Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur fótbóltur landsliðið Pætur Albinus Vinstri bakkurin, Gilli Sørensen, var eftir dystin ógvuliga vónbrotin av, at hann gjørdi tvey fríspørk, sum førdu til mál. Nevn­ iliga til 1-0 og 2-1. Hann er eisini ónøgdur við ta einu avgerðina hjá dómara­ num. – Tað fyrsta er vel okey, men frísparkið numm­ar tvey, tað hevur ikki nakað við fríspark at gera yvir­høvur. Tað má eg erliga við­ganga. Eg eri vón­brotin av, at teir fingu frí­spark har og skoraðu upp á tað, sigur hann og greið­ir nærri frá seinnu støð­uni: – Hann bjóðaði av alla­ tíð. Hann royndi at sleppa aftur á baklinjuna, men eg stilli meg kropp ímóti kroppi við honum, og hann dettur. Eg havi sæð støðuna 20 ferðir nú inni í skifti­rúminum, og eg eri vísur í, at hatta einki hevur við fríspark at gera, sigur Gilli Sørensen. Lars Olsen, lands­liðs­venj­ ari, harmaðist um tapið ímóti Norðurírlandi, men tað metir hann vera eitt gott tekin. – Eg harmist. Tað er eitt gott tekin, haldi eg. Spæl­ararnir harmast eis­ ini, og tað vísir bara, at vit høvdu sett nøsina upp eftir meira, sigur Lars og heldur fram: – Vit byrja eitt sindur ner­vøst og koma eisini aftur um 1-0. Vit fáa bet­ ur tamarhald á og fáa so javnað. Serliga fyrsta kor­ terið í seinna hálvleiki standa vit væl, men so kem­ur hetta reyða kortið, sum oyði­leggur nógv hjá okk­um, sigur Lars, sum eisini harmast um frí­sparkið, sum førdi til 2-1-málið. – Tað var hart dømt, sigur hann. albinus@sosialurin.fo Jóan Símun Edmundsson fór frá at vera hetja til at vera syndabukkur. Fyrst skoraði hann til 1-1, men eftir einum tíma fekk hann sítt seinna gula kort og Føroyar kom undir trýst – og tapti. – Hetta var ein rutsji­ bana­túrur. Beint nú kenn­ist tað sum eitt stórt vónbrot, segði Jóan Símun beint eftir dystin. Hann hevði ongar um­beringar viðvíkjandi kort­unum báðum. Hann við­gekk, at hann var ov sein­ur í takklingarnar. – Eg visti, at eg hevði svikið liðið. Fótbóltur er ein liðítróttur, so tann ringasta kenslan er at svíkja allar hinar, segði Jóan Símun. albinus@sosialurin.fo Einki við frí­ spark at gera Reyða kortið oyðilegði nógv Havi svikið liðið Gilli Sørensen Lars Olsen Jóan Símun Edmundsson har­við hvarv dreymurin um enn eitt úrslit, sum kundi vekja ans kring allan fót­ bólts­heimin. – Hetta var stórt vónbrot. Í seinna førinum var tað eftir sending frá Halli Hansson, at eg gleið. Tá ið eg royndi at gera tað gott aftur, og tað kiks­aði, so var tað ræðuligt at síggja reytt. Eg kenni tað soleiðis, at eg sveik liðið, tí fót­bóltur er liðavrik, og út­ vís­ingin bar við sær, at liðið ikki hevði møguleika at rigga, sum tað hevði gjørt, sig­ur vónbrotni Jóan Símun Edmunds­son, ið ikki verður við í Finnlandi í kvøld, tí hann er leikbannaður. Lars Olsen, venjarin, harm­ast: – Vit høvdu sett nøsina upp eftir góðum úrsliti. Sum tað tørnaði út, eftir at Norður­írland hevði lagt seg fram­um, so høvdu vit av røtt­ um vónir um, at tað skuldi eydnast. – Reyða kortið og at teir beinanvegin aftaná løgdu seg framum bar við sær, at tað varð ov tungt hjá okkum. Sammett við teir tríggjar undanfarnu dystirnar var hetta ikki gott avrik. Vit góvu teimum nógvar deyðbóltar, og tað var avgerandi. Tá ið teir vinna tíggju horna, so er sannlíkið størri fyri, at teir skora mál, enn tað hevði verið, um teir bara vunnu eitt horna. Nú fokusera vit upp á avbjóðingina í Finnlandi, og eg rokni við, at tað fer at bera okkum til at vinna, var viðmerkingin hjá Lars Olsen eftir 3-1 tapið á Tórsvølli ímóti Norðurírlandi fríggja­ kvøldið. joannes@sosialurin.fo Føroyar - Norðurírland 1-3 (1-1) 0-1: Garet McAuley 12. 1-1: Jóan Símun Edmundsson 36. 1-2: Garet McAuley 71. 1-3: Kyle Lafferty 75. Dómarabólkur úr Týsklandi: Felix Zwayer, Thorsten Schiffner, Marco Achmüller, Jan Seidel, Tobias Stieler og Sascha Stegemann Føroyar: Gunnar Nielsen, Stjarnan Ísland, 28/0 – Jónas þór Næs, B36, 41/0, Sonni Ragnar Nattestad, 8/0, Odmar Færø, B36, 8/0, Gilli Sørensen, AaB, 6/0 – Fróði Benjaminsen, HB, 85/6 (Rógvi Baldvinsson, Fredericia Danmark, 20/2, 87.), Hallur Hansson, Vendsyssel Danmark, 18/3 – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 6/0, Brandur Henriksen, FCK, 6/1 (Klæmint A. Olsen, NSÍ, 5/0, 83.), Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark, 48/4 (Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, 21/0, 76.) – Jóan Símun Edmundsson ■■■, Vejle BK Danmark, 33/3 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, 0/0 Tórður Thomsen, B36, 0/0, Erling Jacobsen, Víkingur, 5/0, Árni Frederiksberg, NSÍ, 0/0, Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Noreg, 3/0, Róaldur Jakobsen, B36, 2/0, René S. Joensen, Vendsyssel Danmark, 4/0, Finnur Justinussen, Víkingur, 1/0 Venjari: Lars Olsen Norðurírland: Michel McGovern, Hamilton Skotland – Conor McLaughlin ■, Fleetwood England (Josh Magennis, Kilmarnock Skotland, 70.), Jonny Evans, WBA England, Garet McAuley, WBA England, Chris Brunt, WBA England (Shane Ferguson, Millwall FC England, 83.) – Steven  Davis, Southampton England, Chris Baird, Derby England, Oliver Norwood, Reading England, Stuart Dallas, Leeds England – Niall McGinn, Aberdeen Skotland, Kyle Lafferty, Norwich England (Paddy McNair, Manchester United, 78.) Á beinkinum: Alan Mannus, St Johnstone Skotland, Roy Carroll, Notts County England, Aaron Hughes, Melbourne City Australia, Craig Cathcart, Watford England, Corry Evans, Blackburn England, Paddy McCourt, Luton England, Will Grigg, Wigan England, Billy McKay, Dundee United Skotland, Liam Boyce, Ross County Skotland Venjari: Michael O`Neill føroyar vs n.írland Myndir: Sigmar Mørkøre Reyða kortið varð avgerðandi fyri dystin