Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur fótbóltur landsliðið Neli Heldarskarð Hin 46 ára gamli Michael O’Neill hevur alla orsøk at fegnast í hesum døgum. Sigurin fríggjakvøldið ber við sær, at í kvøld kann Norður­írland tryggja sær atgongd til EM-endaspælið komandi summar, tá ið Ungarn kemur á vitjan á Windsor Park í Belfast. Sigurin hjá norðurírum fríggjakvøldið var eisini søguligur á tann hátt, at hetta var fyrstu ferð nakran­tíð, at eitt norður­ írskt landslið vann á før­ oyskari jørð. Bæði A- og U21-landslið teirra hava áður spælt javnleik í Før­ oy­um í ávíkavist 2010 og 2011. Gamaní eydnaðist tað norður­írum at vinna heili 0-5 á útivølli ímóti Føroy­um afturi í 1991, men havast skal í huga, at tann dyst­urin varð spældur í Lands­krona í Svøríki. Hevði fyrireikað sínar leikarar Tað er ongin loyna, at føroyska landsliðið hevur klárað seg óvanliga væl í hesari undankappingini. Teir tveir sigrarnir á grikska landsliðið hava givið umrøðu í út­heim­ inum, og hava sigrarnir eis­ini í størri mun sett Føroyar á fótbóltsliga heims­kortið. Hetta førir tó eis­ini við sær, at ongin undir­metir Føroyar longur. – Eitt, sum eg legði dent á, tá ið spælarar mínir savn­aðust saman farna sunnu­dag (30.august), var, at vit undir ongum umstøðum máttu undir­ meta føroyingar. Vit vistu, at hetta fór at blíva ein torførur dystur. Hetta sunnukvøldið vísti eg leikarunum sjón­banda­ upp­tøkur av fyrstu 10 min­utt­unum av heima­sigr­ inum hjá Føroyum ímóti Grikka­landi, so at teir fingu eina hóming av, hvat tað var fyri eitt lið, sum vit skuldu spæla ímóti. Eisini var tað fyri at vísa, hvussu stemningurin rundanum føroyska landsliðið er á hesum leikvøllinum, segði Michael O’Neill eftir dystin, ið týðiliga hevði stóra virð­ing fyri føroyska lands­liðnum. – Eg væntaði ongantíð, at vit fóru at fáa ein lættan dyst í kvøld, tí at nú er tað blivið soleiðis, at ongin fær ein lættan dyst ímóti Føroyum á útivølli. Mál okkara var at vinna, og tað eydnaðist, so tað er eri eg sjálvandi sera fegin um. Var alla tíðina ætlanin at skifta til 4-4-2 Stóra vendin í dystinum var sjálvandi, tá ið Jóan Símun Edmundsson mið­ skeiðis í seinna hálvleiki varð rikin av vølli orsakað av tveimum gulum kort­ um. Dysturin var rættiliga javnur inntil hesa út­vís­ ingina, men O’Neill kendi alla tíðina á sær, at norður­ írar høvdu ta eyka orkuna, sum skuldi til fyri at vinna dystin. – Vit vistu alla tíðina, at um tað gjørdist neyðugt at trýsta teir seinastu 10- 15 min­uttirnar, so høvdu vit tann møguleikan at skifta til 4-4-2. Hetta bleiv sjálv­andi meira upplagt, tá ið Føroyar fingu reytt kort, tí at teir ikki høvdu tað sama at bjóða upp á í teirra álopsparti orsakað av hesari útvísingini. Men eg kendi alla tíðina á mær, at tað seinna málið fór at koma, og tað vísti seg eis­ini, at tað kom, segði O’Neill um taktiska skiftið, sum varð gjørt í seinna hálv­leiki. Høgri bakkurin, Conor McLaughlin, fór út, og í hansara stað kom Josh Magennis, sum er fram­ herji og legði upp til triða málið hjá Kyle Lafferty. Hetta hevði við sær, at Norðurírland skifti frá 4-2-3-1 til eina klassiska, bretska 4-4-2 uppstilling. Fyrsta endaspæl síðani 86 Norðurírland hevur ikki lut­tikið í einum enda­ spæli síðani í 1986, tá ið bret­arnir luttóku í HM í Mexico. Undan dystinum hjá Norðurírlandi ímóti Ungarn í kvøld eru tað 4 stig, sum skilja hesi lond­ ini í okkara bólki, har Norður­írland er fremst, meðan Ungarn er nummar trý. Vinnur Norðurírland í kvøld, so eru sjey stig niður til triða plássið. Tveir undan­kapp­ingardystir eru eftir at spæla eftir dagsins dystir, og tí er luttøkan hjá Norður­írlandi í EM í Frak­landi støddfrøðiliga tryggjað, um teir vinna kvøldsins dyst ímóti Ungarn. Føroyar kunnu taka stig frá øðrum Eftir dystin fríggjakvøldið fekk Sosialurin orðið á norður­írsku stjørnuna, ið sum kunnugt skoraði síðsta málið í dystinum fríggja­ kvøldið, sum slóð sigurin hjá Norður­írlandi fastan. Júst sum norðurírski venjarin, Michael O’Neill, so legði Lafferty eisini dent á, at før­ oyska landsliðið er blivið rætt­iliga gott eftirhondini. – Hetta var ein trupul dystur fyri okkara við­kom­ andi. Fólk halda ofta, at Før­ oyar er eitt veikt landslið, men liðið hevur ment seg til eitt sera gott lið nú. Hetta prógv­aði Føroyar jú við sínum seinasta sigri ímóti Grikka­landi. Føroyska dirvið og miðvísa arbeiði teirra er ótrúligt. Eg vóni, at Føroyar halda áfram við at spæla væl og taka nøkur stig frá hinum lond­unum í bólkinum. Og tað haldi eg vera væl møguligt, tí at føroyski hópurin telur fleiri góðar leikarar, segði Kyle Lafferty, tá ið Sosialurin fekk orðið á hann eftir dystar­lok fríggjakvøldið. Eru vinir í dag Í altjóða samanhangi er tað heldur sjálvsamt, at tvey landslið búgva á sama gist­ ingar­húsi. Hetta er tó vanliga støðan í Føroyum. Føroyska A-landsliðið býr altíð á Hotel Føroyum ta tíðina, har teir fyrireika seg til heimadyst. Somuleiðis búgva útiliðini eis­ini á Hotel Føroyum í teim­um fáu døgunum, har tey eru her. Hósdagin komu norður­írarnir til Føroyar, og av berari tilvild hittust Atli Gregersen og Kyle Lafferty aftur á Hotel Føroyum. Stríðs­øksin varð tó gravað burt­ur hesaferð. – Lafferty er ein fittur fýrur. Vit hittust í móttøkuni á Hotel Føroyum, har hann klemmaði meg og takkaði fyri seinast. Vit hava ofta barst, so tað var bara stuttligt, at hann kom at heilsa upp á meg á ein slíkan hátt. Eftir dystin fríggjakvøldið vóru vit sjálvandi glaðir vegna norður­írarnar, tí at teirra sigur bar við sær, at teir tóku eitt stórt fet ímóti EM- enda­spæl­inum, sigur Atli at enda um ævintýrkendu søg­ una ímillum hann og Kyle Lafferty, ið hóast alt fekk ein góðan enda. Nú skal seinasta fetið takast Í kvøld kann Norðurírland tryggja sær luttøku til kom­ andi EM-endaspælið, um tað eydn­ast at vinna á Ungarn í kvøld. Fríggjakvøldið bleiv Kyle Lafferty eisini spurd­ur, um hann ikki ynskir at fáa fleiri minuttir fyri Norwich í Premier League, men fyrst og fremst vildi stjørnu­fram­ herjin leggja dent á dystin hjá Norður­írlandi í kvøld. – Jú, sjálvandi vil eg hava meira spælitíð hjá Norwich. Men fyrst og fremst leggi eg dent á okkara dyst mána­ kvøldið, tá ið vit kunnu tryggja okkum luttøku til EM-enda­spælið. Eftir hetta fari eg at leggja dent á at fáa fleiri minuttir hjá Norwich, segði Kyle Lafferty at enda við Sosialin á Tórsvølli fríggja­kvøldið. Spennandi verður at síggja, um tað í kvøld eydnast Norðurírlandi at spæla seg víðari til EM-endaspælið. Tað skuldi í øllum førum ikki komið sum ein skelkur, um tað verður júst Kyle Lafferty, ið skorar avgerandi málið hjá Norður­írlandi í kvøld. Tað hevur hann gjørt so mangan áður. Á tíðindafundinum eftir dystin fríggjakvøldið vísti norðurírski landsliðsvenjarin, Micheal O’Neill, á, at tað var væl klárað av hansara monn­ um at vinna ímóti Føroyum á útivølli. – Ongin fær ein lættan dyst ímóti Føroyum longur, segði norðurírski venjarin millum annað Ongin undirmetir Føroyar Norðurírska stjørnan, Kyle Lafferty, hevur enn einaferð skora móti Føroyum Mynd: Sigmar Mørkøre Norðurírski landsliðsvenjarin, Micheal O’Neill Navn: Kyle Lafferty Føddur: 16. september 1987. (27 ára gamal) Landsdystir: 44 Mál: 16 Feløg, ið hann hevur umboðað: • Burnley (Ongland) • Darlington (Ongland) • Glasgow Rangers (Skotland) • FC Sion (Sveis) • Palermo (Italia) • Norwich (Ongland) • Rizespor (Turkaland) FAKTA