týsdagur 8. september 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Hvørt ár doyggja 1200 danskir
menn av prostatakrabba, sum er
vanligasti formur fyri krabba mill
um danskar menn.
Men, hvussu eru framtíðarút
litini, og hvat kunnu menn gera til
tess at bygja upp fyri keðiligu hag
tølunum?
Í nógv ár hevur verið granskað
í orsøkini til prostatakrabba, og
granskað hevur eisini verið í ymisk
um viðgerðarhættum móti sjúkuni.
Avbjóðingin er, at prostatakrabbi
er ein formur fyri krabba, sum
mennist ógvuliga individuelt - ein
krabbi, tú kanst ganga við í langa
tíð uttan at vita av tí.
Sjálvt um loyndarmálið við pro
statakrabba enn ikki er avdúkað, er
læknavísindin kortini á rættari kós.
Tað heldur Michael Borre, sum
hevur granskað í prostatakrabba
í 20 ár og í dag er professari og
yvirlækni á Århuus Universitets
sjúkrahúsi.
»Friðarlig« sjúka
Tað er náttúrligt, at lítli sáðfram
leiðandi prostatakertilin veksur so
hvørt, sum menn eldast. Góðkynj
aði vøksturin kleimur um vatn
rásina og gevur vælkendar bágar
sum eitt nú veika strálu, soleiðis
at tú følir, at tú noyðist upp um
náttina at pissa. Hetta er tó ein
trupulleiki sum kann viðgerast við
heilivági.
Ein av stóru avbjóðingunum er,
at sjúkueyðkenni prostatakrabbi
kann vera trupult at handfara. Í
nógvum førum mennist krabbin so
spakuliga, at sjúkan í veruleikanum
ikki er nakar vandi, samstundis
sum sjúkan í øðrum føri kann vera
drepandi.
Sambært Michael Borre er sjúku
avgerðin í samband við prostata
krabba tann stóri trupulleikin. Er
avgerðin, sum læknarnir taka, ikki
røtt, og krabbin mennist skjótt,
kann sjúkan spreiða seg út í beina
grindina og lymfuknútarnar.
Ein annar vandi er, at sjúkan
kann verða ”yvirviðgjørd”, soleiðis
at hjáárinini hjá monnum gerast
fleiri enn neyðugt, um sjúkan ann
ars heldur seg í skinninum.
– Vit vita væl, at vit nærkast
5000
nýggjum
tilburðum
av
prostatakrabba um árið, og nú
fólk gerast eldri, kunnu vit rokna
við, at hetta tal verður tvífaldað,
sum árini ganga. Tí er umráðandi,
at vit gerast betri til at staðfesta
prostatakrabba, soleiðis at vit tíð
liga í gongdini kunnu viðgera - og
soleiðis kunnu umgangast at ”yvir
viðgera” sjúkuna.
Útlitini til, at vit um fá ár kunnu
brúka eina nýmenta MR-skanning,
um illgruni er um prostatakrabba,
ger, at Michael Borre er optimist
iskur.
– Henda skanning fer at geva
okkum ítøkiligu myndina av av
gerandi broytingum og støddini av
broytingunum, sigur hann.
Orsøk og viðgerð
Sum heild heldur yvirlæknin og
professarin ikki, at menn skulu
taka eina blóðroynd, sum vísir
PSA-virði, sum eitt nú kann vera
ov høgt orsakað av prostatakrabba
- ikki uttan so, at fleiri dømi eru í
familjuni við álvarsomum prostata
krabba.
– Vit vita, at um ein maður
eitt nú hevur pápa og beiggja,
sum longu í fimmtiárunum hava
prostatakrabba, økist vandin hjá
manninum umleið 10 ferðir.
Michael Borre vísir á, at tá
prostatakrabbi mennist ógvuliga
individuelt, eru fleiri ymisk við
gerðarstig og møguleikar, sum eitt
nú skurðviðgerð og stráluviðgerð,
um krabbin ikki hevur spreitt seg.
– Men, hevur sjúkan spreitt seg
til beinagrindina, kann viðgerðin
snúgva seg um gelding (kastration)
og viðgerð við kemo.
Hann sigur, at afturvendandi
hevur tað týdning at vera likamliga
aktivur, og at tú etur skiftandi og
heilsugóðan mat.
– Hetta tænir manninum, bæði
sum fyribyrging, men eisini, um
prostatakrabbi longu er staðfestur,
leggur professarin aftrat.
Fiskur og grønt
Mette Borre, sum er kostráðgevi
á Århuus Universitetssjúkrahúsi,
sigur, at fólk heldur ikki skulu fara
yvir ”gevind” við ávísum matvørum,
sum hon tekur til. Ráðini eru heldur
at eta skiftandi og heilsugóðan mat.
– Etir tú minni kjøt, verður
kanska meira fiskur, frukt og grønt
etið, men tú skal heldur ikki bara
eta grønt grønmeti, tó at tey hava
nógv gott í sær.
Hon leggur tó dent á, at tað letur
seg ikki gera at eta eina krabba
sjúku burtur úr kroppinum, men
bæði kostur og likamlig rørsla
kunnu gera mun, tí hetta styrkir
um immunverjuna, vøddar og
beinagrind og ger, at tú tolir betri
viðgerðirnar.
Ein kanning, sum bæði Michael
og Mette Borre hava verið partur av,
bendir á, at fullkornsrugur virkar
darvandi upp á krabbakyknur í
prostata.
Í kanningini fingu 24 menn
við prostatakrabba lagt kostin
um, soleiðis at teir ótu 175 gram
av fullkornsrugi um dagin. Hetta
svarar til umleið sjey heilar rug
breyðsflísar – og hetta hevði ein
positivan virknað á sjúkuna.
Men, bæði kostur og likamlig rørsla kunnu gera mun, tí tey styrkja um immunverju,
vøddar og beinagrind og gera, at tú tolir betri viðgerðirnar móti krabbameini
HEILSA
Tú etur ikki krabbasjúku úr likaminum
HJÁLPIR AT FLENNA
Hevur tú nakrantíð flent so nógv, at tú var um at skrædna? Tá vit flenna, útloysir heilin endorfinir. Hesi
gera, at vit gerast í góðum lag, samstundis sum vit tola nógv meira pínu. Tað vísa kanningar, sum vórðu
gjørdar á University of Oxford. Luttakararnir í kanningini sótu og hugdu eftir Mr. Been, meðan teir vórðu
útsettir fyri pínu av ymiskum slag. Kanningin vísti heilt greitt, at menniskju tola nógv meira pínu, tá tey
flenna.
Kelda: Psykologi Nr.1 (2012)
– Umráðandi er, at vit
gerast betri til at staðfesta
prostatakrabba, soleiðis at
vit tíðliga í gongdini kunnu
viðgera – og soleiðis kunnu
umgangast at »yvirviðgera«
sjúkuna, sigur yvirlæknin og
professarin, Michael Borre