Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Myndir: Álvur Haraldsen Stjóraskiftið á Atlantic Air­ ways er nú veruleiki. Í farnu viku tók Jóhanna á Bergi við stjórastarvinum, og Jørgen Holme, sum hevur sitið sum stjóri í stíviliga hálvtannað ár, er farin frá. Fríggjadagin var so høvi hjá fólki at koma vestur á flog­vøllin at heilsa uppá tey bæði, tá ið skipað var fyri almennari móttøku í høl­ unum hjá Atlantic Airways. Fleiri røður vórðu hildnar, og millum teirra, sum høvdu orðið, var eitt nú Johan Dahl, fráfarandi landsstýrismaður í vinnumálum, sum takkaði Jørgen Holme fyri tað ar­ beiðið, sum hann hevði gjørt fyri Atlantic Airways sein­ astu sløku tvey árini. Johan Dahl nýtti sam­ stundis høvi til at fegnast um avgerðina hjá nevndini í Atlantic Airways um at seta Jóhannu á Bergi í stjóra­ sessin, tí eftir hansara tykki var hon júst rætti per­són­ urin, og tað gjørdi tað ikki verri, at talan var um eina kvinnu. Nógv fólk heilsaðu Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme Fríggjamorgunin var skipað fyri stórari móttøku í hølunum hjá Atlantic Airways í sambandi við, at Jóhanna á Bergi tók við stjórasessinum eftir Jørgen Holme