hósdagur 3. september 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. september 2015
sosialurin 101
26
filmur
1. filmur:
Livjatan
Intro í Kaffihúsinum kl. 19.00:
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
Fyrsti filmur er ein eksperimenter
andi amerikanskur fiskivinnufilmur,
LIVJATAN. Hetta er dýrið í sjón
um, sum bíbliusøgur siga um.
Amerikanski heimildarfilmurin
úr Norðuratlantshavi hevur tikið
navn úr hesum bíbliusøgum. Á ný
skapandi surrealistiskan hátt lýsir
LIVJATAN sjólívið, sum tað sæst
og hoyrist, uttan orðaskifti og frá
greiðingar. Við fleiri smáum GoPro
myndatólum fylgja vit manningin á
botnfiskabátinum Athenu, ið er ein
av 500 úr havnabýnum New Bedford
í Massachusetts, har eisini søgan um
Moby Dick stavar. Tey, ið hava gjørt
filmin, eru bæði tvey
mannfrøðingar, ið
eisini starvast sum
listafólk.
Bretski
Lucien
Castaing-
Taylor er leiðari
á
The
Sensory
Ethnography Lab á
Harvard Universitet
inum í Cambridge
í
Massachusetts,
og franska Véréna
Paravel
starvast
á The Museum of
Modern Art í New
York.
Umframt
granskingarstørvini,
hava bæði gjørt fleiri
listaliga nýskapandi
filmar um evnini,
tey granska. Eitt nú
hevur Lucien gjørt
film um bøndur og
seyðahald í Montana í
filminum Sweetgrass.
Í hesum filminum, LIVJATAN, lýsa
tey sjálvt fiskivinnuarbeiðið, havið,
maskinorkuna og medspælararnar,
sum bæði eru menniskjað og
umhvørvið. Meðan aldurnar duna,
trossarnir spennast og maskinan
hostar, ganga manning og granskarar
við snurrandi myndatólum, so vit í
spælifilmslongd fáa eina óvæntaða
fatan av lívinum umborð, ikki minst
í náttarmyrkrinum.
Fiskimannafelagið stuðlar og
bjóðar skipskeks og Slupp-øl afturvið
sýningini í Havnar Bio. Frá klokkan
19 og til á midnátt bjóðar Fiskimanna
felagið til opið hús í Kaffihúsinum
undir Bryggjubakka.
Leviathan (Lucien Castaing-Taylor
& Verena Paravel, USA 90 min 2012)
Mikudag 9. september 2015
kl. 20:00 í Havnar Bio
2. filmur:
Amy
Intro: Greta Svabo Bech, sangarinna
Fleiri heimildarfilmar um kendar
persónar á altjóða tónleikapallinum
eru komnir í ár. Tann filmur, ið
flestu hava sæð og ummælarar hava
verið fegnastir um í øllum okkara
grannalondum, kemur nú til Havn
ar. Tað er filmurin um bretsku Amy
Winehouse, sum doyði 27 ára gomul
í 2011. BAFTA-vinnarin Asif Kapadia
hevur gjørt henda hugtakandi bio
graffilmin, sum einans ber fornavnið
á sangarinnuni, AMY. Umframt sjálv
sagda tónleikin, sum gjørdi hana so
væl umtókta, fáa vit innlit í heimalív,
privatar filmsupptøkur og inniligar
samrøður við familju og starvsfelagar
í góðar tveir tímar. Amy Winehouse
fekk fimm Grammyvirðislønir fyri
útgávuna »Back to Black í 2008«, sum
higartil er mest selda tónleikaútgávan
í Bretlandi í hesi øldini. Sjangran er
klassiskur soultónleikur, R&B og
blues. Sangarinnan Greta Svabo Bech
fer at introdusera filmin um Amy
Winehouse. Aftaná er høvið at vitja
Sirkus og skifta orð um filmin.
Amy (Asif Kapadia, Bretland 128
min 2015)
Hósdag 10. september 2015
kl. 20:00 í Havnar Bio
3. filmur:
The Salt
Of The Earth
Intro: Sunva Eysturoy Lassen,
fotografur og fotolærari
Tað er fremsti evropeiski films
leiksjórin seinastu mongu árini,
Wim Wenders úr Týsklandi, sum í
filminum THE SALT OF THE EARTH
lýsir ferðandi fotografin Sebastiao
Salgado. Wenders hevur gjørt filmin
saman við Juliano Ribeiro Salgado,
ið er sonur Sebastiao, sum í 40 ár
hevur ferðast, at lýsa tær broyt
ingar, sum menniskjan elvir til og
er partur av um allan heim. Hann
hevur eygleitt søguligar stórhend
ingar, altjóða tvístøður, stríðsmál og
tá ein heil tjóð flýggjar. Nú kannar
og avmyndar hann støð, har eing
in hevur verið, og villini djór og
plantur í stórbæra landslagnum:
eitt fotografiskt avrik, sum neyvan
hevur sæð sín líka, har Sebastiao
Salgado fagnar heimsins vakurleika,
frá hvítabjørnini á norðpólinum til
gróðrarmikla frumskógina í syðra
Afrika. Sunva Eysturoy Lassen, sum
er fotografur, fotolærari á miðnámi
og rekur fyritøkuna Mureldur, fer at
introdusera ferðandi fotofilmin hjá
Wim Wenders um Salgado. Aftaná
er høvi at vitja Sirkus og skifta orð
um filmin.
The Salt of the Earth (Wim
Wenders & Juliano Ribeiro Salgado,
Frakland, Brasil & Italia, 110 min 2014)
Fríggjadag 11. september 2015
kl. 19:00 í Havnar Bio
Hvíta løriftið í Havnar Bio skínur av
filmiskar góðsku 9. - 13. september í 2015.
Tá síggjast 5 filmar í 5 dagar fyri 300 krónur.
Harafturat ert tú við í kappingini um eina
ferð fyri 2 til Edinburgh í Skotlandi í juni
2016 á elsta filmfestival á okkara leiðum
5 FILMSDAGAR
Fert tú í forhøllina í Havnar Bio
frá mánadegnum 24. august klokkan 16,
og keypir atgongumerki til allar fimm
filmarnar, so fært tú tey fyri 300 krónur.
Keypir tú støk atgongumerki, antin við skivuna
ella á netinum, so kosta tey 90 kr hvørt, ella
450 krónur tilsamans. Hálvtannaðhundrað
krónur eru sostatt at spara við skivuna.
5 FYRI 300