Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur fótbóltur U21-landsliðið Spennandi tíð fyri U21 landsliðið Føroyska U21 landsliðið skal komandi hálva árið spæla fleiri dystir móti millum annað Týsklandi og Russlandi. Liðið er uttan fleiri spælarar og hevur stórar avbjóðingar, tí fleiri av spælarunum eru ungir, men landsliðsvenjarin stúrir ikki Tróndur Arge – Helsinki Í morgin skal hetta U21 lands­ liðið í eldin fyri aðru ferð í hesi EM undankappingini. Hetta er fimta ættarliði av U21 landsliðnum. Bill M. Jacobsen hevur staðið á odda øll árini. Fyrst saman við Heðini Askham, og nú Eli Hentze. Avbjóðingarnar hesa ferð eru tú størri enn tær hava verið fyrr. Menn sum Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Ári M Jónsson og Hørður Askham eru ikki til taks. Tveir teir fyrstu tí teir spæla við A-landsliðnum, meðan hinri báðir dragast við lang­ tíðar skaðar. Hetta hevur millum ann­ að gjørt, at fleiri U19 spæl­ arar hava fingið møgu­leikan. Hetta U21 landsliðið hevur ikki eins nógvar profilar í Effo-deildini, sum onkur av hin­um ættarlðnum hevur havt. Avbjóðingarnar eru stór­ ar. Bæði til dystin í morgin og fyri restina av undan­ kapp­ingini. Skráin ger eisini, at spælararnir mugu venja í allan vetur. Spennandi hálvt ár fyri framman Dysturin í Finnlandi er byrj­anin til eitt tíðarskeið upp á eitt hálvt ár, har U21 landsliðið skal til fleiri spenn­andi uppgávur. Tað merkir millum annað, at spæl­ararnir ikki fáa frí í vetur. U21 landsliðið hevur dystir móti millum annað Russ­landi og ikki minst Týsk­landi komandi tíðina. – Eftir kappingarenda verð­ur farið undir fyri­reik­ ing­arnar til heimadystin móti Týsk­landi í oktober, og úti­dystin í Russlandi í november, sigur Bill M. Jacobsen. Longu í mars mánaði eru aftur stórar uppgávur fyri framman, tá vit møta Týsklandi aftur, og Eystur­ ríki. Landsdystir í mars mán­ aði hava ikki altíð verið blíðir við føroysku landsliðini. Tá er kappingin í Føroyum ikki ordiliga komin í gongd, og tað ávrikar avrikið á vøllinum, – Ætlanin er, at spæl­arar­ nir skulu hava persónliga venj­ingarætlan fyri veturin. U21 fer at hava skipaða vetrar­venjing, har vit eisiini koma at savnast nakrar ferð­ir, meðan uppstarturin er í feløg­unum í januar og februar, greiðir Bill M. Jacobsen frá. Tað er leingir kapp­ingar­ árið hjá ungu spælarum, tí spælt verður í oktober, november í ár, og longu í mars mánaði í komandi ár. Fleiri broytingar til dystin í morgin Fimm broytingar eru í hóp­inum í mun til dyst­ in móti Aserbadjan. Patrik Johannesen, Fríði Sigurðs­ son, Poul Ingasson, Búi Egils­ son, og liðskiparin, Andrias Eriksen, eru ikki við. Síðst­ nevndi tí hann hevur leik­ bann. Í teirra stað eru Niklas Thomsen, Tórur Justesen, Gestur Bogason Dam, Teitur Olsen og Jákup Thomsen út­ tiknir. Hørður Askham og Ári M Joensen eru ikki við vegna skaða, meðan Brandur H. Olsen og Sonni Ragnar Nattestad eru við A- lands­ lið­num. Hákun Edmundsson hev­ur havt ein feril av háls­ bruna, og einstakir spælarar eru nakað slitnir nú føroyska kappingin byrjar at halla, men allir verða klárir týs­dagin, greiðir Bill M. Jacobsen frá. – Venjingarnar leygar­ dag­in og sunnudagin hava gingið sera væl. Nógv ferð er á, og hóp­urin byrjar at finna seg til­rættis. Givið er, at talan er um ein nokk so nýggjan U21 hóp. Hetta er eisini bert annar dysturin í kappingini, men tað gongur væl at fáa hópin samanspældan. Maður kemur altíð í mannstað, og tað eru vit fult greiðir yvir, sigur Bill. U21 landsliðið býr á Flamingo gistingarhúsinum, sum liggur ein hálvan tíma frá Helsinki. Gistingarhúsið er í økinum Vantaa, har ISS Stadion Vantaa liggur. Liðið hevur vant á leikvøllinum hvønn dag. Vøllurin er gras­ líki og tekur áleið 4700 fólk Góðar vónir Bill M. Jacobsen hevur góð­ ar vónir til dystin, hóast nakrir spælarar mangla, og Finn­land hevur eitt sterkt U21 lands­lið. Millum annað vunnu teir 2-0 á Russlandi fríggja­kvøldið. – Vónirnar til dystin eru góðar. Vit fara heilt víst eftir stigum og so vil tíðin vísa, um tað fer at eydnast. Finland vann 2-0 á Ruslandi fríggja­ kvøldið. Finland hevur eitt sterkt U21 landslið við spælarum í kendum europe­ iskum feløgum. Teir hava spælt einar 10 landsdystir í, greiðir Bill M. Jacobsen frá. Finnland hevur hesar dystirnir fingið spælt nýggja U21 landsliðið saman. Teir hava skift nakað millum spæli­skipani. Bill og Eli hava eis­ini eygamerkt ein spælara, sum teir skulu halda eyga við. – 7´arin hjá teimum Yaghoubi er nokk lykla­spæl­ arin, sum vit serliga skulu ansa eftir. Hann er ein dugna­ ligur spælfordeilari. Annars er talan um eitt homogent sterkt lið, ið spælir beinleiðis og ágangandi fótbólt. Ein stóran part av málunum teir skora er uppá deyðbóltar og serliga hornaspørk. Tað var eisini tilfeldið fríggjakvøldið móti Ruslandi, greiðir Bill M. Jacobsen frá. Í U21 leguni eru teir ikki í iva um, at teir vita hvørj­ar treytirnar eru fyri at standa seg í altjóða fótbólti. Hjálpar­ venj­arin, Eli Hentze, hevur eis­ini sæð allar dystirnar hjá Finn­landi. – Spælarnir skulu verða væl fyrireikaðir, stríðast og berjast alt tað teir megna. Helst skal málverjin eisini spæla sín lívs dyst. Vit hava lisið væl uppá og hava fyri­ reikað leikarnir sum frægast, so mugu vit síggja hvussu leikur ferð. Vit hava gjørt tað fyrr, og fara eisini at gera tað aftur, sigur Bill M. Jacobsen at enda. trondur@sosialurin.fo Savnsmynd: Álvur Haraldsen