týsdagur 8. september 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
Sosialurin
UM LÍKJAST VANLIGUM
A BØRN TIL MÝS
drongin, sum verður gandaður í leikinum hjá Roald Dahl, »Heksirnar«
SJÓNLEIKUR
Eru heksir veruliga til? Ber tað
til at ganda øll børn í Bretlandi til
mýs?
Tað ger tað helst ikki, men í leik
inum ber alt til – og har gongur í
øllum førum sjón fyri søgn.
Um leikin sigur høvuðspersón
urin í soleiðis í leiksránni:
Í ævintýrum plaga heksir altíð
at vera í fjákutum, svørtum hatti,
í svørtum kappa, og tær flúgva á
kustaskafti.
Men hetta er onki ævintýr.
Sjálvur havi eg tvær ferðir sæð
heksir.
Fyrru ferð slapp eg heilskapaður
undan, men seinnu ferð gekk verri.
Men tá saman um kemur eri eg
enn á lívi, so sjáldsamur eg annars
síggi út.
Men lat okkum byrja frá byrj
anini...
So fer drongurin – ella músin,
um tú vilt, undir at siga okkum frá
søguni, sum byrjar við eini ferðslu
vanlukku í Oslo, har foreldur hans
ara láta lív.
Við í leikinum eru nógvir av
okkara kendastu og royndastu
leikarum, so sum Hans Tórgarð,
Katarina Nolsøe, Laura Joensen
og Páll Danielsen. Eisini eru yngri
leikarar – bæði royndir og minni
royndir, sum Sóley Danielsen,
Jákup
Dahl
Wardum,
Petur
Meinhard E. Andersen og Nicolaj
Falck. Fleiri teirra royna seg í
fleiri leiklutum. Eisini eru nakrar
mannequin-dukkur,
sum
eisini
royna seg í heksaleiklutinum.
Vit kenna flestu leikararnar sum
avbera góðar sjónleikarar. Í hesum
leikinum hevur Laura Joensen
høvuðsleiklutin sum omman, og
tann ungi sjónleikarin, Jákup Dahl
Wardum høvuðsleiklutin sum for
eldraleysi ommusonurin, sum hitti
óndu heksirnar. Páll Danielsen og
Katharina Nolsøe hava leiklutin
sum ríku foreldrini hjá Bruno
Jenkins, sum Petur Meinhard E.
Andersen spælir, ið er hin smá
drongurin í leikinum.
Meginheksina
spælir
Hans
Tórgarð, og tann leiklutin megnar
hann sera væl, hóast hann skal
ganga sum kvinna – onkur vildi
kanska sagt sum dragqueen – í
høghælaðum skóm í hálvanannan
tíma. Hann vísir í leikinum, hvussu
menn
saktans
kunnu
spæla
kvinnuleiklutir.
Nógv er gjørt burtur úr tí visu
ella í leikinum. Tað er Hansina
Iversen, sum hevur gjørt pall
myndina, og hon er gjørd soleiðis,
at vit ímynda okkum at vera uppi
á einum lofti við nógvum skrambli,
og har nógvar løgnar verur koma til
sjóndar.
Nógv pallskifti eru, og tey ganga
skjótt. Pallmyndirnar eru tær flestu
á hjólum og hava fleiri funktiónir.
Tí verður vent og snarað og flutt
runt við pallmyndunum fleiri
ferðir gjøgnum leikin – og tað eru
leikararnir sjálvir, ið gera tað ar
beiðið.
Tað er Kristina Sundar Hansen,
sum hevur leikstjórnað. Laura
Joensen hevur týtt leikritið úr
norskum, stuðlað við týðingini hjá
Eyðuni Andreasen av bókini frá
1998.
Frumsýning var 29. august.
Leikurin er spældur fleiri ferðir
síðani. Hann verður spældur í
kvøld og restina av vikuni. Á Tjóð
pallinum siga tey, at tey spæla so
leingi, sum fólk koma at hyggja.