Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 16 Sosialurin Eirikur Lindenskov Á Tjóðpallinum spæla tey í hes­ um døgum familjuleikin »Heks­ ir­nar«, The Witches, eftir bretska høvundan við norskum foreldrum, Roald Dahl. Bókin kom út í 1983. Hon varð gjørd til film í 1990 við Anjelica Huston í einum av høvuðsleiklutunum. Og hon varð týdd til føroyskt í 1998. Leikurin er um ein smádrong og ommu hansara. Mamman og pápin doyggja í eini ferðsluvanlukku, so omman má vera um dreingin. Hon sigur honum søgur um heksir, so at drongurin kann kenna tær aftur, um hann skuldi hitt onk­ rar teirra. Og hugflogið hjá ommuni hevur eingi mørk: – Tú mást varða teg fyri heksum, um tú vilt hava langt lív lagað, sigur omman við dreingin. – Rættiligar heksir ganga í van­ ligum klæðum og líkjast vanligum kvinnum. Tær eru óndar og hata børn – tær fáa børn at hvørva og at umskapast til okkurt heilt annað, fortelur omman fyri foreldraleysa dreinginum. Og hon heldur fram við at siga dreinginum um granna­ gentuna, Birgit Svenson: – Ein dagin fóru fjarðar at vaksa um allan kroppin á henni. Og tá ein mánaður var farin, var hon vorðin til ein stóran hvítan høsnarugna. Og foreldrini høvdu hana gangandi í einum stiki í fleiri ár. So fór hon at verpa egg, sigur omman. Hon sigur honum víðari, at egg­ ini vóru stór og brún, og at mamman brúkti eggini til eggjakaku – til leski­ligar eggjakakur. Drongurin hevst nú at ommuni. – Omma hatta kann ikki passa. Tú lýgur alla tíðina, sigur hann. Tá er tað, at omman sigur hon­ um vísdómsorðini, at um tú ikki kennir eina heks, tá ið tú sært hana, so verður tær ikki langt lív lagað. Eitt summar fara drongurin og omman at ferðast í Onglandi. Á hotellinum, har tey búgva, klárar drongurin at sníkja seg inn á ein topployniligan fund í veitsluhøllini á hotellinum, har heksirnar hava ársfund. Hann goymir seg og lurtar eftir øllum, sum heksirnar tosa um, og finn­ur út av, at »høvuðsmálið« hetta árið er at ganda øll børn í Ong­landi til mýs! Nú gongur ævintýrið út upp á at steðga heksunum og teirra óndu ætlanum. Roald Dahl skrivaði eisini søg­ una um »The Big Friendly Giant«, sum Steven Spielberg er í ferð við at gera til film, og sum hann ætlaði at taka upp í Føroyum í summar. Tann ætlanin var – tíverri fyri før­ oy­ingar og føroyska ferðavinnu – og føroyskar sjónleikarar, av ong­ um. Hóast talan er um ein barnaleik – ella familjuleik, so er leikurin fyri øll. Tað er sjálvandi naiva barna­ sinnið – og fantisifulla frá­søgu­ kynstrið hjá ommuni, sum rúnar­ bindur og fær hugflogið at sveima. RÆTTILIGAR HEKSIR SU KVINNUM – OG GANDA – Tú mást varða teg fyri heksum, um tú vilt hava langt lív lagað, sigur omman við SJÓNLEIKUR Bókin endurútgivin Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag gav út bókina um Heksirnar í 1998. Hon hevur verið útseld leingi, men nú hava børn og barnsligar sálir høvi at lesa hana aftur í nýggjari útgávu. Eyðun Andreassen hevur týtt til føroyskt. – Vit arbeiða eisini við at geva út bókina The Big Friendly Giant eftir Roald Dahl á føroyskum, siga tey á Bókadeildini. – Bøkurnar hjá Roald Dahl eru klassikarar, sum tað altíð er ein fragd at lesa, siga tey. Fakta um Roald Dahl Er bretskur krimi- og baranbókarithøvundur (1916-90). Foreldur hansara vóru norsk. Hann er kendur fyri nógvar barnabøkur – og tað er hann, sum eisini hevur skrivað søguna »The Big Friendly Giant«, sum Steven Spielberg er í ferð við at gera til film. Hóast Roald Dahl vaks upp í Onglandi, so hevði hann eina ommu í Noreg, so kanska norsku trøllini hava fingið hugflogið hjá honum at sveima um óndar heksir í Omglandi.