hósdagur 3. september 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. september 2015
sosialurin 101
39
landsliðnum
Aldur: 25 Pláss: Miðvallari, miðverji
Felag: FC Fredericia (Danmark)
Landsdystir: 19 Mál: 2
Gilli Sørensen
Støðumeting í felagnum: Gjørdi fyri
kortum nýggjan trý ára sáttmála
við AaB. Hevur fingið partvís sítt
gjøgnumbrot í ár, har hann hevur
spælt onkrar dyst frá byrjan, men
annars sum innskiftari. Hevur verið
skaddur síðani sigurin á Grikkalandi,
men er nú tøkur aftur.
Støðumeting á landsliðnum: Byrjaði
inni móti Grikkalandi á vinstra
bakki. Nógv bendir á, at hann byrjar
á vinstra bakki aftur hesaferð. Tað
hava hvørtfall ábendingar verið um
til venjingarnar.
Aldur: 23 Pláss: Vongur og bakkur
Felag: AaB (Danmark)
Landsdystir: 6 Mál: 0
Fróði Benjaminsen
Støðumeting í felagnum: Hevur havt
sítt slakast ár í eitt mannaminni. Fekk
ikki uppstartin við vegna útbúgving
og arbeiði. Hevur spælt seg upp síðani
summar feriuna og er nú aftur áleið
har vit kenna hann.
Støðumeting á landsliðnum: Er
liðskipari og byrjar inni fríggjakvøldið.
Tað sást ikki aftur móti Grikklandi
seinast, at nærkast endanum á
yrkisleiðini á landsliðnum. Hevur
boðað frá, at hann gevst eftir hetta
kappingarárið.
Aldur: 37 Pláss: Miðvallari
Felag: HB
Landsdystir: 84 Mál: 6
Christian
Lamhauge Holst
Støðumeting í felagnum: Spælir í
triðj bestu deildini í Danmark fyri
Fremad Amager. Tykist hava fast
pláss á liðnum og verða millum
álitini. Triðj besta deildin er eitt
stórt afturstig frá Silkeborg, men enn
avrikar Holsturin væl.
Støðumeting á landsliðnum:
Hevur verið ein drúgvur tænari á
landsliðnum. Tykist enn hava nógv
at geva landsliðnum, men við Brandi
H. Olsen á framrættaða miðvøllinum,
so verður hann skumpaður á vongin.
Her hevur hann ikki orkuna til meiri
enn í mesta lagi ein tíma, men hevur
so mikið góðar eginleikar á bóltinum,
at hann í framtíðini eisini kann gera
mun sum innskiftari. Tykist fram
vegis verða tryggur startari á vinstra
vongi.
Aldur: 33 Pláss: Miðvallari og vongur
Felag: Fremad Amager (Danmark)
Landsdystir: 47 Mál: 6
Pól Jóhannus
Justinussen
Støðumeting í felagnum: Hevur í
ár avrikað væl á NSÍ liðnum, sum
hevur havt eitt gott kappingarár.
Hevur bæði spælt á vinstra bakki
og á miðvøllinum. Tykist spæla við
sjálvsáliti og hevur avgerandi leiklut
á liðnum.
Støðumeting á landsliðnum: Tykist
ikki verða upp á tal til vinstra bakki.
Tí tykist mest sannlíka plássið at
verða vinstri vongurin, har Christian
L. Holst ikki heldur ein heilan dyst
longur. Spældi ikki væl í Belfast, tá
hann fekk møguleikan frá byrjan,
men møguliga sum innskiftari á
vonginum um vit hava brúk fyri
kropsligari styrki.
Aldur: 26 Pláss: Bakkur, miðv., vongur
Felag: NSÍ
Landsdystir: 21 Mál: 0
Hallur Hansson
Støðumeting í felagnum: Hevur
fingið sítt gjøgnumbrot í Vendsyssel,
har hann spælir fast á miðvøllinum.
Prógvaði í fjør, at hann er ov góður
til føroysku Effo-deildina. Vendsyssel
hevur eitt mál um at røkka
Superliguni, so Hallur er í einum
umhvørvi, sum hevur ambitiónir.
Støðumeting á landsliðnum: Er
sjálvskrivaður á miðvøllinum. Hevur
ein ótrúligan motor og hevur tað við
at skora á landsliðnum. Hann skoraði
eisini móti Grikkalandi seinast.
Aldur: 23 Pláss: Miðvallari
Felag: Vendsyssel (Danmark)
Landsdystir: 17 Mál: 3
Kaj Leo í Bartalsstovu
Støðumeting í felagnum: Hevur
vunnið seg á liðið hjá Levanger. Hevði
tað trupult at byrja fyrr í ár, men
hevur nú vunnið álit frá venjaranum.
Støðumeting á landsliðnum: Hevur
ikki fingið sítt gjøgnumbrot enn.
Má helst prógvað, at hann kann
arbeiða hart í verjustøðu. Hann er
ein framrættaður vongur við góðum
eginleikum á bóltinum.
Aldur: 24 Pláss: Vongur
Felag: Levanger (Noreg)
Landsdystir: 4 Mál: 0
Brandur
Hendriksson Olsen
Støðumeting í felagnum: Hevur
fingið sligið sítt navn fast við av
gerandi málinum í donsku steypa
kappingini. Umframt, at hann hevur
skotið fleiri onnur mál. Hevur enn
ikki vunnið sær fast pláss enn, men
sleppur oftani inn. Hevur havt tað
trupult eftir summarsteðgin, tí FCK
hevur keypt nógv inn.
Støðumeting á landsliðnum: Hevur
sum 19 ára gamal vunnið sær fast
pláss á landsliðnum. Tykist eisini
hava funnið seg til rættis á føroyska
miðvøllinum, og skoraði seinna málið
móti Grikkalandi. Byrjar heilt víst
leygarkvøldið á framrættaða mið
vøllinum.
Aldur: 19 Pláss: Miðvallari
Felag: FC Keypmannahavn (Danmark)
Landsdystir: 5 Mál: 1
Sølvi Vatnhamar
Støðumeting í felagnum: Hevur fast
pláss á miðvøllinum hjá Víkingi, har
hann er ein av leiðandi spælarunum.
Hevur spælt seg upp í Víkingi í ár, eftir
at hann var nakað lítið eyðsýntur í
fyrru hálvu.
Støðumeting á landsliðnum: Kom
burturúr ongum og hevur vunnið
sær fast pláss á høgra vongi, har hann
óræddur og ósmæðin bjóðar av við
bóltinum. Torir at bæði dribbla og
venda sær við bóltinum. Tykist ikki
nakar ivi vera um, at hann byrjar á
høgra vonginum fríggjakvøldið.
Aldur: 29 Pláss: Miðvallari og vongur
Felag: Víkingur
Landsdytir: 5 Mál: 0
Róaldur Jakobsen
Støðumeting í felagnum: Hevur aftur
í ár verið sannførandi á miðvøllinum
hjá B36, har hann er snúningspunktið
við bóltinum. Hevur saman við B36
liðnum sett seg tungt á fyrsta plássið
í føroyskum fótbólti.
Støðumeting á landsliðnum: Hevur
havt tað torført tveir teir fyrstu
dystirnar á landsliðnum, men vísti
í Rumenia, at hann er førur fyri at
spæla á landsliðnum. Einki bendir
á, at hann byrjar í kvøld, men er ein
sannlíkur innskiftari.
Aldur: 24 Pláss: Miðvallari
Felag: B36
Landsdystir: 2 Mál: 0
Árni Frederiksberg
Støðumeting í felagnum: Árni hevur
í nøkur ár verið millum drúgvastu
spælararnar hjá NSÍ. Evnini eru
ikki at taka feil av, men tvey tey
seinnu árini hevur hann veruliga
umsett tað til mál og avgerandi
avleveringar, ið vinna dystir. Kom tó
illa frá steypafinaluni, har hann bleiv
útvístur.
Støðumeting á landsliðnum: Tykist
sum hann er í hópinum fyri at læra
umstøðurnar og mannagongdirnar
at kenna. Kann koma upp á tal sum
innskiftari.
Aldur: 23 Pláss: vongur
Felag: NSÍ
Landsdystir: 0 Mál: 0
Jóan Símun
Edmundsson
Støðumeting í felagnum: Jóan
Símun hevur umsíður fingið sítt
gjøgnumbrot sum yrkisspælari.
Spæir fast í álopinum hjá Vejle, har
hann javnt er millum málskjúttarnar.
Somuleiðis verður hann róstur fyri
avrikini.
Støðumeting á landsliðnum:
Hevur fast sum áleypari, og er í
einum flokki fyri seg í framrættaða
spælinum. Fekk ein minni skaða
í landskappingardysti farna viku
skiftið, men vandi við fullari ferð í
gjár. Byrjar inni á fremsta plássinum.
Aldur: 24 Pláss: Framherji
Felag: Vejle (Danmark)
Landsdystir: 32 Mál: 3
Klæmint
Andrasson Olsen
Støðumeting í felagnum: Er topp
skjútti í føroyskum fótbólti. Tað
hevur hann verið í hálvt triðja ár nú.
Hóast hann skorar nógv mál, so er
hann ikki bangin fyri at arbeiða hart
og stríðast fyri liðnum.
Støðumeting á landsliðnum: Hóast
hann skorar nógv mál í føroyskum
fótbólti, so er tað nakað heilt annað at
skjóta mál á landsliðnum. Her hevur
Klæmint ikki sannført, at hann kann
gera tað á landsliðnum, men hann
lýkur flestu krøvini. Stríðsviljin og
málnøsina hevur hann. Byrjar á
bonkinum, men kundi verið eitt
gott boð upp á ein innskiftara móti
dystarenda.
Aldur: 25 Pláss: Framherji
Felag: NSÍ
Landsdystir: 5 Mál: 0
Finnur Justinussen
Støðumeting í felagnum: Hevur
spælt sín seinasta dyst í Effo-
deildini á hesum sinni. Flytir niður í
útbúgvingarørindum. Vónandi finn
ur hann eitt felag á rímiligum stigi.
Støðumeting á landsliðnum: Er við í
staðin fyri Andreas Lava Olsen, sum
ikki er tøkur í løtuni. Hevur prógvað
seinastu dystirnar, at hann er væl
fyri. Er eisini ein møguleiki sum inn
skiftari.
Aldur: 26 Pláss: Framherji og vongur
Felag: Víkingur
Landsdystir: 1 Mál: 0
trondur@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen