Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Føroyska A-landsliðið er í hesum døgum í Helsinki í Finnlandi, har føroyska landsliðið skal spæla móti Finnlandi í kvøld. Seinnu árini hevur Fótbólts­ sambandið bjóða umboðum fyri leiðslurnar í feløgunum til ein útidyst. Hetta gevur teimum møgu­leikar at koma at kennast og kjakast um viður­ skifti í føroyskum fótbólti. Eitt av málunum, sum kjakast verður um í løtuni er, um FSF skal gera íløgur í Tórsvøll, so hann verður liðugur, ella til at bøta um onnur viðurskifti kring alt fótbóltsføroyar. Tað er ein spurningur um rað­ festing, tí brúk er fyri báðum. Tórsvøllur stendur í fagrasta blóma. Leikvøllurin er umbygdur fyri nógvar milliónir og líkist nú einum altjóða leikvølli, sum vit errin kunnu vísa fram. Tí er spurningurin, um vit ikki bara skulu gera Tórsvøll lidnan, meðan vit eru í gongd. Arbeiði kemur at kosta millum 80 til 100 milliónir krónur. FIFA, UEFA og Tórshavnar kommuna hava verið við higartil, og málið er helst eisini at fáa landið at seta okkurt í, so arbeiði kann gerast liðugt. Hinvegin, so skilji eg eisini væl, at feløgini ynskja at fáa bøtt um viðurskiftini kring vøllirnar í land­ inum. Tak eitt nú ljósið, sum ikki er nøktandi til at spæla um kvøldið. Í løtuni mugu vit áseta dystir, eftir nær sólin setur. Tí eru dystir mangan kl 18 mitt í viku. Tað er ov tíðliga fyri føroyska fótbólts­ áskoðaran. Ímyndi tykkum, at vit so hvørt fáa góð­kent dystarljós kring leikvøllirnar. Eg meini so við, Tórsvøllur er blómaður síðani vit fóru at spæla klokkan 19.45. Altjóða fótbóltstíðspunktið. Fleiri áskoðarar gevur størri áhuga og fleiri pengar. Skansin á altjóða stigi Tað er hugaligt at vera á Tórsvølli, tá fjepparafelagið »Skansin« nú er ein partur av áskoðarafjøldini. Fyri tað fyrsta er tað fantastiskt fyri okkara spælarar, at hoyra eina áskoðararfjøl díkja á liðið. Eitt annað er, at norðurírski landsliðsvenjarin mátti fyrireika sínar spælarar upp á stemningin á Tórsvølli. Hetta fyri at teir ikki skuldu takast á bóli, tá teir komu á vøllin. Stóri og sterki Premier League fram­herjin, Kyle Lafferty, segði eisini aftaná dystin, at føroysku áskoðararnir vóru fantastiskir. Tað er sanniliga kul! Annars eitt kempi til lukku til Ísland, sum hevur vunnið seg víðari til EM endaspælið! Ljós ella Tórsvøllur Ítróttar klumman Tróndur Arge »Nú mást tú fara við« Hesir tríggir verða allir pápar í næstum. Klæmint A. Olsen og Pól Jóhannus Justinussen fyri fyrstu ferð, og Erling Jacobsen fyri aðru ferð Tróndur Arge – Helsinki Nógv stendur á hjá topp­ skjútt­anum í føroyski lands­kappingini, Klæminti Andrasson Olsen. Konan, Eyð Leitis­stein, var sett til 4. sep­tember. Upprunaliga var ætlanin hjá NSÍ liðskipar­ anum slett ikki at koma við til Finnlands. Hansara leiklutur hevur verið sum innskiftari á lands­liðnum. Tí var lætt at velja landsliðið frá, men tá so Jóan Símun Edmundsson bleiv út­vístur móti Norðurírlandi broyttist støðan. Nú hevur Klæmint A. Olsen av álvara møgu­leik­ an at fáa sín fyrsta dyst frá byrjan á landsliðnum. Nú bleiv avgerðin brád­liga torførari, men eftir lands­ dystin móti Norðurírlandi var avgerðin í nógvar mátar tikin fyri hann. – Tá eg kom inn í skifti­ rúmið aftaná dystin móti Norðurírlandi hevði konan sent mær eitt sms, har tað stóð at nú mátti eg fara við til Finnlands. Vit hava síðani tosað um tað og blivu samd um, at eg skuldi fara við. So vóna vit, at hon ikki hevur átt áðrenn eg komið heim aftur, sigur Klæmint A. Olsen við einum smíli. Løgin støða Fyri rituvíkingin hevur valið sett nógvar takanar í gongd. – Tað er ein undarlig støða at vera í, at vilja vera í tveimum støðum í senn. Ser­liga tá tað er í tveim­um ymiskum londum, sigur topp­skjúttin í lands­kapp­ ing­ini. 25 ára gamli framherjin hevur havt nógv at hugsa um, men nú avgerðin er tikin, so verður hugsað um fótbólt fyrst og fremst. – Tú hugsar um alt í senn. Tú vilt bæði, men tey kunnu ikki samanberast. Tað er ein løgin kensla. Nú er avgerðin tikin. Meðan eg eri her hugsi eg um fótbólt, tá eg eri á vøllinum. Sjálvandi, tá eg havi frí fara tankarnir til tey har heima, men eg klári at skilja millum tey tingi, sigur Klæmint A. Olsen. Tríggir pápar í senn Tað er ikki bara Klæmint A. Olsen, sum stendur til at blíva pápi í næstum á lands­liðnum. Liðfelagin Pól Jóhannus Justinussen verð­ ur eisini pápi fyri fyrstu ferð í næstum, meðan Erling Jacobsen verður pápi á øðr­ um sinni. Kona Pól Jóhannus, Fríðbjørg Justinussen, er sett at eiga 13. september, meðan Joan Katrinardóttir Magnus­sen hjá Erlingi var sett til 31. august. Tey eiga frammanundan Fríðu Elisabeth Erlingsdóttir frá 2013. Akkurát hvat er hent fyri níggju mánaðum síðani er ilt at siga. Onkur heldur fyri, at sigurin á Grikkalandi í Pireus í november mánaði í fjør kundi verið orsøkin, men tølini ganga ikki heilt upp, tí tað er nakað longri enn níggju mánaðir síðani. Eitt er tó vist, Klæmint, Pól Jóhannus og Erling gleða seg allir! trondur@sosialurin.fo Myndir: Hans Erik Danielsen / FSF – Tá eg kom inn í skifti­rúmið aftaná dystin móti Norður­ írlandi hevði konan sent mær eitt sms, har tað stóð at nú mátti eg fara við til Finnlands. Vit hava síðani tosað um tað og blivu samd um, at eg skuldi fara við, sigur NSÍ fram­herjin, sum byrjar inni sum fremsti maður í kvøld