Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað kemur ikki óvart, at Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður og formaður í Sambandsflokkinum, nú alment hevur boðað frá, at hann ikki longur ynsk­ ir at vera formaður í Sam­ bandsflokkinum. Gjøgnum seinastu 18 mán­ aðirnar hevur nógv rumb­ul verið í flokkinum. Flokkurin hevur verið í tvíningum, hóast tað úteftir hevur eydnast for­ manninum at halda fast um, at hetta eru kjak, sum ikki skræða flokkin sundur. 51-ára gamli løgmaðurin hevur eisini verið undir ómeta­ liga stórum trýsti í seinastuni. Í sambandi við tunnilsmálið var ein kanningarstjóri sett­ur at kanna leiklutin hjá løg­manni og fyrrverandi lands­stýris­ mann­inum við innlendis­mál­ um, Kára P. Højgaard. Í niðurstøðu síni skrivaði kanningarstjóorin Hans Gammel­toft Hansen, at løg­ mað­ur meira enn einaferð til­ vitað hevði sagt ósatt fyri Løg­ tinginum. Niðurstøðan gjørdi, at ser­ liga andstøðuflokkarnir vildu hava, at løgmaður legði frá sær, men eisini inni í Sam­bands­ flokkinum gjørdist upp­aftur meira ófriður, tá ið kann­ingar­ úrslitið kom. Samstundis hendi tað, at Sambandsflokkurin á fólka­ tings­valinum 18. juni misti fólka­tingssessin. Flokkurin var yvirhálaður av Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, so Ed­ mund Joensen misti sítt sætið á Christiansborg. Hørð tíð Hesi vðurskifti gjørdu sein­ astu tíðina hjá formanninum í Sam­bandsflokkinum ógvu­ liga trupla. Hann fekk ákoyringar fyri, at hann einsamallur stillaði upp í Havn fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið – og hann fekk ákoyringar fyri at hava verið burtur í eina tíð undan fólka­ tingsvalinum. Tað gjørdi, at flokkurin kom seint í gongd við valstríðið og var sum seinasti flokkur úti við valskránni til fólkatingsvalið. So at siga allar veljara­kann­ ingar góvu Sambands­flokk­ inum afturgongd undan løg­ tings­valinum. Tá ið avtornaði fekk flokk­ urin eina afturgongd uppá seks prosent. Í staðin fyri at fáa 26,7 prosent av samlaða atkvøð­ un­um, sum flokkurin fekk á valinum í 2011, so fekk flokkurin 18,8 prosent á valinum 1. sep­ tember í ár. Í mun til seinasta løgtings­ val misti flokkurin tvey ting­ fólk, men í mun til hvussu nógv tingfólk flokkurin hevði nú tingið fór heim, so misti flokk­ urin tríggjar tinglimir. Í seinasta valskeiði flutti Ger­hard Lognberg úr Javn­aðar­ flokkinum til Sambandsflokkin so tingbólkurin tá taldi nýggju tinglimir. Eftir valið eru teir bert seks. Leggur frá sær – Nú er tíðin komin at lata nýggj fólk sleppa fram­at í leiðsluni í Sam­bands­flokk­ inum og fari eg við hesum at takka fyri meg sum for­ maður. – Fyri framman stendur ein nýggj tíð og eg fari nú at røkja løgtingsarbeiðið og halda fram við mínum polit­ iska arbeiði og gera mítt til, at Sambandsflokkurin gerst ein sterkur flokkur, sum fram­ haldandi myndar føroyskan politikk, boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá í farnu viku. Enn situr Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen sum Føroya løg­ maður. Hann leiðir eitt lands­ stýri, sum skal virka og syrgja fyri at samfelagið koyrir til tann dag, tá ið Løgtingið velir nýggja løgmann og nýtt landsstýrið. Ongar politiskar avgerðir verða tiknar, men samfelagið skal framvegis virka. Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðað frá, at hann ikki longur vil vera formaður í Sam­bandsflokkinum. Ákoyr­ ingarnar undan løgtings­val­ in­um viga nógv, men eisini vána­liga úrslitið á valinum 1. sep­tember viga tungt. Tveir nýggir limir eru valdir inn í tingbólkin hjá flokkinum, sum helst gera, at javnvágir fellur ein annan veg. Tað er neyvan nøkur loyna, at hvørki Magni Laksáfoss ella Edmund Joensen fara í tann partin í flokkinum, sum hevði viljað havt, at formaðurin held­ ur fram. Kaj Leo Holm Johannesen heldur fram, sum tingmaður fyri Sambandsflokkin. Á valin­ um fekk hann 603 persónligar atkvøður. KAJ LEO TAKKAR FYRI SEG SUM LØGMAÐUR OG FORMAÐUR Nýggj samgonga verður helst skipað – og har er hann ikki við. Harumframt hevur hann sagt seg úr formansstarvinum í Sambandsflokkinum POLITIKKUR Løgmaður í ringum og góðum tíðum Føroya fráfarandi løgmaður er føddur í 1964 og er sostatt 51-ára gamal. Í 2002 var hann valdur á ting fyri Sambandsflokkin og longu í 2004 var hann valdur til formann í Sambandsflokkinum. Síðani 24.september 2008 hevur hann sitið sum løg­ maður. Tá avloysti hann Jóannes Eidesgaard, Javnaðar­ flokkurin. Í hansara tíð sum løgmaður eru Føroyar farnar gjøg­num ringar og góðar tíðir. Tá ið Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum løgmaður vóru vit júst farin inn í eina fíggjarkreppu, sum rakti allan heim. Tíðirnar vóru ringar, men tá ið vit komu til 2010 byrjaði at lýsna aftur. Uppsjóvarfiskurin – serliga makrelurin – kom hendan vegin og Føroyar ásettu sær egna, størri makrelkvotu. Samstundis sum tað hendi, so vísti tað seg, at prís­ urin á aldum laksi fór ómetaliga nógv upp, so pen­inga­ streymurin til Føroyar vaks nógv. Seinastu tvey árini er búskapurin vaksin og arbeiðs­ loysið er minkað. Harumframt er fólkatalið vaksið. Búskaparráðið vísir á, at fólkatalið veksur í Føroy­ um, tá ið nógv er at gera í Føroyum – og tað er tað nú.