Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. september 2015 sosialurin 101 38 ítróttur føroyar vs n.írland Hóast hann ikki vil siga tað endaligt, so tykist fyri vist at Lars Olsen hevur sett liðið. Gunnar Nielsen verður í mál, meðan seks teir fremstu verða teir somu sum seinast. Tað merkir, at Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen á miðvøllinum. Á vengrunum verða tað Christian L. Holst og Sølvi Vatnhamar, meðan Jóan Símun Edmundsson í álopinum. Landsliðsvenjarin segði eis­ ini, at tað verða Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø í mið­ verjuni. Jónas Tór Næs á høgra bakki og Gilli Sørensen á vinstra bakki. Her er ein støðumeting av hópinum hjá landsliðnum í løtuni. Fótbóltur Lars Olsen hevur úttikið 24 spælarar til landsdystin móti Norðurírlandi í kvøld. Vit hava hugt nærri at hvussu teir hava klárað seg í feløgunum og hvørji útlit teir hava á landsliðnum Støðumeting av Lars Olsen hevur sett liðið Tróndur Arge Gunnar Nielsen Støðumeting í felagnum: Gunnar skifti í vár til íslendska meistaraliðið, Stjarnan. Eftir eina góða byrjan hevur tað gingið niður á bakka í heim­ligu kappingini. Lítið bendir tó á, at tað eru avrikini hjá føroyska mál­verj­ anum, sum eru orsøkin. Støðumeting á landsliðnum: Gunnar verður heilt víst í málinum, tá Føroyar spæla móti Norðurírlandi. Hann hevur verið eitt sindur sjúkur sein­astu dagarnar, men vandi við full­ ari ferð í gjár. Aldur: 28 Pláss: Málverji Felag: Stjarnan (Ísland) Landsdystir: 27 Mál: 0 Teitur M. Gestsson Støðumeting í felagnum: Hevur eftir eina misjavna byrjan spælt seg upp í HB. Felagið hevur tað tó torført og hevur skift venjara. Teitur hevur ikki verið eins sannførandi í ár, sum undan­farnu tvey árini. Støðumeting á landsliðnum: Er eyka­málverji á landsliðnum, men tyk­ist trívast í leiklutinum. Skilt á tann hátt, at hann altíð er til reiðar til venj­ingarnar. Skuldi Gunnar blivið sjúk­ur upp til dystin, so er landsliðið í góð­um hondum. Aldur: 23 Pláss: Málverji Felag: HB Landsdystir: 1 Mál 0 Tórður Thomsen Støðumeting í felagnum: Spælir í løtuni væl í B36. Hevur hildið málið reint í fleiri enn 500 minuttir í einum tíðarskeiði upp til landsdystin. Hevur lyft seg upp á eitt hægri stig í ár. Støðumeting á landsliðnum: Tykist vera triðja val aftanfyri Gunnar og Teit. Tó er munurin minkaður nógv hetta árið, tí Tórður tekur seg fram. Aldur: 29 Pláss: Málverji Felag: B36 Landsdystir: 2 Mál: 0 Jónas Tór Næs Støðumeting í felagnum: Hevur verið skaddur meginpartin av ár­ inum, eftir at hann í øðrum umfari í Effo-deildini meiddi sær økslina. Hev­ur spælt síðani summarsteðgin og hevur spælt væl. Støðumeting á landsliðnum: Spælir óiva á høgra bakki, tá landsliðið í kvøld spælir móti Norðurírlandi. Bárður J. Hansen er ikki við og tí er púra vist, at Lars Olsen hevur Jónas á høgra bakki. Aldur: 28 Pláss: Høgri bakkur Felag: B36 Landsdystir: 40 Mál: 0 Atli Gregersen Støðumeting í felagnum: Hevur eins og undanfarnu árini verið liðskipari og stýrimaður í miðverjuni hjá Víkingi. Strýrdi teir til sigurs í steypafinaluni fyri viku síðan, har hann bleiv valdur til dagsins spælara. Støðumeting á landsliðnum: Hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni, eftir fleiri sannførandi avrik á landsliðnum. Hevur tó leikbann til dystin móti Norðurírlandi, so hann verður heilt víst ikki við. Nógv bendir tó á, at hann er ein týdningarmikil spælari fyri Lars Olsen, tí hann hevur verið í hópinum alla vikuna upp til dystin. Spurningurin er um avrikini hjá miðverjuni í kvøld kunnu hótta plássið hjá honum. Aldur: 33 Pláss: Miðverji Felag: Víkingur Landsdystir: 28 Mál: 0 Odmar Færø Støðumeting í felagnum: Hevur helst verið mest sannførandi miðverjin í føroysku kappingini í ár. Hann hevur ótrúlig evnir til at vinna sínar tvídystir og tykist vera væl fyri. Hann er grundsteinurin undir verjuni hjá B36. Støðumeting á landsliðnum: Byrjaði inni á verjukenda miðvøllinum móti Rumenia. Kom illa frá byrjan, men spældi seg upp. Kom eisini inn móti Grikkalandi. Helst ongin ivi um, at hann byrjar inni í kvøld fyri Atla Gregersen. Spurningurin er um hann klárar at vinna sær fast pláss. Aldur: 25 Pláss: Miðverji og miðvallari Felag: B36 Landsdystir: 9 Mál: 0 Sonni Ragnar Nattestad Støðumeting í felagnum: Hevur í løtuni einki felag. eftir at FC Midt­ jylland valdi at uppsiga sáttmálan við evnaríka miðverjan. Hevur vant nak­að við B36, umframt at bæði Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum, og Magni Mohr, ser­ frøðingur í kropsligari venjing. Støðumeting á landsliðsliðnum: Hóast hann ikki hevur spælt síðani landsdystin móti Grikkalandi, so bendir alt á, at Sonni Ragnar Nattestad byrjar inni í kvøld. Hann er væl fyri kropsliga og hevur staðið seg væl í venjingunum higartil. Aldur: 21 Pláss: Miðverji Felag: Einki Landsdystir: 8 Mál: 0 René Shaki Joensen Støðumeting í felagnum: Skifti í summar til Vendsyssel í Danmark, sum eisini hevur Hall Hansson í hópinum. Hevur eisini fingið møguleikan á liðnum, so helst er hann í góðari venjing. Støðumeting á landsliðnum: Kom inn móti bæði Rumenia og Grikkalandi. Verður nevndur sum ein møguleiki á bakkunum, men tykist nakað ósannlíkt. Fær helst leiklutin sum innskiftari í kvøld. Aldur: 22 Pláss: Bakkur, miðverji og miðvallari Felag: HB Landsdystir: 4 Mál: 0 Erling Jacobsen Støðumeting í felagnum: Hevur fast pláss í miðverjuni hjá Víkingi, har hann vanliga stendur seg væl. Var eyðsýndur í steypafinalusigrinum og tykist vera í góðum formi. Støðumeting á landsliðnum: Nakað síðani hann er úttikin til landsliðið, men holini í verjuni gera, at hann hevur ein møguleika at gera mun. Hevur fyrr spælt móti Norðurírlandi við góðum úrslitum á vinstra bakki, tá vit spældu javnleik 1-1 á Svangaskarði í 2010. Aldur: 25 Pláss: Miðverji, vinstri bakkur Felag: Víkingur Landsdystir: 5 Mál: 0 Hanus Jacobsen Støðumeting í felagnum: Hevur verið drúgvur tænari á vinstra bakki. og til tíðir á miðvøllinum, hjá Víkingi í fleiri ár. Dugur væl uppgávurnar á vinstra bakki og hevur verið við til allar fimm steypafinalusigarnar hjá Víkingi. Støðumeting á landsliðnum: Hóast pláss er á vinstra bakki, so tykist ikki sum Hanus er í tonkunum hjá Lars. Fekk ein snudd í venjing fyrr í vikuni, og verður sorteraður frá til bæði hendan dystin og móti Finnlandi. Rógvi Baldvinsson Støðumeting í felagnum: Hevur skift til FC Fredericia í oddinum í næstbestu deildini í Danmark. Skiftið er júst farið fram, so tað er torført at meta um hvussu verður við spælitíð. Hevur áðrenn spælt við Ålgård í fjórðbestu deildin í Noreg. Støðumeting á landsliðnum: Sær ikki út til at verða upp á spæl sum miðverji. Hevur annars spælt har fyrr undir Lars Olsen, men kritikkurin ljóðar, at hann ikki hevur taktiska hegni til at halda plássið á vøllinum. Er nú meiri roknaður sum miðvallari.