Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Mugu læra av feilunum Óneyðug kort, óneyðug fríspørk og vantandi dirvi til at spæla bóltin. Tað er nakrir av feilunum, sum vit mugu læra av, um vit skulu mennast sum eitt lið. Tað er boðskapurin frá landsliðsvenjaranum undan landsdystinum móti Finnlandi í kvøld landsliðið fótbóltur Tróndur Arge – Olympiski leikvøllurin, Helsinki Føroyska landsliðið skal í kvøld í eldin móti Finnlandi á søguliga leikvøllinum í Helsinki, har OL var hildið í 1952. Í gjár vandi liðið á leik­ vøll­inum, sum tekur 40.000 áskoðarar. Tað er nokk ongin vandi fyri, at okkara spælarar blíva blástir av vøllinum frá áskoðaraplássunum. Tað er rennibreyt kring vøllin, so áskoðararnir sita nakað langt frá vøllinum. Um­framt tað, so verður bara roknað við millum 7.000 og 8.000 áskoðarum á annars hug­takandi leikvøllinum. Tað eru fleiri enn 15 ár síð­ani, at Føroyar í EM 1996 undan­kappingini tapti 5-0 á hes­um leikvøllinum. Vit eru komin langt síðani tá. Kritikkurin vendir inneftir Tað tykist í løtuni, sum at lands­liðsvenjarin og spæl­ ar­ar­nir eru okkara størstu kritikkarar. Teir eru ikki nøgdir við avrikið móti Norður­írlandi, hóast tað illa kann pilkast við hugin hjá spæl­arunum. Hinvegin, so er kritikk­urin vendur móti barna­sjúkum, sum liðið hóast alt enn ger. Til venjingina í gjár vísti Lars Olsen á, at um vit gera ov nógv fríspørk uttanfyri brots­teigin kostar tað til end­ans, tá tú spælir móti al­ tjóða mótstøðu. – Jú fleiri fríspørk vit gera, tess størri er møguleikin fyri at mótstøðuliðið skorar. Vit mugu læra okkum at gera færri fríspørk í vandamiklu økinum, sigur Lars Olsen. Eisini fíltist Lars Olsen á vantandi eginleikan hjá okk­um, at hava tamarhald á øðini, tá dómarin ikki bríksl­ ar til okkara fyrimun. – Vit hava fingið nøkur býtt gul kort í seinastuni, fyri millum annað at mótmæla dómaraavgerðum. Eg havi aldrin sæð ein dómara broytt meining enn, so tað er nyttu­ leyst og kostar í síðsta enda, sigur Lars Olsen víðari. Mugu tora at spæla Eftirmetingin av dystinum móti Norðurírlandi nemur eisini við, at okkara tordu ov illa at spæla. Norðurírar gjørdu tað ikki lætt, men í ov nógv­um førum valdu okkara spæl­arar løttu loysnina. – Vit mugu aftr til at tora at spæla fótbólt. Vit eru í holt við eina menning, men tað er ikki nakað, sum kem­ ur at rigga upp á ein ella tveir mán­aðir. Tí er týdn­ingar­ mikið, at vit halda fram við at menna spælið hjá okkum. Tað gjørdu vit ikki móti Norður­írlandi, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á lands­liðnum. Tvær broytingar Tað eru tvær broytingar á lið­num. Atli Gregersen, sum sat yvir móti Norðurírlandi við leikbanni, kemur í mið­verjuna fyri Odmar Færø. Hin broytingin er, at Klæmint A. Olsen helst fær sín fyrsta dyst frá byrjan. – Eg kann siga so mikið sum, at Atli Gregersen byrj­ar inni á sínum vanliga plássi. Eg vil tó ikki kunngera beint nú, um hvør verður í álop­ inum, segði Lars Olsen á tíð­ inda­fundinum í gjár. Hann váttaði tó, at talan verður um antin Klæmint A. Olsen ella Finn Justinussen. Tað tykist tó sera sannlíkt, at tað verður Klæmint A. Olsen. – Líka mikið hvør av teim­ um kemur at spæla, so verð­ ur talan um ein spælara úr Effo-deildini. Fleiri hava spurt meg hvussu tað ber til, at toppskjúttarnir í før­oysku kappingini ikki fáa møgu­ leikan. Nú verður spennandi at síggja um teir eisini klára at spæla á altjóða stigi, sigur Lars Olsen. Útskiftingar ikki neyðugar Fyri ikki so langari tíð síðan, var neyðugt at skifta fleiri spæl­arar, tá vit skuldu spæla tveir dystir innan so stutta tíð. Hetta er ikki long­ ur neyðugt, heldur lands­liðs­ venjarin. – Spælararnir eru í nógv betri form í dag, enn tá eg tók við fyri skjótt fýra árum síðani. Sjálvandi haldi eg eyga við onkrum av spæl­ar­ unum, men tað er ikki neyð­ ugt at gera skiftingar millum dystirnar í løtuni, sigur Lars Olsen. Spurdur um tað verða fleiri enn tvær broytingar, so svarar Lars Olsen; – Nei, eg vænti tað verða bara tvær broytingar, sigur lands­liðsvenjarin at enda. trondur@sosialurin.fo finnland vs føroyar Uppstilling: (4-2-3-1) 1 Gunnar Nielsen 4 Atli Gregersen 5 Sonni Ragnar Nattestad 2 Jónas Tór Næs 9 Gilli Sørensen 7 Fróði Benjaminsen 6 Hallur Hansson 14 Sølvi Vatnhamar 10 Christian L. Holst 8 Brandur H. Olsen 16 Klæmint A. Olsen Mánakvøld 7. september 2015 kl. 19.45 (før. tíð) Landsliðsvenjing í Helsinki Myndir: Hans Erik Danielsen / FSF Føroyska landsliðið er sett: Júst fyri prentstart kunngjørdi Lars Olsen liðið, sum skal spæla móti Finnlandi. Sum væntað og víst verður til í greinini, so verða tað tvær broytingar. Atli Gregersen kemur inn fyri Odmar Færø, meðan Klæmint A. Olsen fær sín fyrsta dyst frá byrjan.