Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur fótbóltur landsliðið kostaði dýrt 4 Gunnar Nielsen Kann kanska gera okkurt øðrvísi í triðja málinum, men er annars skylduleysur í tveim­um teimum fyrstu mál­inum. Hevur eina framúr bjarg­ing í seinna hálvleiki, men fór eisini púra skeivur av inn­leggi í fyrra hálvleiki. Kom annars ógvuliga væl út og helt fleiri innleggum. Eitt yvir­miðal avrik, uttan at hava so nógv at gera. 3 Jónas Tór Næs Hollur í verjupartinum og kom framvið nakrar ferðir. Leit­aði millum annað heilt fram í uppspælinum til inn­ kastið, sum førdi til málið. Sann­førandi í tí mesta, sum hann ger. 2 Odmar Færø Fær eitt 2-tal, tí hann dekk­ ar tvímálsskjúttan, Gareth McAuley, í báðum frí­spørk­ unum. Verður eisini fintaður í triðja málinum. Var sum altíð sterkur í tvídsytunum og norðurírar tordu ikki at renna kapp við skjóta og sterka miðverjan, men Odmar kom tó í trupulleikar við bóltinum nakrar ferð­ir. Ikki sannførandi avrik yvir allan dystin, men sann­før­ andi í ávísum nærdystum. 3 Sonni Ragnar Nattestad Tapur sín tvídyst í triðja mál­ inum, og skal søkja bóltin í fyrsta málinum. Spældi ann­ ars væl og vísti styrki í mill­ um annað luftspælinum, tá hann var til reiðar. Hevði onkra góða sending fram til Sølva upp á fríspark. Legði eis­ini upp til málið. 2 Gilli Sørensen Hevði ávísar trupulleikar sum høgra beintur á vinstra bakki. Gjørdi tvey óneyðug frí­spørk, sum tíverri kosta. Vísti í løtum dirvi og setti ferð á. Gleðiligt at hann full­ førdi dystin, men enn restar eitt sindur í. 5 Fróði Benjaminsen Dagsins spælari (Út 87. min) Tað er ótrúligt, at maðurin er 37 ár og í holt við sítt seinasta kapp­ing­ar­ ár. Prógvaði aftur hví hann hevur fingið álitið oftari enn nakrar annar á A-lands­ lið­num. Dysturin fer ikki í søg­una, sum tann besti, men Fróði var í óteljandi nær­ dystum, og vann teir flestu. Slapp sær skilagott av við bóltin og røkti leiklutin sum undan­gongumaður og lið­ skipari. 4 Hallur Hansson Spældi eins væl og Fróði, men tað telur niður at hann aftur fekk eitt gult kort fyri brokk. Tey telja nógv í altjóða fótbólti. Annars spældi Hallur sum hann plagar. Fullur í orku, ósmæðin á bólt­ inum og eirindaleysur í tví­ dyst­unum. Nú restar bara at fáa tamarhald á vinnara­vilja­ num, so hann ikki kostar ov nógv gul kort. Hallur hevur longu havt leikbann í hesi undan­kappingini. 3 Brandur H. Olsen (Út 83. min) Helt væl upp á bóltin í løtum og sleppur sær væl av við hann. Dysturin hóskaði seg ikki til lávaksna miðvallarin, tí vit fingu ov sjáldan flutt nógv væl runt. Hevði trupulleikar við deyð­ bóltunum, sum enn mangla at siga »spar 5« í dysti. Vón­ andi verður tað í Finn­landi! 3 Christian L. Holst (Út 76. min) Var lítið sjón­ ligur í mun til tá hann var í hæddini. Heldur fram­vegis væl upp á bóltin og loysnir­ nar eru skilagóðar og tryggar. Bleiv sjáldan avgerandi og skapti dekan ov lítið, til at køva spurningarnar um pláss­ið hjá honum er í vanda. 3 Sølvi Vatnhamar Arbeitti sum ein hestur á høgra vongi. Ósmæðin í dribbling­unum og í nær­ dyst­unum. Hevði eina fram­ úr aktión, tá hann sett bæði Chris Brunt og Johnny Evans av í høgru, men hesa ferð bleiv tað ikki til upplegg. Tó restaði nakað í til eitt yvir miðal avrik. 2 Jóan Símun Edmundsson Byrjar við at fáa eitt býtt gult kort. Síðani spælir hann væl og skorar føroyska málið. Við honum á liðnum situr tú við kensluni, at vit kunnu sku vinna hetta. Endar tó við at fáa seinna gula kortið 25 minuttir fyri tíð. Burdi vitað betri. Fær eitt 2-tal, tí hann skorar og spælir hóast alt væl, meðan hann er á vøllinum. Útvísingin er tó til eitt 1-tal.Óneyðugt og býtt. Vónandi hava vit lært av hesum nú. 2 Pól Jóhannus Justinussen (Inn 76. min) Kom inn sein­asta kortið fyri at fáa kropsliga styrki á vøllin. Kom tó sjáldan til sín rætt, og megnaði líka sum ikki at gera seg galdandi. Klæmint A. Olsen (Inn 83.min) Kom inn sein­ astu sjey minuttirnar. Tor­ ført at meta um avrikið. Rógvi Baldvinsson (Inn 87. min) Kom inn seinastu minuttirnar og misti ein bólt á miðjuni, tí hann ikki nóg skjótur at avlevera. 4 Lars Olsen Tað ber illa til at seta spurnar­ tekin við liðuppstillingina. Sonni Ragnar prógvaði, at hann kláraði at standa roynd­ina, tó hann ikki var fram­úr. Tók kanska ov langa tíð, at fáa Christian L. Holst út, eftir at Jóan Símun bleiv út­vístur. Hevur trenað fram­ rættaðar deyðbóltar við lið­ num, men vit fingu snøgt sagt einki burturúr. Góðkent av­rik og eitt sindur afturat. Myndir: Sigmar Mørkøre spælarametingar