hósdagur 3. september 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. september 2015
sosialurin 101
27
4. filmur:
Flýggjan
til frælsi
Intro: Herálvur Jacobsen,
formaður í Lærarafelagnum
Saman við Lærarafelagnum bjóða vit
til hesa sýning, har Viggo Mortensen
er lærari í fronsku søguni hjá Albert
Camus um frælsisbardagan í Algeria.
Vit eru í 1954, tá Daru, ið er lærari í
fronskum, fær til uppgávu at leiða
Mohamed, sum er dømdur fyri
morð, til næsta fangahús. Lærarin
og Mohamed eru bygdafelagar og
noyðast at samstarva á ferðini, tí
arabiskir reiðmenn og hevndarfull
niðursetufólk eru eftir teimum. Á
vandamiklu ferðni knýta teir eitt
óvantæð vinaband, ið skal bera ella
bresta, tá Daru skal handa Mohamed
til myndugleikarnar. Aftaná er høvi
at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.
Loin
des
hommes
(David
Oelhoffen, Frakland 101 min 2014)
Leygardag 12. september 2015
kl. 19:00 í Havnar Bio
5. filmur:
1001 Gramm
Intro: Theodor Eli Dam Olsen,
formaður í Prestafelagnum
Saman við Prestafelagnum bjóðar
Filmsfelagið og Havnar Bio til
fimta og seinasta filmin. Hann er
norskur og kallast 1001 GRAMM, og
er um at máta hvørt nikk og prikk
í sjónligu tilveruni.
Leikstjórin
Bent
Hamer sigur søguna
um vísindakvinnuna
Mariu, sum er í starvi
á Justervesenet, har
alt verður vigað og
mált, kilo og metrar.
Tá søgan tekur við,
skal Maria til París
at kanna, um eitt
kilo, sum er skrásett
í Noregi, veruliga
vigar tað sama sum í
restini av heiminum.
Á ferðini til franska
høvuðsstaðin fer alt
í smildur, og hon fer
at leggja misnøgd og
sorg, men at enda
eisini kærleika, í vág
skálina. Tá kemur
hon eftir, at tann, ið
einki hevur at bera,
ber hina tyngstu
byrðina. Aftaná sýn
ingina verður drigið
um vinningin, sum er ferð fyri tvey
frá 62°N á filmfestival í Edinburgh.
Eftir hetta er høvi at vitja Sirkus og
skifta orð um filmin.
1001 Gram (Bent Hamer, Noreg &
Týskland 93 min 2014)
Sunnudag 13. september 2015
kl. 20:00 í Havnar Bio
Í FELAG
Í samband við filmin Livjatan,
bjóðar Fiskimannafelagið
skipskeks og Slupp-øl
afturvið sýningini.
Savnsmynd