mánadagur 7. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búskaparráðið kallar higartil førda búskapar
politikkin fyri skaðiligan fyri búskapargongdina
Íløgurnar
mugu endur-
skoðast og
útsetast
Búskaparráðið
Danjal av Rana
Búskaparráðið legði fram
heystfrágreiðing sína fríggja
dagin, og boðskapurin er
greiður: Almennu íløgurnar
mugu endurskoðast.
Búskaparráðið
hevur
serliga heft seg við, at førdi
búskaparpolitikkurin
í
stóran mun hevur verið kon
junkturviðgangandi og at
hetta hevur á mangan hátt
verið skaðiligt fyri búskapar
gongdina.
Konjunkturviðgangandi
merkir, at tá vøkstur hevur
verið í inntøkunum hjá tí
almenna, so er vøksturin
mest sum farin beinleiðis til
vøkstur í almennari nýtslu
og almennum íløgum. Um
vent merkir hetta eisini, at
inntøkurnar eru lágar, hevur
tað almenna spart og skorið
niður upp á almenna nýtslu
og íløgur. Politikkurin hevur
tí økt heldur enn minkað um
sveiggini í búskapargongd
ini.
– Hesin konjunkturvið
gangandi politikkur hevur á
mangan hátt verið skaðiligur
fyri
búskapargongdina,
skrivar
Búskaparráðið
í
heystfrágreiðingini.
Búskaparráðið
greiðir
frá, hesin politikkurin hevur
gjørt, at tá konjunkturarnir
eru uppgangandi, eru veruligi
BTÚ-vøksturin farin longur
upp um kapasitetsmarkið í
búskapinum, enn hann ann
ars vildi farið.
–
Hetta
merkir
eyka
ískoyti til eftirspurnartrýst
á
arbeiðsmarknaðinum
og til »lønarglíðing« og til
hækking av partabræva- og
fastognarprísum, saman við
meira øktum skuldbinding
um innan privata geiran,
skrivar Búskaparráðið.
Tað vil siga, at í góðum
tíðum, tá nógvar privatar
íløgur vera gjørdar og sam
felagshjólini annars mala val,
er vandi fyri, at almennar
íløgur yvirupphita búskapin.
Stórar almennar íløgur økja
tá um eftirspurningin, økja
lønirnar og økja prísin á bæði
verkætlanum og fastognum.
– Vandin er, at økti eftir
spurningurin
økir
um
íløgurnar hjá entreprenør
feløgum og øðrum í byggi
vinnuni.
Trupulleikin
er,
tá tíðirnar broytast og al
mennu íløgurnar minka. Tá
sita hesi feløgini eftir við eini
ovurstórari arbeiðsmegi og
maskinpark, greiddi Sverri
Hansen frá á tíðindafund
inum.
Trupulleikarnir halda á,
tá tíðirnar skifta, og lágkon
junkturur verður.
Sverri Hansen