hósdagur 3. september 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
29
Edva Jacobsen, Fuglafjørður, Alfred Olsen, Toftir og Helgi Abrahamsen, Strendur vórðu ikki afturvald týsdagin
JÓANNES HANSEN
H
óast Føroyar síðani á
valinum í 2008 hava
verið eitt valdømi, so
verður framvegis gáað
væl eftir, hvussu gomlu valdømini
eru umboðað, og tað verður eisini
hugt eftir í hvørjum bygdum í gomlu
valdømunum tey valdu búgva.
Tjóðveldi hevði síðsta valskeið
einki umboð, sum búði norðanfyri
Hórisgøtu, og soleiðis er tað fram
vegis. D. P. Danielsen varð valdur í
Vágum í 1950, sum var fyrsta valið
Tjóðveldi bjóðaði seg fram, og hann
varð afturvaldur í 1954. Fýra ár seinni
var hann ikki á listanum, og síðani
1958 hevur Tjóðveldi ikki átt umboð
í Vágum.
Í gamla Norðstreymoyar, Eystur
oyar og Norðoya valdømi hevur Tjóð
veldi átt fleiri umboð. Soleiðis var
ikki síðsta valskeið, og soleiðis er tað
heldur ikki í nýggja tinginum.
Í Norðstreymoy hava tjóðveldis
umboðini verið Sigurð Joensen
(1958-1970), Jógvan Durhuus (1970-
1980, 1984-1990 og 1994-2002), Niklái
Petersen (2002-2004), Heidi Petersen
(2004-2008).
Í Eysturoy hava tjóðveldisum
boðini verið Frederik Hansen (1954-
1970), Olaf Ellingsgaard (1954-1958),
Jógvan Høgnesen (1958-1962), Hans
Jacob Ellingsgaard (1962-1966), Signar
á Brúnni (1970-1980 og 1984-2002) og
Tórbjørn Jacobsen (2002-2011).
Í Norðoyggjum hava tjóðveldis
umboðini verið Johan Simonsen
(1958-1966), Finnbogi Ísakson (1966-
1984), Heini O. Heinesen (1984-2004)
og Karsten Hansen (2004-2008).
Sambandið strikað
í Suðuroy
Síðani floksbýtið í 1906 hevur í
minsta lagi ein sambandstingmaður
búð í Suðuroy. Síðstu tíðina hevur tað
verið Johan Dahl, sum ikki bjóðaði
seg fram aftur á valinum týsdagin.
Tá eydnaðist tað ikki nøkrum sam
bandsmanni í Suðuroy at vinna ting
sess. Tó skal leggjast aftrat, at tað
var sambandsfelagið í Suðuroy, sum
uppstillaði Magni Laksáfoss, ið varð
valdur sum sætti sambandsmaðurin.
Tilsaman fekk Magni Laksáfoss
374 atkvøður. Hóast hann var upp
stillaður í Suðuroy, so var tað
høvuðsstaðurin, ið bar hann inn á
ting. Magni fekk 181 atkvøður í Havn
og tilsaman 34 í Suðuroy.
Tey fyrstu árini eftir floksbýtið
átti Sambandsflokkurin onkra
ferðina fýra tingmenn í Suðuroy og
onkra ferðina tríggjar. Fleiri ferðir
hevur hann átt tveir (seinastu ferð
1958-1962), og fram til á valinum
týsdagin hevur tað altíð verið í
hvussu so er ein sambandsmaður
við bústaði í Suðuroy.
Síðani 1932 hava hesir umboðað
Sambandsflokkin í Suðuroy: Kristian
Djurhuus (1932-1962 og 1966-1970),
Niels Christian Nolsøe (1928-1936),
Andreas Djurhuus (1943-1945, 1966-
1974), Jákup Mortensen (1974-1978),
Flemming Mikkelsen (1978-1994 og
1998-2002), Jákup Joensen (1994-1998)
og Johan Dahl (2004-2015).
Skansarnir rapaðu
í Eysturoy
Síðani floksbýtið í 1906 hava Fugla
fjørður, Strendur og Toftir verið
skansar hjá Sambandsflokkinum í
Eysturoy. Tað hevur sæst aftur í, at
tilsaman hava hesar bygdirnar altíð
átt sambandsumboð í tinginum. Eftir
valið týsdagin eigur eingin av hesum
bygdunum sambandsmann á tingi.
Føroya fyrsti løgmaður undir
heimastýrinum var Andras Samuel
sen, sum var sýslumaður við bú
staði í Fuglafirði. Hann umboðaði
Sambandsflokkin 1906-1950. Hann
var ættaður úr Haldórsvík, og frá
1906 og til 1914 var hann valdur í
Norðstreymoy. Síðani var hann
valdur í Eysturoy. Johan Poulsen
á Strondum sat á tingi fyri Sam
bandsflokkin í eina hálva øld – 1920
til 1970, og Jens Christian Olsen á
Toftum var valdur tingmaður 1940-
1945 og 1950-1963.
Eftir at Andras Samuelsen gavst í
1950 gekk tað striltið hjá fuglfirðingum
at vinna sambandsumboð á ting.
Burtursæð frá einum stórum ári 1963-
1965 (sí niðanfyri) var tað ikki fyrrenn
í 2011, tá ið Edva Jacobsen varð vald.
Hon var ikki heilt ókend í tinginum, tí
2010-2011 møtti hon á tingi fyri Johan
Dahl, sum var landsstýrismaður.
Týsdagin fall Edva, og nú er einki
sambandsumboð úr Fuglafirði í
løgtinginum.
Jens Christian Olsen doyði 20.
november 1963. Tá kom Hilmar
Petersen í Fuglafirði í tingið, men
hann doyði longu 13. juni í 1965, tá
ið Reinhold Thomsen í Gøtu loysti
hann av.
Valskeiðið 1966-1970 er tað einasta
síðani floksbýtið, at eysturoyingar
bara hava átt eitt umboð í tinginum.
Tað var Johan Poulsen á Strondum.
Á valinum í 1970 vórðu Jógvan
Ingvard Olsen á Toftum og Jóhannes
Martin Olsen á Strondum valdir.
Jógvan sat inntil í 1998, tá ið hann ikki
bjóðaði seg fram aftur. Síðani 1998
hevur Alfred Olsen á Toftum verið
tingmaður. Týsdagin varð hann ikki
afturvaldur.
Jóhannes Martin sat fram til
1988, tá ið hann fall fyri Edmundi
Joensen á Oyrarbakka. Edmund var
tingmaður fram til 2011, tá ið hann
ikki var á listanum. Helgi Abra
hamsen á Strondum varð valdur
í 2008, og síðani hevur hann verið
tingmaður. Hann var ikki ókendur í
tinginum, tí 2008-2011 var hann fastur
eykamaður, tí tríggir sambandsmenn
vóru í landsstýrinum. Týsdagin varð
Helgi ikki afturvaldur.
Síðsta valskeið umboðaðu fýra
eysturoyingar Sambandsflokkin.
Umframt Alfred Olsen á Toftum,
Helga Abrahamsen á Strondum
og Edvu Jacobsen í Fuglafirði var
Reimund Langgaard í Leirvík í ting
inum sum fastur eykamaður, tí
tríggir sambandsmenn vóru í lands
stýrinum.
Eingin av hesum fýra er í nýggja
tinginum. Edmund Joensen bjóðaði
seg framaftur týsdagin og varð valdur
við 636 persónligum atkvøðum.
Borgarstjórin í Runavík, Magnus
Rasmussen, bjóðaði seg fram fyri
fyrstu ferð, og hann varð valdur við
500 persónligum atkvøðum. Hetta er
fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað hevur
eydnast sambandsmanni í Runavíkar
kommunu at vinna seg inn á ting.
Tað er merkisvert, at Magnus
Rasmussen vann sær atkvøður úr
bygdunum, sum higartil hava verið
háborgir hjá Sambandsflokkinum í
Eysturoy. Størstu undirtøkuna vann
hann í Runavík (342). Borgarstjórin í
Runavík fekk 51 atkvøður á Toftum,
8 í Fuglafirði og 4 á Strondum.
Sambandsflokkurin vann týs
dagin seks tingmenn. Helgi Abra
hamsen á Strondum restaði 25
atkvøður í at røkka sætta plássið.
Alfred Olsen á Toftum restaði 131
atkvøður í at røkka sætta plássið, og
Edva Jacobsen restaði 148 atkvøður
í at røkka sætta plássið.
Broytingarnar eru stórar, og fleiri
skansar rapaðu týsdagin. Men ikki alt
er broytt.
Undan valinum var spenningurin
stórur, um tað fyri fyrstu ferð skuldi
eydnast Sambandsflokkinum at
vinna mann í gala Sandoyar valdømi.
Gerhard Lognberg, sum síðani
2002 hevur umboðað Javnaðar
flokkin, bjóðaði seg hesaferð fram
á sambandslistanum. Í Sandoy
og Skúvoy vaks undirtøkan hjá
Gerhardi nógv. Hóast talan fyri alt
landið var um 6,0 prosent í aftur
gongd hjá Sambandsflokkinum,
so var framgongdin stór í Sandoy:
42,5 prosent í Skopun, 2,5 prosent á
Sandi, 7,4 prosent í Dali, 11,7 prosent í
Húsavík, 7,9 prosent í Skálavík og 17,4
prosent í Skúvoy.
Samlaða atkvøðutalið hjá Ger
hardi Lognberg var 282, sum bar
áttanda pláss á listanum við sær – 92
atkvøður frá sætta plássinum, sum
bar val við sær. Sammett við valið
fyri fýra árum síðani vann Gerhard
Lognberg færri persónligar atkvøður.
Í 2011 vann hann 344 atkvøður á
javnaðarlistanum ella 62 fleiri enn
hesaferð.
Harvið bíðar Sambandsflokkurin
framvegis eftir fyri fyrstu ferð at
vinna løgtingsmann í Sandoy.
Fyri fyrstu ferð eigur Sambandsflokkurin ongan tingmann úr í
hvussu so er einari av gomlum sambandsbygdunum í Eysturoy
– Strondum, Toftum og Fuglafirði – og ongan í Suðuroy
GAMLIR SKANSAR RAPAÐU