Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bróðurringinum á Havinum hevur árligu stevnuna í missiónshúsinum í Porkeri leygardagin 12. og sunnudagin 13. septembur 2015. Leygardagin 12. septembur: kl.15:00: Limafundur, við skrá sambært viðtøkum felagsins. Jacob Johann Mýri innleiðirir. kl.18:00. Bønarmøti. kl. 19:00. Alment møti har Niels Andreasen, Klaksvík talar og Óli Poulsen og aðrir syngja. Sunnudagin kl.12: 00 Guðstænasta í Porkeris kirkju. kl.18:00 Alment møti har Jørleif Poulsen talar og Manskórið á Sandi syngur. Á stevnuni verður høvi at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum. Tann, ið ætlar at tekna seg sum lim, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15. v/ Nevndina fyri Bróðurringin á Havinum Frá Bróðurringinum á Havinum Dansihugni í Klaksvík byrjar aftur Sunnukvøldi 13. september byrjar Danishugni aftur at dansa. Dansað verður hvørt sunnukvøld kl. 19.30 – 22 í fimleikarhøllini við skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík. Kl. 19.30 – 20.30 verður undirvíst í enskum dansi, so sum Foxtrot og valsi. Kl. 20.30 – 22 verður undirvíst í fólkadansi. Vit enda hvørt kvøld við einum drekkamunni og onkrum góðum afturvið. Kostnaður: Limagjald 100 kr. fyri hvønn. Dansigjaldið fyri veturin er 150 kr. fyri hvønn. Vit vóna at síggja nógvar nýggjar dansarar. Dansihugni Námsfrøðingur til barnagarðin Korndalsgarð á Eiði Vit søkja eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar pr. viku og byrja verður 1. oktobur ella eftir nærri avtalu. Starvið er til barn við serligurm avbjóðingum. Starvið er í tøttum samstarvið við starvsfólkini barnagarðsstovuni Um pedagogur ikki søkjur starvið, verður hjálpar- fólk sett í tíðaravmarkað starv. Í Korndalsgarði eru 4 stovur, 2 vøggustovur, 1 barnagarðsstova og ein frítíðarstova. Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00. Vit hava góðar umstøður baði uttandura og innandura. Okkara ynski er at: • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú ert álítandi • Tú hevur áræði at geva børnunum av- bjóðingar í gerandisdegnum • Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga arbeiði á stovninum • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi • Tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyt- tan og tryggan gerandisdag, við viring og umsorgan fyri tí einstaka barninum, forel- drum og starvsfeløgum • Tú hevur teldukunnleika á byrjunarstøði Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarsti- gunum frá 1 til 18 Umsøknir: Umsøknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. septembur 2015 og sendast til Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á korndalsgardur@eidi.fo Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Unn Eldevig Petersen , leiðara á tlf. 740410 Brekkuvegur 37 470 Eiði tlf.: 200 400 Fax.: 423477 eidi@eidi.fo www.eidi.fo Hevur tú hug at spæla guitar? Bo Isholm bjóðar undir­ vísing fyri børn og vaksin. Vita meira? Ring 590070 Fólk til at koyra slamsúgvara hjá IRF Søkt verður eftir einum fólki til at koyra slamsúgvara hjá IRF, at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt starv í IRF økinum, men sum fyri tað mesta er í meginøkinum. Arbeiðið umfatar m.a. at: · tøma uppsamlingsbrunnar · opa kloakkir · heinta spillolju · reinsa tangar og kjølar · umframt aðrar líknandi uppgávur Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Adelbert Ellingsgaard. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 21. september 2015. IRF Víkarvegur 107 520 Leirvík IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til slamsúgving: Skøra, Sýra, Sólja, umframt rottangabilarnar Summardái og Smæra. Frisørsalongin á Høgabóli Er stongd frá 16. september til 24. september 2015 Jó gvan Hansen Tlf: 44 75 75 Saltangará