mánadagur 7. september 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
Búskaparráðið
– Í eftirfylgjandi niður
gangs-konjunturinum
er
fallið í BTÚ-vøkstrinum farið
longur niður um kapasitets
markið í búskapinum, enn
tað annars vildi farið. Hetta
merkir eyka tilstuðlan til
arbeiðsloysi og til lækking
av partabræva- og fast
ognarprísum og tekniskum
insolvensi hjá vinnuvirkjum
og
húsarhaldum,
skrivar
Búskaparráðið.
Trupulleikin er, at kon
junkturtopparnir vera hægri
og dalarnir djúpri, meðan
tíðirnar við lágkonjunkturi
eisini vara longri enn neyð
ugt, tá ein førir ein kon
junkturviðgangandi politikk.
Húsini hálva
millión dýrari
Eitt mál, sum verður nýtt
fyri at meta um búskapar
gongdina, eru húsaprísirnir.
Her í Føroyum hava teir
verið nøkunlunda støðugir
síðani
fíggjarkreppuna,
men seinastu tíðina letur
til, at prísirnir eru farnir at
hækka. Meklaravirkið Inni
metir, at prísurin á einum
miðal húsum í Tórshavn er
vaksin við nærum hálvari
millión seinasta árið, og
Búskaparráðið óttast tí, at
ein konjunkturviðgangandi
almennur
íløgupolitikkur
kann føra til ein yvirhitaðan
fastognarmarknað
í
Føroyum komandi árini.
– Tað er umráðandi, at
politiska skipanin er til
reiðar at útseta almennar
íløgur,
um
greið
tekin
eru um yvirupphiting av
búskapinum, til dømis við at
húsaprísirnir vaksa skjótt og
stórliga upp um tað støði, um
er haldført í longdini, skrivar
Búskaparráðið í frágreiðing
síni.
12 milliardir í
almennum íløgum
Búskaparráðið mælir tí til,
at almennu íløgurnar verða
raðfestar
eftir
týdningi,
har kriteriini fyri týdning
eru gjøgnumskygd og hava
breiða politiska undirtøku
– Ein tungtvigandi týdn
ingur av íløgum vil altíð
vera týdningurin fyri pro
duktivitetsvøksturin
í
búskapinum,
og
harvið
fyri
búskaparvøksturin
og altjóða kappingarførið
hjá vinnuni. Aðrir týdn
ingar kunnu vera onnur
samfelagslig atlit og tørvir,
sum til dømis atlit til út
jaðara og sjálvsøgd atlit
til
konjunkturgongd,
og eisini gjaldsjavna og
uttanlandsskuld,
skrivar
Búskaparráðið.
Hóast
almenna
nýtsl
an eisini er voksin nógv
seinastu
árini,
so
metir
Búskaparráðið,
at
demo
grafisku broytingarnar fara
at gera tað trupult at av
marka vøksturin í almennu
nýtsluni. Tí eru tað íløgurnar,
sum mugu stýrast betri.
Búskaparráðið
hevur
hugt at íløguætlanunum hjá
tí almenna og kommunum
og metir, at almennu og
hálvalmennu
íløgurnar
í
tíðarskeiðnum 2014 til 2024
kunnu væntast at verða
umleið 12 milliardir krónur.
Her eru tó ikki møguligar
íløgur í Tórshavnar Havn í
tíðarskeiðnum 2016 til 2020
tiknar við. Búskaparráðið
vísir eisini á, at ilt er at meta
um, hvørjar íløgurnar vera
eftir 2018, av tí at ilt er at
yvirskoða, hvat fer at henda
eftir 2018.
– Samanumtikið verður
mælt til at íløgurnar á lands
íløguætlanini verða endur
raðfestar, og eisini »rullandi«
endurraðfestar við reglu
ligum millumbilum, og at
tann politiska skipanin, ið
skal luttaka í hesi raðfesting,
í stórst møguligan mun ger
sær greitt tey raðfestingar
kriteriir, sum rímilig eru at
nýta í sambandi við slíka
íløguætling,
skrivar
Bú
skaparráðið, sum tó ikki
vil nevna ítøkiliga, hvørjar
ætlanir skulu útsetast.
– Tað liggur uttan fyri
okkara
ábyrgdarøkið
og
er í stóran mun úrslitið av
politiskari
viðgerð,
sigur
Sverri Hansen.
danjal@sosialurin.fo
– Trupulleikin er, tá tíðirnar broytast og almennu íløgurnar
minka. Tá sita hesi feløgini eftir við eini ovurstórari
arbeiðsmegi og maskinpark, sigur Sverri Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen