
344 000.
Umsóknarfreistin er 21. september 2015. Umsóknin skal
sendast til teldupost aa@formula.fo
FIMLEIKUR
Løtt motión og
Line-dansur fyri 55+
byrjar týskvøldið 8. september 2015
kl. 19.00 í fimleikahøllini í Glyvra skúla.
Fimleikafelagið Støkk
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum:
Skurðdepilin
• Tvey farloyvisstørv sum sjúkrarøktarfrøðingar
til seingjadeildina G4/A3. Umsóknarfreistin er
18. september 2015 kl. 12.00
• Tvey farloyvisstørv sum sjúkrarøktarfrøðingar
til føðideildina A2. Umsóknarfreistin er 18.
september 2015 kl. 12.00
Medisinski depilin
• Fleiri føst størv og eitt farloyvisstarv sum
sjúkrarøktarfrøðingur til seingjadeildina B6.
Umsóknarfreistin er 18. september 2015
kl. 12.00
Diagnostiski depilin
• Bioanalytikari til Rannsóknarstovuna.
Umsóknarfreistin er 18. september 2015
kl. 12.00
Uttanlandstænastan
• Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjúklingahotellið
Tórshavn í Keypmannahavn. Umsóknarfreistin
er 11. september 2015 kl. 12.00
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við
telduposti til: umsokn@ls.fo
Sí størri lýsing á www.ls.fo
Sosialurin 341800
Søla av útróðrarbáti
Vegna Sp/f Tanganes í konkurs verður línubáturin
m/b “Heidi á Løðhamri”, kallibókstavir XPYE,
BRT 38,50, lýstur til sølu.
Línubáturin er bygdur í 2004 á skipasmiðjuni
Guimond Boats Ltd.. Báturin er skrásettur sum
heimahoyrandi í Vági. Eigari av bátinum er Sp/f
Tanganes í konkurs.
Báturin hevur veiðiloyvi. Felagið hevur ikki biðið
um at fáa loyvið útskrivað fyri í ár, men er loyvið
á 81,26 fiskidagar í bólki 4 A, á línuveiði.
Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni www.
ogn.fo.
Tað kann koma uppá tal at avhenda ognir/
rættindi serskilt í búnum.
Tað stendur búnum frítt fyri at velja millum
innkomin boð, harundir ikki at selja/avhenda.
Áhugað kunnu venda sær til:
Petur Even Djurhuus, kurator, ped@lawfirm.fo,
ella Ann Andreassen, skrivara, aa@lawfirm.fo.
ADVokATFELAGið Við STRonD 4
YViRi Við STRonD 4
BokS 359 · 110 TóRSHAVn
TLF. 203040, FAX. 203041
E-mAiL: LAwFiRm@LAwFiRm.Fo
www.LAwFiRm.Fo