mánadagur 7. september 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
Áki Bertholdsen
– Eru politikararnir sína
uppgávu vaksnir, ber væl til
at skapa eini 200-300 nýggj
arbeiðspláss í Havnini.
Tað heldur Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag.
Tað eru ný fleiri ár síðani,
at gamla stóra fiskavirkið,
sum fyrr nevndinst Bacalao,
í Havn, stongdi.
Síðani
hava
nógvar
royndir verið gjørdar at lata
tað upp aftur, men higartil
hevur tað verið til fánýtis.
Ikki minst hava Havnar Ar
beiðsmannafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag
lagt
nógva orku í at fáa virkið lat
ið upp aftur.
Tað vísti seg, at í Føroyum
var ikki stórur áhugi fyri at
seta pening í virkið, men fyri
eini tíð síðani fingu tey sam
band við eina danska fyri
tøku, Espersen fisk á Born
holm, sum er sinnað at skapa
arbeiðið aftur á Bacalao, men
eg havi skilt støðuna soleiðis,
at tey vilja ikki í holt við tað,
sum støðan er nú, sigur Hans
Joensen.
Og tað, sum tey serliga
sipa til, er, at tað ber ikki til
at fáa fatur á fiski.
Hans Joensen sigur, at
gongdin er tann, at í Føroyum
verður verður bara ein lítil
partur av fiskinum, seldur á
almennum uppiboði. Tvørt
ur ímóti eru tað virkini, sum
eisini eiga skipini og tí selja
skipini beinleiðis til virkini.
– Sostatt er ómøguligt hjá
teimum virkjum, sum ikki
eiga skip, at fáa fatur á fiski
til virkingar.
– Og so leingi tað ikki ber
til at fáa fatur á fiski, er ikki
nógv at lata virkið upp til,
leggur hann afturat.
Ábyrgdarleyst
Hans Joensen heldur, at tað
er rættiliga ábyrgdarleyst, at
fiskurin, sum verður fiskað
ur undir Føroyum, ikki verð
ur seldur á uppboðssølu, at
kalla allur sum hann er.
– Sum støðan er nú, er tað
eingin sum sigur, at fiskurin
verður seldur fyri hægsta
prís, og at fiskimenninir so
statt fáa tann rætta prísin
fyri fiskin.
Tað er bara ein uppboðs
søla, sum kann tryggja, at
tann besti prísurin fæst fyri
fiskin, tí tá fáa kappingar
førar fyritøkur ein møgu
leika at keypa fisk til virk
ingar.
– Samstundis hevði ein
uppboðssøla elvt til harðari
kapping um fiskin, og tað
hevði eisini fingið prísin at
hækka, og sostatt eisini hýr
urnar hjá fiskimonnum.
Samstundis hava virki, sum
ongi skip eiga, heldur ongan
møguleika at fáa fatur á fiski,
og tað kostar arbeiðspláss.
Tí heldur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
at tað er beinleiðis ábyrgdar
leyst av politikarunum, at
teir ikki fáa viðurskiftini
broytt, so at kapping av álv
ara fæst um fiskin.
Og hansara vón er, at
flokkar, sum nú samráðast
um at skipa samgongu, taka
hendan spurningin upp av
álvara og fáa hesi viðurskift
ini í rættlag.
– Tað skal vera mín staði
liga áheitan á flokkarnar,
sum nú fara at skipa sam
gongu, leggur hann afturat.
– Tað er bara hetta, sum
gevur tað røttu myndina av
prísinum, og størsta avkastið
til samfelagið, og tí er tað
heilt hol í høvdið, ikki at gera
nakað við hetta.
200 - 300 arbeiðspláss
Sjálvur heldur Hans Joensen,
at verður rætt borið at,
kunnu eini 200-300 nýggj
arbeiðspláss í fiskivinnuni
vera á Bacalao.
Hann vísir á, at í fyrstuni
verður mett, at eini 60-70
arbeiðspláss kunnu vera á
Bacalao. Men hann dugir ikki
at síggja nakra forðing fyri,
at talið kann økjast mun
andi, sum frá líður.
Hann vísir á, at á aðru
hædd í bygninginum er eitt
góðskingarvirki,
sum
nú
stendur óbrúkt, men sum
fyrr varð brúkt til at hávirka
fiskin, sum varð skorin niðri
undir.
– Er viljin til staðar, er
einki til hindurs fyri at skapa
heilt nógv arbeiðspláss á
Bacalao, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafelag.
– Møguleikin er avgjørt til
staðar, men so mugu politik
ararnir skapa karmarnar,
men tað hava teir avgjørt
ikki gjørt higartil.
– Tí er tað ógvuliga
ábyrgdarleyst, at politikarar
ikki slóða fyri, at tey, sum
vilja gera íløgur í arbeiðspláss
í Føroyum, ikki sleppa, tí at
skipanin gevur nøkrum fá
um einkarrætt til fiskin.
– Fyritøkan, vit hava sam
band við, er ikki áhugað í at
keypa hvørki fiskiloyvi ella
skip. Hon er einans áhuga í at
keypa veiðina til virkingar,
og at skapa arbeiðspláss,
men heldur ikki tað sleppur
hon, sigur Hans Joensen.
– Vit hava roynt, men
vit føla okkum hjálparleys,
tá ið politikarar ikk eisini
vísa samfelagssinni og seta
skipanir í verk, soleiðis at vit
øll, arbeiðsfólk, fiskimenn og
samfelag, fáa sum mest burt
ur úr.
DROYMIR UM 300 NÝGGJ
ARBEIÐSPLÁSS Í HAVN
ÁBYRGDARLEYS Men so
mugu politikararnir spæla
við, men higartil hava teir
verið púra ábyrgdarleysir
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Tí er tað heilt hol í høvdið,
ikki at gera nakað við hetta
– Tað er ógvuliga ábyrgdarleyst, at politikarar ikki slóða fyri, at tey, sum vilja gera íløgur í arbeiðspláss í Føroyum, ikki sleppa