mánadagur 7. september 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Persónlig mistøk og høpisleys útvísing vóru orsøk til tap, og tað var
ógvuliga harmuligt, tí føroyingarnir høvdu fatur í rætta endanum og
høvdu kós ímóti góðum úrsliti ímóti ágangandi norðurírunum
Barnasjúkurnar
ganga aftur
og kosta nógv
Jóannes Hansen
3-1 tap ímóti Norðurírlandi
er ikki so galið. Staðfestingin
kundi verið so uppløgd, tá ið
spælaralistarnir verða sam
mettir.
Á aðrari síðuni føroyska
liðið, sum fyri tað mesta er
mannað við amatørum, ið
nýta frítíðina at venja og
spæla fótbólt.
Á hinari síðuni eru norð
urírarnir, sum ikki hava
annað at hugsa um enn at
spæla fótbólt. Teir eru á
lønarlistum í eingilskum og
skotskum feløgum, og av
rikini hjá norðurírska lands
liðnum hava verið so dygg
í hesi undankappingini, at
tað skal vilja heilt illa til, um
Norðurírland ikki verður við
í EM endaspælinum í Frak
landi næsta summar.
Spenningurin er stórur, tí
hetta verður fyrsta luttøka
hjá Norðurírlandi í enda
spæli síðani HM endaspælið
í Meksiko í 1986.
Hóast hesa staðfesting
er vónbrotið stórt eftir 3-1
heimatapið ímóti Norður
írlandi
í
góðveðrinum
fríggjakvøldið. Eftir tveir
glæsiligar
sigrar
ímóti
Grikkalandi og fínt avrik og
tepurt tap á útivølli ímóti
Rumenia, var vónin, at tað
skuldi bera til at gera dreym
in til veruleika um á heima
vølli at vinna á Norður
írlandi.
Norðurírar løgdu øgiliga
ágangandi
fyri.
Okkara
menn vóru um ein háls, tí
mótstsøðumenninir fyrsta
løtuna vóru á teimum støð
ugt og kring allan vøllin.
Tað
kostaði
eitt
mál
beinanvegin.
Harmuligt
var
tað,
at
bæði
hetta
fyrsta málið og hini bæði,
sum vórðu skorað, eftir at
føroyska liðið var undir
mannað, spurdust eftir per
sónlig mistøk í føroyska
verjupartinum,
og
ikki
orsaka
av
at
mótstøðu
menninir samanspældu seg
til upplagdar málmøguleikar.
Barnasjúkurnar
Tað eru tvær høvuðsorsøkir
til, at framgongdin síðsta
árið hevur verið eyðsýnd, og
at avrikini og úrslitini hava
verið betri enn framman
undan – umframt at hug
burðurin og stóra stríðið
hava verið fyrimyndarlig.
Onnur er, at føroyska liðið
betri hevur megnað at varð
veita bóltin, at spælararnir
við stórum sjálvsáliti hava
víst seg førar fyri at sneiða
seg úr fyrsta trýstinum, og
at fleiri hava bjóðað seg til.
Hin orsøkin er tann, at
verjuspælið
hevur
verið
sannførandi.
Frá
Jóan
Símuni
Edmundsson
í
fremstu ódnini og umvegis
miðvøllin, verjuna og aftur
til Gunnar Nielsen millum
stólparnar hevur tað hingið
væl saman. Keturnar hava
samstarvað væl, støðurnar
og flytingarnar hava verið
góðar og fram um alt hava
persónligu mistøkini verið
nógv smærri og færri, enn
tey plagdu at vera.
Serliga hetta síðsta – at
barnasjúkurnar hava verið
burtur – hevur verið grundar
lagið undir framgongdini og
høvuðsorsøkin til, at mót
støðuliðini hava skorað so
fá mál.
Fríggjakvøldið
varð
mint á, at yrkisspælarar
eru eirindarleysir, og at
teir sekta persónlig mistøk,
og áminningin snúði seg
eisini
um,
at
føroyska
verjuspælið er viðkvæmt
fyri
manningarligum
broytingum. Um liðavrikið
skal bera góð úrslit við sær,
so skulu allar avtalur haldast,
og hvør einasti maður skal
vera púra tilvitaður um sín
part og halda seg til hann
alla tíðina. Hesum knípti tað
eitt sindur við fríggjakvøldið.
Norðurírar høvdu ikki
nógvar upplagdar málmøgu
leikar, men teir skoraðu trý
mál. Tey bæði fyrstu eftir
at bólturin við beinleiðis frí
spørkum varð lagdur inn fyri
føroyska málið, og tað síðsta,
tá ið kiks í verjuspælinum í
høgru bar við sær sneiðing
inn eftir baklinjuni og send
ing í málteigin.
Norðurírar spældu ein
falt, og oftast oystu teir
bóltin í høvdið á føroysku
miðverjuni.
Miðverjarnir
vunnu luftkríggið, men ov
ofta hvarv spenningurin ikki
frammanfyri føroyska málið,
tí bólturin varð stútaður út
um brotsteigin og mitt fyri
og ikki út í borðini og síðani
brúktur til í friði at mynda
føroyskt álop.
Gylta løtan
Eftir at miðverjin Garet
McAuley í 12. minutti hevði
stútað gestirnar framum,
mentist føroyska liðið so
spakuliga.
Jóan
Símun
Edmundsson
javnaði
við
snildum skoti, eftir langt
innkast frá Jónasi þór Næs
og flatt innlegg frá Sonna
Ragnari Nattestad. So luktaði
føroyska liðið av álvara blóð,
og fram móti steðginum sást
alt meiri til samanspælið,
sum tvær ferðir hevur gjørt
av við Grikkaland.
Christian
Lamhauge
Holst, Brandur Hendriksson,
sum hann nú eitur, Jóan
Símun
Edmundsson
og
Hallur Hansson funnu væl
hvønn
annan
í
vinstru,
og
Fróði
Benjaminsen
syrgdi fyri, at javnvágin
á miðvøllinum varð varð-
veitt.
Eftir steðgin sá tað upp
aftur betri út, tí nú vóru
fleiri
streingir
at
spæla
uppá. Sølvi Vatnhamar, sum
undan steðginum var væl
innpakkaður, blómaði, mál
møguleikar spurdust burtur
úr, norðurírar vóru ikki sørt
kroystir, og tað kendist bara
at vera spurningur um tíð,
áðrenn tað fór at eydnast at
skora leiðslumálið.
Vónbrotið og framtíðin
So var tað, at týski dómarin,
sum ikki kann ákærast fyri
at vera heimadómari, fyri
aðru ferð vísti Jóan Símuni
Edmundsson
gula
kortið
og harvið tað reyða, og fyri
treytirnar broyttust radikalt.
Norðurírar takkaðu fyri, og
eftir lítlari løtu høvdu teir
skorað til bæði 2-1 og 3-1, og