Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur fótbóltur útisetar Eyðvør í spanska eldinum Fyrrverandi KÍ spælarin kennir seg ógvuliga væl komna í CD Mariño, sum hon fríggjadagin skrivaði undir sáttmála við Jóannes Hansen Í gjár fór bólturin á rull í næstbestu sponsku kvinnu­ deildini. Fyri fyrstu ferð er ein føroyskur spælari millum luttakararnar. Tað er 20 ára gamla Eyðvør Klakstein úr Klaksvík, sum fríggjadagin skrivaði undir sáttmála, ið bindir hana at CD Mariño tað, ið er eftir av hesum árinum. Á middegi í gjár átti CD Mariño heimavøll ímóti Capiscol, sum er nýtt felag í deildini. Eyðvør Klakstein var ámiðvøllinum frá fyrsta bríksli, og pápin, Eyðun Klakstein, var millum tey hálvt­annaðhundrað, sum í góð­veðr­inum hugdu at: – Tíverri tapti CD Mariño 1-0. Tað var óheppið, tí málið varð skorað lítla løtu eftir, at mótstøðuliðið varð undir­ mannað, tí ein av verju­ spæl­arunum, sum nýtti neyðbremsuna, sá reytt. Tað gekk javnt á, og síðstu løtuna hevði heimaliðið møguleikar at skjóta mál, men tað eydn­ aðist ikki. Í hesum umfarinum hevði Eyðvør Klakstein bara vant eina ferð saman við nýggju liðfeløgunum, sum hon fyrsru ferð hitti í summar. Hon var á vøllinum í 80 minuttir: – Tað gekk eitt sindur skjót­ari fyri seg, enn tað ger í føroysku kappingini, so tað skal Eyðvør venja seg við. Sólin skein, og tað var heitt, so hon var troytt, tá ið hon varð skift út, sigur Eyðun Klakstein. Eyðvør er fegin um henda møguleikan og avbjóðingina, sum bíðar henni: – Eg kenni meg væl mót­ tikna av liðfeløgunum og í felag­num. Venjarin er pápi eina av stuðulsspælarunum. For­eldrini eru virkin í felag­ num, og eg skal fyrstu vikur­nar búgva heima hjá teimum. Vit venja fýra ferðir um vikuna, og so skal eg eis­ ini ganga í málskúla, so eg gleði meg ógvuliga nógv, sigur Eyðvør Klakstein, sum í fyrstu atløgu fer at royna seg í sponskum fótbólti fram til upp­undir jól. Sunnudagin skulu tær spæla á útivølli í Bilbao. joannes@sosialurin.fo André Olsen Nýggi føroyski leikarin í triðbestu donsku deildini, Heini Vatnsdal, fekk sunnu­dagin sínar fyrstu minuttir fyri sítt nýggja felag, tá Fremad Amager spældi javnt á heimavølli móti Marienlyst Fremad Amager við í oddastríðnum Tað var í seinastu viku, at tað gjørdist greitt, at Heini Vatns­dal skiftir frá HB til danska felagið Fremad Amager, sum spælir í trið­bestu donsku deildini. Heini Vatnsdal verð­ur sostatt lið­felagi við før­ oyska lands­liðs­leik­aran, Christian Lamhauge Holst. Og longu sunnudagin kom Heini Vatnsdal í eldin fyri nýggja felag sítt fyri fyrstu ferð, tá Fremad Amager á heima­ vølli spældi móti Marien­ lyst. Heini kom inn á tann sentrala mið­vøllin mið­ skeiðis í seinna hálvleiki, tá støðan var 2-2, sum eis­ ini varð endaliga úrs­litið. Fremad Amager hevði annars verið aftanfyri 2-0 í hálv­leikinum, men við ein­um góðum av­rikið í seinna hálv­leiki, eydn­ aðist tað Fremad Amager at venda dystinum. Tveir aðrir føroyskir leik­arar hava eisini sína dagligu gongd í triðbestu donsku deild­ini. Tað eru Oddur Á. Højgaard og Jógvan á Lað Jacobsen, sum spæla fyri B1908. Jógvan á Lað Jacobsen spældi leygardagin allar 90 minuttirnar, tá B1908 tapti 5-0 á útivølli móti HIK. Orsakað av bygnaðar­ broyt­ingum í teimum donsku kappingunum, eru í løt­uni tríggjar deildir av trið­bestu donsku deild­ini. Merkis­vert er eisini, at granna­feløgini, Fremad Amager og B1908 ikki spæla ímóti hvørjum øðrum, hóast at tey spæla á sama stigið. B1908 er í bólki eitt av triðbestu donsku deildini, har teir liggja aftast við einum stigið. Betur gongst hjá Fremad Amager, sum liggur á øðrum plássi í øðrum bólki av triðju deild. Teir hava átta stig fyri fimm dystir, og eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið Frem, sum er á fremsta plássinum. Vejle misti stig Eisini føroyski lands­ liðs­leikarin, Jóan Símun Edmunds­son, spældi sunnu­dagin fyri danska felag sítt Vejle BK, sum á úti­vølli spældi móti Lyngby BK. Upprunaliga var ann­ ars ikki ætlanin at Jóan Símun skuldi vera tøkur til dystin hjá Vejle sunnu­ dagin, men av tí at hann fekk reytt kort móti Norður Írlandi fríggja­ kvøldið, var hann ikki upp­tikin av lands­liðs­ ørind­um sunnudagin. Jóan Símun Edmunds­ son kom á vøllin tá gott og væl ein hálvur tími var eftir at spæla sunnudagin í einum dysti, sum Vejle tapti 3-2. Vejle var annars kom­ið uppá javnt 2-2, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið aftanfyri 2-0. Fyri Vejle vóru mistu stigini ein smeitur, tí Vejle er væl við í oddastríðnum í næstbestu donsku deild­ ini. Vejle liggur á einum fimta plássið við 11 stigum, meðan oddaliðið Lyngby er á fyrsta plássinum við 15 stigum. Nummar trý ligg­ur Vendsyssel, har teir tríggir føroysku leik­ arar­nar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen spæla. Trý lið úr næstbestu donsku deildini flyta bein­ leiðis upp í bestu deildina, tá kappingin endar. Debut til Heina Fyrrverandi KÍ leikarin, Eyðvør Klakstein, hevur gjørt sáttmála við spanska felagið CD Marino Mynd: Eyðun Klakstein