Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Meira kropslig venjing Hondbóltssambandið hevur gjørt eitt árs avtalu við danska venjaran, Anders Poulsen, sum verður høvuðsungdómsvenjari, nú HSF heldur fram við tí úrvals- og menningararbeiði, sum hevur verið í gongd síðstu tvey árini Hilmar Jan Hansen Fríggjadagin var avtala gjørd um, at Magn verður ein av høvuðsstuðlunum hjá Hond­bóltssambandinum, og er talan serliga um at veita ung­dómsarbeiðinum eina hjálp­andi hond. – Hetta er fyri okkum ein góð íløga, tí vit vilja fegin vera við til at hjálpa. Hond­ bólturin siglir altíð fíggjar­ liga í tungum sjógvi, og vit meina, at við at stuðla ung­ dóms­arbeiðinum, eru vit við til at menna hond­bóltin runt um landið, sigur Áki Vang Poulsen, marknaðar­ stjóri hjá Magn. Somuleiðis fegn­ast for­ maðurin í Hond­bólts­sam­ band­inum um, at Magn traðk­ar til sum stuðul: – Vit vita, at tað eru altíð pengar, tað strandar á, og tí fegnast vit um, at Magn sær potentialið í føroyska ung­ dóminum og hvussu stór tilgongdin er, so tað gleðir okkum, at teir vilja vera við, sigur Kristian Johansen. hilmarjan@sosialurin.fo Magn høvuðsstuðul Hilmar Jan Hansen Seinnapartin fríggjadagin skrivaði 46 ára gamli danski venjarin, Anders Poulsen, undir eitt árs avtaluna við Hondbóltssambandið, ið harvið enn einaferð vísir, at álvari liggur aftan fyri tað úrvals- og menningararbeiði, sum hevur verið í gongd síðstu tvey árini. Ein annar danskur venj­ ari, Flemming Oliver Jensen, legði lunnarnar undir menn­ ingina av ungum hond­bólts­ spælarum, men fyri trimum mánaðum síðani varð greitt, at samstarvið millum hann og Hondbóltssambandið ikki kom at halda fram. – Soleið­ is sum hansara kon­sept er samanskrúvað og so­leiðis sum fíggjarvánirnar eru í løtuni, ber ikki til hjá okkum at halda fram við sam­starv­ inum, segði for­mað­urin í HSF, Kristian Johansen, tá. Nú er so ein nýggjur maður komin fyri Oliver Jensen, og í Anders Poulsen, sum í átta ár hevur arbeitt á ítróttar­eftirskúlanum í Kjøpin­havn og nú er á ítróttar­skúlanum í Oure, heldur HSF seg hava funnið ein avloysara, ið kann halda fram við tí arbeiði, sum hevur verið síðstu tvey árini. – Tað er fyri at halda fram eftir tí leisti, vit hava arbeitt eftir, og fyri at menna ungdómin uppaftur meira, at vit hava gjørt avtaluna við Anders, sigur Kristian Johansen. – Vit vilja eisini hava krops­liga partin av venj­ ingini við, tí tað hevur nógv at siga. Vit hava jú nógvar góðar spælarar, men tað krops­liga má eisini fylgja við, skulu teir standa seg. Úrs­ litini á ungdómssíðuni hava verið góð, so við at halda fast við menningina og at styrkja hana, síggja vit fyri okkum, at vit eisini fara at fáa úrslit í hinum endanum. Spentur venjari Anders Poulsen er serfrøð­ ingur í krops­ligari venjing, sum Hondbóltssambandið ætlar at hava sum eitt fokus­ øki næstu árini, og hann dyl­ ur heldur ikki fyri, at hetta fyri hann er ein sera spenn­ andi uppgáva. – Hetta er eitt sera spenn­ andi prosjekt, at man vil hyggja at hondbóltinum upp á ein annan máta og royna at menna aðrar mátar at spæla hondbólt uppá. Og fyri meg kundi tað eisini verið stuttligt at havt nøkur hug­skot um, hvussu tann krops­liga venjingin kann fylla meira hjá teimum ungu lands­liðunum, sigur hann. – Eg eri nógv upptikin av, hvussu børn og ung kunnu fáa meira burturúr, og har vil eg leggja dent á, at kropsliga venjingin skal vera stuttlig, men samstundis eisini virka eftir tí máta, vit vilja spæla hond­bólt uppá. Anders Poulsen sigur tað eisini vera áhugavert at arbeiða í einum høpi, har tað ikki eru so nógvir spælarar í at velja, og at størri dentur tí má leggjast á tann einstaka. – Tá fleiri eru í at velja, er skjótari at velja spælarar frá, men her er støðan í grundini tann øvugta, at tann einstaki er útgangspunktið, so pláss skal vera fyri øllum, sigur hann. – Annars kenni ikki eg so nógv til føroyskan hondbólt, annað enn at eg arbeiði á einum eftirskúla í Danmark, har fleiri ungir føroyingar ganga. Enn eigi eg á at síggja meira til føroyskan hondbólt, og tað gleði eg meg til. Sum høvuðs­ungdóms­ venj­ari skal Anders Poulsen hava yvirskipaðu ábyrgdina av spælaramenningini, og í tøttum samstarvi við venj­ arar­nar í teimum ymsu aldurs­bólkunum, fer hann at leggja til rættis og skipa fyri venj­ing­um ígjøgnum árið. hilmarjan@sosialurin.fo Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, tekur í hondina á Anders Poulsen, eftir at teir báðir hava skrivað undir eitt árs avtaluna um, at Anders skal vera høvuðsungdómsvenjari hjá HSF Myndir: Hilmar Jan Hansen