Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 101 28 Sethús á Landavegnum til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 858ac, Landavegur 24, 100 Tórshavn verður við hesum lýst til sølu. Húsini eru bygd í 1960´unum. Grundøkið er sambært tingblaðnum víddarroknað til 476m2. Prísuppskot kr. 1.800.000,00. Meira fæst at vita á heimasíðu okkara og støðulýsing fæst við at venda sær til skrivstovu okkara. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71, telefax 31 22 41, heimasíða www.advokatvirkid.fo Advokatvirkið PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Inger Frida Hansen, Gripsvegur 8, 100 Tórshavn, fødd tann 21.04.1930, deyð tann 18.07.2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Poul Andreas Solbjerg Hansen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 249/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR TANN 25. AUGUST 2015. H e i l s u t r y g d s ø k i r k o s t r á ð g e v a ( k l i n i s k d i e t i s t ) Sosialurin / KvR 34 18 00 Heilsutrygd sóknast eftir einum kostráðgeva (kliniskum dietisti) at byrja í fulltíðarstarvi 1. oktober 2015 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt nýstovnað, fjølbroytt og avbjóðandi starv sum kostráðgevi, ið fevnir um økið Eysturoy og Norðuroyggjar. Starvið verður sett sum ein liður í arbeiðinum at fremja heildarætlanina um diabetes og heilsunýskipanina í verki. Dentur verður lagdur á at styrkja tilboðini um heilsufakligar tænastur í nærumhvørvinum innan diabetes og aðrar sjúkur so sum KOL, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Starvið fevnir um: Heilsufakliga kostráðgeving eftir ávísing frá kommunulækna Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum sum hava tørv á kostfrøðiligum ráðum Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið Kostráðgevin kemur at starvast í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Runavík og í Klaksvík. Á henda hátt verður kostráðgevingin veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Tað er ein treyt, at kostráðgevin er sinnaður at virka í einum toymi av kostráðgevum, sum longu eru farnir at virka í restini av landinum. Í eini skiftistíð verður dentur lagdur á at uppbyggja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum. Av tí at talan er um eina nýggja heilsufakliga tænastu má tann, ið sett/-ur verður, vera fús/-ur til at uppbyggja, leggja til rættis og samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum. Tú: Hevur autorisatión sum kostráðgevi (kliniskur dietistur) Hevur hug at menna kostráðgevingina í Føroyum Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu Dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum Hevur evni at laga teg til broytingar Vit bjóða Eitt fjølbroytt og mennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið ella avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett undir Heilsutrygd í eini skiftistíð, og mugu umsøkjarar tola broytingar í setanar viðurskiftunum. Setanar brøkurin er 1,0. Umsókn Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: Heilsutrygd Postmoga 52 Klaksvíksvegur 2 FO-700 Klaksvík ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skal umsóknin verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi 14. september 2015, kl. 12:00. Starvið verður sett frá 1 oktober 2015 ella eftir nærri avtalu. Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa, á tlf.: 794010. H E i L S U T R Y g D · P O S T S m O g A 5 2 · K L A K S v Í K S v E g U R 2 · F O - 7 1 0 K L A K S v Í K · T E L . 6 1 4 0 0 0 · F A x 4 7 1 0 1 1 · H E i L S U T R Y g D @ H E i L S U T R Y g D . F O · w w w. H E i L S U T R Y g D . F O Takk fyri stuðulin Javnaðarflokkurin vil takka øllum, ið stuðlaðu flokkinum á løgtingsvalinum tann 1. september.