Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Regin Eikhólm Í útvið túsund ár hava vit í Før­oy­um havt ein norma­tiv­ an etikk, ið byggir á tey kristnu grund­ virðini. Tátíðar sam­felagið rúmaði ikki stórum kom­pleksiteti, og tí var neyðugt við einum smølum normalitetshugtaki, ið kundi disciplinera kropp og sál – men mangt broytist á mansins ævi. Í dag hava vit grund­lógar­tryggj­ að talu-, skrivi- og trúarfrælsi, og normalitetshugtakið er mun­ andi víðkað. Tað hevur viðført, at minoritetsbólkar sum tey homo­ sexuellu, nú opið tora at standa fram og greiða frá, hvat tey føla og standa fyri. Hetta økta persónliga frælsið kunnu vit øll gleðast um, tí mong eru tey, sum í loyndum hava verið noydd til at liva undir einum ómenniskjaligum persónligum kenslu­oki. Um 90-95 % eru hetrosexuell Um 90-95 % av okkum eru hetro­ sexuell, og vit hava her í Føroyum ein søguligan etiskan rætt til giftu og hjúnalags hugtakið, ið er líka gamal sum tær kristnu Før­oyar. Henda søguliga etiska rættin – umboðandi tey kristnu grund­ virðini – eru tað mong í Føroyum, ið ynskja at halda fast við og verja. Um 5-10 % eru homosexuell Roknað verður við at um 5-10 % eru homosexuell ella samkynt, og at nøkur av teimum ynskja at sameinast sum par, eins og maður og kvinna gera við at giftast og ganga saman í hjúnalag. Hetta stríðir tó ímóti tí søguligu etisku fatananini av, at gifta og hjúnalag er fyri hetrosexuell pør við poten­ tiali til nøring, og soleiðis er helst tann generella fatanin í Føroyum í dag. Vit liva í Føroyum – mitt í natúruni Vit liva í Føroyum – mitt í natúruni. Eitt gásapar er ein bøga og ein steggi og eins og hjúnalagið - við potentiali til nøring. So leingi ein stórur partur av Føroya fólki ynsk­ir at gifta og hjúnalags hug­ takið einans verður brúkt í hetro­ sexuellum regi – vísandi til søgulig etisk rættindi, eiga politikarar at virða hetta. Eisini eiga okkara politikarar at arbeiða fyri, at vit fáa hugtakið: “løggilt parlag” at virka í praksis , so tey samkyntu kunnu fáa ein hjúnalags líknandi tryggleika inn í teirra parlag, tað veri seg í familju og arvaspurningum, tá tey velja at ganga saman í parlag. Etikkur og moralskt hugtak Yvirordnað skulu vit við okkara normativa etikki loysa eitt moralskt hugtak, sum fer yvir mørk, og sum fyri mong er sum halgi­brot at rokna, um vit ikki skilja ímillum hetrosexuelt og homo­sexuelt samband. Tey homosexuellu mugu eins og tey hetrosexuellu tora at fyrihalda sær til teirra egna sexualitet og seta navn á fyri at fáa persónligt frælsi. Við einans at plagiera normar hjá øðrum fáa tey eitt surrogat uttan persónligt frælsi. Etikkur í verki skal ikki “sloyfa” tann verandi normativa etikkin, men víðka ta etisku fatanina, so pláss verður fyri okkum øllum við egnum identiteti og nomenklaturi. Fyri at hetta kann lata seg gera, mugu vit virða verandi hjúnalag fyri tey hetrosexuellu og eitt kom­ andi løggilt parlag fyri tey sam­ kyntu. P.S. Skal Løgtingið treytaleyst taka til efturtektar, um nú “Gudloysi” ynskir broyting í tjóðsanginum, so tey eisini kunnu syngja við - uttan Gud? Zakarias Wang Nú fór Kaj Leo Holm Johannesen frá sum løgmaður og formaður í Sam­ bandsflokkinum. Eg teljist ikki mill­um hansara partamenn. Hóast tað harmar tað meg al­ mikið, at hann fekk so gráa tøkk fyri tað megnararbeiði, hann hevur gjørt fyri land okkara. Tað hann gjørdi saman við Jákupi Vestergaard, er eitt bragd: at fara í víggj við europeiska sam­ veldið – og vinna! Sjálvandi var Jákup óførur, men uttan ein mann sum Kaj Leo við stýrisvøl hevði hann verið heilt maktarleysur. Harumframt hevur Kaj Leo tikið higartil óhoyrd stig í uttan­ríkis­ politikki. Hann fór til Moskva og helt fund við umboð fyri russisku stjórnina uttan at nakar frá danska uttanríkismálaráðnum var við. Greitt er, at hetta er nakað, sum donsku embætismenninir ikki vilja lata sær lynda. Teir eru máttmiklir, og teir duga at knúlva niður alla mót­støðu. Nú var ein, sum hevði uppiborið at verða revsaður fyri at seta føroysk áhugamál fram um donsk. Teir fóru til verka, og tað var ikki við mýkindum. Teir høvdu tað hepni, at ein teirra skuldi skriva eina frágreiðing um nakað, sum var farið fram í løgtingi og landsstýri. Har var lætt at koma við einum setn­ingi, sum kundi fella hendan føroyska uppreistrarmann. Tað gekk sum eftir lunni hjá donsku em­bætismonnunum at fáa hent­ ar býttlingar í Føroyum at hjálpa sær í hesum skitna verki. Nú kom so endaúrslitið: donsku embætis­ menninir og ráðharrar teirra fingu henda stríðsmann fyri føroysk áhugam­ál riknan niður og norð. Rómurin er stórur á Kristians­ borg, men vit, sum ynskja at okkum skal gangast væl, hava alla orsøk til at harmast, at hetta slysálop eydn­ aðist. Tað er vert at minna á, at Kaj Leo umboðar fyrimyndarliga tað, sum Fríðrikur próstur hevði í huga, tá hann gav flokkinum navnið Sam­bandsflokkurin. Fríðrikur var studentur úr Reykjavík, og hann visti hvat orðið samband merkir: at partar eru saman, men at teir hvør í sínum lagi hava sjálvstýri. Men tíverri vil hin parturin ikki at vit skulu sleppa at hava tað sjálvstýri, vit hava rætt til, og tá Kaj Leo royndi at halda upp á okkara rætt, varð hann feldur. Men at hann sum undan­gongu­ maður fer at verða nevndur við hávirðing í søgu okkara, er lítið at ivast í. Kaj Leo KJAK Lítið brúkt el-súkkla av merkinum Kildemoes til sølu. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tlf. 219787 Hjúnaband ella løggilt parlag – vit fáa brúk fyri báðum!