Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Mynd: Álvur Haraldsen Hann er næstan altíð blíð­ ur og fyrikomandi at møta, nú skjótt fyrrverandi løg­ mað­urin Kaj Leo Holm Jo­ hannesen. Kortini hava tað verið tíðar­skeið hesi seinastu sjey-átta árini, har ein hevur merkt, at hann hevur verið meira trýstur og tyngdur av ábyrgd enn gott er. Nú er støðan øðrvísi. Við stórum smíli, avslapp­ aður í klædninsjakka og kov­boybuksum, tekur hann ímóti í sambandshølunum á Gamla Apotekið. Friður hvíl­ir yvir manninum, sum seinastu tvey val­ skeið­ini hevur sitið í heita løgmansstólinum í Tinga­ nesi. – Tað kennist veruliga sum ein lætti, at avgerðin er tikin um at eg fari úr løg­ mansstarvinum, sigur hann, men skundar sær at leggja afturat: – Men tak endiliga ikki feil. Eg vildi ikki havt verið hesi árini fyri uttan. Mótgangur Føroyar komu júst inn í bú­ skapar- og fíggjar­krepp­una, tá ið løgmaður setti seg í stólin í Tinganesi. Kreppan rakti allan heim­ in og rakti eisini Føroyar. Tað venda vit aftur til. Tá ið tú átekur tær ábyrgd­ina at stjórna ein­um landi, so er nógv sum fylgir við, sum tú ikki kanst fyri­ reika teg til framm­an­undan. Fleiri slíkum hendingum hevur fyrrverandi løgmaður verið fyri. – Tá ið tað bankaði á hurð­ina ein leygarmorgum og fólk komu at boða mær frá, at Eik Banki var í álvars­ ligum trupulleikum. Tað var ikki stuttligt uppá nakran máta, tí eg minnist væl, tá ið tað sama hendi við Sjó­ vinnubankanum og Føroya Banka í níti árunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Júst tá var politiska skip­ an løgd undir álvarsligt trýst. Faktisk fingu løgmaður og lands­stýrismaðurin við fíggj­ ar­málum, Jóann­es Eides­ gaard, Javnaðar­flokk­ur­in, boð um, at teir skuldu kalla ting­ið saman og so keypa bankan. – Eg bað Jóannes Eides­ gaard kom við mær inn í eitt rúm, har vit vóru tveir einir. Vit gjøgnumgingu støðuna og avgjørdu, at vit ikki fóru at kalla tingið saman og at almennu Føroyar heldur ikki fóru at keypa Eik, fortelur løg­maður nú. Sum flestum kunnugt, so keypti TF Holding bankan og eigur hann framvegis í dag. Løgmaður leggur afturat, at hann er ómetaliga glað­ur fyri, at føroysku bank­ar­nir eru við í donsku banka­pakk­ unum. – Eg minnist væl tann dag­ in Andders Fogh, for­sætis­ ráð­harri, ringdi til mín og spurdi um vit høvdu áhuga at vera við í bakapakkunum. Eg svarði ja beinanvegin – og tað eri eg sera glaður fyri í dag, sigur Kaj Leo Holm Jo­ hannesen. Seinni fóru banka­pakk­ arnir gjøgnum fíggjar­mála­ ráðið og politisku skipanina. Kaj Leo Holm Johannesen minnist eisini aftur tá, tá ið risin í føroyskari fiskivinnu á landi, Faroe Seafood, fór av knóranum. Ein frammaná til alt samfelagið, men sum eisini rakti 800 fólk, sum tá mistu arbeiðið »overnigth«. – Fyri nógvar familjur var hetta ræðuligt. Tey mistu livi­breyði, men tíbetur kom ferð aftur á búskapin og arbeiðs­loysið nú er tað lægsta í Evropa, sigur hann. Eitt annað stórmál, var tá ið tað almenna bjargaði Norrønu og Smyril Line, so fyritøkan ikki fór á heysin. – Tað var hart og eg brúkti nógva tíð at sannføra mínar egnu um, at hetta var tað rætta, fortelur løgmaður. Í dag sigur hann seg ikki ivast í, at fór Norrøna tá, so var hon seld til Íslands og vit høvdu als ikki havt ta fram­ gongd í ferðavinnuni, sum vit hava í dag. CIP-málið Mest buldrasliga tíðin á polit­iska frontinum hevur verið síðan málið um undir­ sjóvar­tunlarnar millum Skála­fjørðin og Havnina og Streym­oynna og Sandoynna tók seg upp. Kári P. Højgaard, lands­ stýrismaður við innlendis­ mál­um, arbeiddi stillisliga við málinum og var næstan klárur at skriva undir eina avtalu við Copenhagen In­ fra­struc­ture Partners, tá stíg­ur kom í. Politiska skipan helt talan vera um óðamannaverk og steðgaði avtaluni, beint áðr­ enn hon varð undir­skrivað. Í staðin var politisk avtala gjørd um, at tað almenna skal gera tunnlarnar. Nú skuldi ein kanska hildið, at hetta mál var komið uppá pláss, men tað fekk álvarsligt eftirspæl. Fyrst var eitt misálitis­ uppskot við 13 punktum lagt fram móti løgmanni. Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen løgdu uppskotið fram, men tað fall í tinginum. 10. oktober í 2013 var at­ kvøðugreiðsla. 11 atkvøddu fyri misálitinum, men 19 ímóti, so tað fall. Men landsstýris­mála­ nevndin setti ein kanningar­ stjóra at kanna málið. Hans Gammeltoft-Hansen kom við einari frágreiðing, sum telir 450 síður. Í henni verður sagt, at løgmaður tilvitað hevur borið Løgtinginum skeivar upplýsingar. Í mun til misálitis­upp­ skotið frá andstøðu­flokk­ un­um, so slapp løg­mað­ur ómeta­liga væl frá kann­ing­ini. – Alt sum eg gjørdi annars hevði eg fulla heimild at gera, sigur løgmaður í dag. Hann fekk síðani eina átalu frá Løgtinginum. – Angrar tú í dag, at tú ikki legði frá tær, dagin kanningin var almannakunngjørd? – Nei, tað geri eg ikki. Nú havi eg lagt hatta afturum meg, men tað var eg sum tók stigi. Eg var ikki trýstur til tað, sigur hann. Ringu tíðirnar Ringu tíðirnar í nullunum gjørdu tað torført at sita við landsins leiðslu. Afturgongd var allastaðni og støða mátti takast til, hvat gerast skuldi. Samgongan samdist um ikki at seta fótin ov hart á búskaparligu bremsuna, men heldur royna at halda sum mest av arbeiði í gongd. Hetta kostaði sjálvandi fíggjarliga, men tað gingu bert fáa ár, so fóru inn­tøk­ urnar aftur at vaksa í sam­ felagnum. Við snildi og tvørleika eydnaðist at vinna Føroyum størri uppsjóvarkvotur – serliga av makreli. Tað gekk eisini við á marknaðinum fyri aldan laks, har laksa­ prís­urin bara gekk upp­eft­ir. Samstundis aldu før­oysku alararnir meira og út­flutn­ ing­urin setti met. Hvør bestemmar ? Samgonguflokkum verður vanliga skotið í skógvarnar, at táið Fólkaflokkurin er í einari samgongu, so avgerð Fólkaflokkurin alt. – Ja, tað verður sagt, men flokkurin fór til val í 2011 við tí, at vinnan skuldi ikki gjalda nakað. Nú er til­ feingisgjald álagt og síðani tá eru um 500 milljónir komn­ ar í landskassan, sigur løg­ maður. Hann sigur eisini, at tað var semja um, at skatta­skip­ anin skuldi umleggjast, tá ið seinasta samgonga tók við. Fólkaflokkurin vildi hava flatskatt, men tað vóru gjørd tvey knekk á skattastigan, so tey sum forvinna meira enn 500.000 krónur gjalda fimm prosent eyka í skatti – og tey sum forvinna meira enn 800.000 krónur gjalda 10 prosent eyka. – So talan er í veruleikan ikki um veruligan flatskatt. At onkrar reguleringar kanska eiga at gerast nú er eitt annað mál, men skatta­ skip­anin mátti broytast, so tað aftur loysti seg at ar­ beiða, sigur Kaj Leo Holm Jo­hannesen. Grundleggjandi er hann vælnøgdur við tað sum er hent. Serliga á uttan­ríkis­ polit­iska økinum og á al­ manna­økinum heldur hann at nógv er hent. – So sjálvt um tað hevur verið strævið at sita á vakt 24 tímar um samdøgrið øll hesi árini, so hevur tað verið fantastiska spennandi, sigur hann at enda. Kaj Leo Holm Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður, hóast hann formliga situr í starvinum til nýggjur løgmaður er valdur ÁBYRGDIN TIKIN AV MÍNUM HERÐUM Løgmaður: MELDURIN