Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur landsliðið fótbóltur Óumhugsni Føroyska landsliðið var á gáttini til enn eitt megnar úrslit, men óumhugsni og ósketni av fleiri spælarum í lyklastøðum kostaði dýrt. Dýrasta mistakið átti málskjúttin Jóan Símun Edmundsson, tá hann í seinna hálvleiki bleiv útvístur Tróndur Arge – Tórsvøllur Í meiri enn ein tíma var ilt at fáa eyga á munin millum Føroyar og Norðurírland á Tórsvølli. Hóast føroyska liðið ikki spældi upp til sítt besta, so vóru vit eins nær sigrinum og norðurírar. Tað er tó ein orsøk til, at Norðurírland er eitt stig frá at røkka EM endaspælinum, meðan Føroyar hava seks stig á fimta plássi. Í stuttum gjørdu okkara spælarar fleiri villur, sum helst kunnu bólk­ ast sum barnasjúkur. Tað kost­aði dýrt. Spælarametingarnar eru eisini merktar av, at vit gera ov nógv mistøk, sum vit kunnu sleppa undan. 1-1 aftaná 65 minuttir var meir enn góðkent, men avrikið stóð ikki heilt mát við undan­ farnar dystir. Seinastu 25 min­uttir­nar tapa vit avger­ andi tvísdystir, og klára ikki at umstilla okkum. Vánalig byrjan Føroyska liðið hevði um­skip­ að verjuna. Jónas Tór Næs var aftur á høgra bakki, með­ an Odmar Færø spældi undir liðini á Sonna Ragnar Natte­ stad. Gilli Sørensen byrjaði aftur á vinstra bakki, eins og móti Grikkalandi seinast. Stemningurin á Tórsvølli var sum heild heilt fan­tast­ iskur. Men fyrstu løt­una tóktist, sum fjáltur var á bæði áskoðarum og spæl­ arum. Okkara spæl hongur ikki saman, og tí koma vit undir trýst. Gilli Sørensen ger óneyðugt fríspark. Síð­ ani eru fimm av okkara spæl­arum rundanum Gareth McAuley, ið heldur ótarnað­ ur slapp at stúta bóltin í mál. Vit javna Síðani kemur føroyska liðið fyri seg og megnar at javna. Serliga á miðvøllinum fáa vit takið á spælinum, og byrja at flyta bóltin væl. Hetta endar við innkasti í høgru. Eftirfylgjandi vinnur Sonni Ragnar bóltin og spæl­ ir innfyri til Jóan Símun Edmunds­son. Óneyðugt reytt kort kostar Í seinna hálvleiki eru okkara spælarar eins væl við og mótstøðuliðið, tá Jóan Símun, sum fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, glíður við bóltinum. Í eini roynd at fanga bóltin aftur, tveitur hann seg í eina takling og rakar mannin. Óneyðugt og harmiligt fyri okkara lið, sum ikki megnar at standa ímóti við 10. Norðurírland avgerð Næstu tíggju minuttirnar av­gerð Norðurírland dystin. Aftur er tað Gilli Sørensen, sum er ov ágrýtin sambært dóm­aranum. Gilli heldur ikki tað er frípark, men helst gevur tvøramaðurin dóm­ar­ anum møguleikan at bríksla. Fríspark til Norðurírland og upp­skriftin til 2-1 málið, er hin sama, sum til fyrsta mál­ ið. Gareth McAuley vinn­ur aftur sín tvídyst og skor­ar. Seinastu løtuna økir Kyle Lafferty, tá báðir mið­verjar­ nir tapa sínar tvídystir. Ov óroyndir Fyri at byrja í einum enda, so gera vit ov nógvar villur. Villur, sum royndir spælarar ikki gera. Fyrst er tað Jóan Símun Edmundsson, sum fær tvey óneyðugt gul kort. Gilli Sørensen ger tvey óneyð­ug fríspørk, sum koma at kosta dýrt. Sum heild gera vit ov nógv fríspørk, sum kunnu bólkast sum óneyð­ ugt. Tað er ikki samskifti í brots­teiginum, norðurírar koma á odda. Hallur Hansson fær gult fyri at brokka seg, tí hann veipar við armunum. Norður­írar gramdu seg eins nógv, men høvdu royndirnar til at steðga beint áðrenn týski dómarin fór í lumman. Vit megna ikki at umstilla okk­um, tá norðurírar blíva ein í yvirtal. Vit mangla enn tað sein­ asta av royndunum, til at takla lið sum Norðurírland, ið spæla kropsligan og ferð­ miklan fótbólt. trondur@sosialurin.fo Verður dømdur nakað hart við føroyskum eygum, tí hann velur at bríksla tvey frí­spørk, sum hann við einum góðum vilja kundi lat­ið vera við at døma. Bæði kosta mál. Hevur eisni ein møguleika at bjarga Jóan Símuni við eini ávaring, heldur enn útvísingini. Gev­ur millum annað ikki Conor McLaughlin sítt seinna gula, tá hann fellur Sølva Vatnhamar í løtuni aftaná útvísingina. Tað hevði verið fair fyri báðar partar. Somuleiðis fær Hallur Hansson eitt bíligt gult kort, fyri at brokka seg í løtuni aftaná útvísingina. Tað má dómarin tola – mað­urin vil bara vinna. Burdi fingið eitt 2-tal, men valdi eisini at lata eitt nú Fróða Benjaminsen sleppa órevsaðan frá alboga í andlitið á Steven Davis. Er tíverri avgerandi fyri útfallið, men vit góvu hon­um møguleikan at bríksla í avgerandi før­ unum. Dómarin Felix Zwayer 3