Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur landsliðið fótbóltur Neli Heldarskarð Søgan um stríðið ímillum føroyska landsliðsmiðverjan, Atla Gregersen, og Kyle Lafferty byrjaði í 2010. Atli Gregersen var farin á »mál­ skúla«, sum hann sjálv­ur kallar tað, í Skotlandi um hetta mundið, og somu­ leiðis í Skotlandi spældi Kyle Lafferty við sigurs­vanda stórfelagnum, Glasgow Rangers. Nakrir av lið­feløg­ unum hjá Atla Gregersen vóru vinmenn við Kyle Lafferty, og soleiðis komu hesir báðir risarnir, ið eru væl størri enn vanliga mann­ fólkið, at kennast. »Málskúlin«, sum Atli Gregersen sipar til, var hans­ ara uttanlandsævintýr í skotska Ross County. Hans­ ara uppihald í Skot­landi mis­ eydn­aðist tó fullkomiliga. Atli var í felagnum frá juni 2010 til februar 2011, og ígjøgn­um hetta tíðarskeiðið spældi hann bert ein dyst, áðrenn hann vendi nøsini heim­aftur til Gøtu og Víking, sum hann enn spælir við tann dag í dag. »Eg tjeni meira enn tú« Í oktober 2010 hittust kenn­ingarnir báðir aftur. Hesaferð var tað tó ikki í Skot­landi, men á Svanga­ skarði, har Føroyar og Norður­írland spældu EM- undan­kappingardyst. Dyst­ urin endaði 1-1, og var Kyle Lafferty maðurin, ið skoraði norður­írska málið. Eftir dystin vóru lands­ liðsleikararnir tó alt annað enn vinir og kenningar. Ein og hvør fjeppari, sum fylgir væl við í føroyskum fótbólti, veit, at Atli Gregersen ikki er týpan, sum bakkar und­ an einum munnligum orða­ drátti, og so var eiheldur hendan heystardagin á Toftum. Atli greiðir soleiðis frá dystinum á Svangaskarði. – Stríðið ímillum okkum báðar byrjaði á Svangaskarði í 2010. Vit vóru alla tíðina eftir hvørjum øðrum í hesum dystinum, og Lafferty bleiv so illur, at hann millum ann­ að vísti á, hvussu nógvar pengar hann fekk í mun til mín. Men hesum flenna vit eftir tí í dag, so kanska eru vit blivnir vaksnir, sigur Atli Gregersen í samrøðu við Sosialin. Í oktober í fjør hittust slags­brøðurnir aftur. Hesaferð var tað á Windsor Park í Belfast, har talan aftur var um EM-undan­kapp­ingar­ dyst. Norðurírland vann dystin 2-0, og enn eina­ferð vóru Atli Gregersen og Kyle Lafferty farnir at munn­ høggast. Tó fóru teir báðir í nógv størri mun av vøllinum í sátt og semju, enn teir gjørdu á Svangaskarði fýra ár framman­undan. – Í fyrra hálvleiki brúktu vit nógv ókvæmisorð mót­ vegis hvørjum øðrum. Tað bleiv tó kanska eitt sindur ov nógv av tí góða, so í seinna hálvleiki spurdi Lafferty, um vit báðir ikki kundu slappa eitt sindur av og taka tað róligt. Vit eru báðir komnir eitt sindur upp í árini, so tað var ein avtala, at vit báðir avgjørdu at semjast um eina vápnahvíld. Ísrael og Palestina kundu kanska lært av okk­um, leggur Atli skemti­ liga afturat um dystin, ið varð leiktur í Belfast á heysti í fjør. Nummar tvey á evro­peiska topp­ skjútta­listanum Kyle Lafferty er 27 ára gam­ al, og er hann tann stóra stjørn­an á norðurírska lands­liðnum. Hóast tað eru fleiri royndir Premier League-leikarar á liðnum hjá Norður­írlandi, sum vit føroy­ingar helst kenna betri, so er tað fyrst og fremst Kyle Lafferty at takka, at Norður­írland hevur klárað seg so­mikið væl í okkara undan­kapp­ingar­bólki. Hann hevur skorað seks mál í sjey dyst­um í hesari undan­kapp­ ing­ini. Norður­írland hevur tilsamans skorað 11 mál í hesum sjey undan­kapp­ ingar­dyst­unum, og tí hevur Lafferty skorað meira enn helm­ingin av málunum hjá norður­írum í hesari undan­ kappingini. Á yvirskipaða topp­skjútta­listanum fyri hesa undan­kappingina er Lafferty á øðrum plássi saman við navnframum stjørn­um sum Thomas Müller, Wayne Rooney og Edin Dzeko, ið eisini hava skorað seks mál. Einasti maður, ið hevur megnað at skor­að fleiri mál enn hesir, er pólski Robert Lewandowski, sum til dagliga spælir við Bayern München, har hann skorar mál upp á samlibond. Lewandowski hevur skorað átta mál í hesari undan­kapp­ ingini. Nýtist ikki dystarvenjing Í Føroyum hevur nógv verið gjørt burturúr, at Sonni Ragnar Nattestad ikki hevði spælt ein einasta dyst síð­ ani stórfingna sigurin ímóti Grikkalandi, áðrenn hann aftur bleiv kastaður fyri norður­írsku leyvurnar fríggja­kvøldið. Sum kunnugt gekst tað honum fínt, har hann millum annað legði upp til før­oyska málið hjá Jóan Símuni Edmundsson. Nakað av tí sama er gald­andi hjá Kyle Lafferty. Mað­urin, sum nú hevur skor­að ímóti okkum tvær tær seinastu ferðirnar, har hann hevur verið í Føroyum, hevur ikki spælt nógvar dystir fyri feløg síni, meðan hend­an undankappingin hevur staðið á. Hetta hevur tó ikki forðað honum at skorað neyð­ugu málini fyri Norður­írland. – Kyle Lafferty er avgjørt ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl hjá Norðurírlandi. Hann hev­ur ofta verið avgerandi mun­urin í okkara dystum í hesari undan­kappingini. Hóast hann ikki hevur fingið nógva spæli­tíð í sínum feløg­ um ígjøgnum hesa undan­ kappingina, so hevur tað satt at siga ikki gjørt nakran mun hjá honum. Lafferty tykist at spæla nógv betri á lands­liðnum, enn hann ger hjá sínum felagi, sigur Joel Taggart um Kyle Lafferty. Joel Taggart er frá­søgu­mað­ ur hjá norðurírsku BBC- rásini, og fylgir hann norður­ írska landsliðnum gjølla. Meðan hendan undan­ kapp­ingin hevur verið spæld, hevur Lafferty umboðað enska Norwich, ið er upp­ flytari í Premier League hetta kappingarárið. Hann bleiv keyptur til Norwich á sumri í 2014, men fekk ikki nógva spælitíð í fyrru helvt av sein­asta kappingári. Tískil bleiv hann útleigaður til turkiska Rizespor í seinnu helvt av kappingarárinum, men har eydnaðist tað hon­ um eiheldur at vinna sær fast pláss. Nú er Lafferty aftur í Norwich, har hann ikki hevur fingið ein einasta minutt á vøllinum síðani enska kappingarárið byrjaði aftur fyri sløkum mánað síðani. Norðurírski stjørnuáleyparin, Kyle Lafferty, var bergtikin av føroyska liðnum, sum hann spældi ímóti fríggjakvøldið. Hetta var ikki fyrstu ferð, at Lafferty spældi ímóti Føroyum. Í undanfarnum landsdystum hevur sami Lafferty havt fleiri orrustur við okkara Atla Gregersen, ið ongantíð bakkar undan einum orðadrátti Føroyar fara at taka stig frá øðrum Atli Gregersen í skotska Ross County