týsdagur 8. september 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur tú útbúgving sum:
Sjúkrarøktarfrøðingur, og ynskir tú
at arbeiða dag og náttarvakt, so
hava vit størv leys.
Tað eru altíð tvey fólk á náttarvakt,
og náttarvaktin er eisini tøk
tilkallivakt úti í økinum.
Heilsurøktari ella heilsuhjálpari,
og ynskir at arbeiða í blandaðum
vaktum, so hava vit størv leys.
Tað eru altíð 4 fólk á kvøldvakt.
Tvey á demensdeildini og tvey á
vanligu deildini.
Vit ynskja starvsfólk, sum:
· Hevur hjarta fyri at arbeiða
við eldri fólkum og tolsemi
til at stuðla húsfólkunum og
avvarðandi teirra
· Er áhugað/ur í, og hevur
persónligar førleikar at vera
um eldri fólk, ið hava ymiskar
avbjóðingar, og/ella at vera um
fólk, sum hava fingið sjúkuna
demens
· Kann veita húsfólkunum røkt,
umsorgan og innihald, og/ella
útinna sjúkrar- og røktarfakligar
arbeiðsuppgávur
· Hevur ein jaligan hugburð, sær
møguleikar í arbeiðinum og tolir
broytingar
· Er fleksibul og hevur áræði at
handfara akuttar støður
· Hevur telduførleika á
brúkarastøði
· Hevur tú hesar eginleikar, gleða
vit okkum at fáa umsókn frá
tær. Áhugaði, ið hava okkurt at
spyrja um, kunnu venda sær til
Unn Justinussen, deildarleiðara
á telefon 730252 millum kl. 10
og 14.
Setanarviðurskifti:
Setanarøkið er Heimatænastan í
Eysturkommunu og Fuglafjarðar
kommunu
Tilvísing til deildarleiðaran, og løn
sambært sáttmála við avvarðandi
fakfelag
Byrja tann 1. oktober ella skjótast
tilber
Umsókn, saman við prógvi,
upplýsingum um viðkomandi
starvsroyndir v.m., skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 21. september kl.
12.00. Samrøður verða avgreiddar
í viku 39. Umsóknin skal sendast
til: Heimatænastuna – Kulibakki
8 - 520 Leirvík ella á teldupost:
heimatanastan@eystur.fo
Størv tøk á Eldrasambýlinum
á Gøtubrá í Norðragøtu
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um
heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av
eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av
umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens,
og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar,
sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri
15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini. Sí meira um Heimatænastuna hjá
Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”.
Søkt verður eftir einum
ábyrgdarfullum og dugnaligum
vaskifólki at arbeiða 20 tímar um
vikuna. Arbeiðsuppgávurnar eru
at halda felagshølir og kømur rein,
og arbeiðstíðin er gerandisdagar
millum uml. kl. 09.00 – 16.00.
Vit vænta at tú
· ert fysisk sterk/ur ella
“ergonomisk/ur”
· ert væl skipa/ur, skjót/ur og
vælgerðin
· hevur hegni at samskifta við
eldri fólk
· megnar at taka fyrilit yvir fyri
samstarvsfelagar
· hevur ein jaligan hugburð og
eitt lætt sinni
Hevur tú hesar eginleikar, gleða vit
okkum at fáa umsókn frá tær.
Áhugaði, ið hava okkurt at spyrja
um, kunnu venda sær til Elsebeth V.
Simonsen, deildarleiðara á telefon
730232 millum kl. 10 og 14.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður at byrja tann 1.
oktober 2015 ella skjótast gjørligt.
Lønar- og setanartreytir eru
sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Føroya
Arbeiðarafelag.
Umsókn
Greið frá hvørjar royndir tú hevur,
legg arbeiðsváttan við, og send
skrivliga umsókn við telduposti
á heimatanastan@eystur.fo ella
til Heimatænastan, Kulibakki
8, 520 Leirvík. Umsóknir skulu
verða okkum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 17. september 2015
kl.12.00.
Vaskifólk til Eldrasambýlið
Vesturstovu í Fuglafirði
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um
heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av
eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av
umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens,
og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 46 ársverk, her
av telja Vesturstova og Doktarahúsið 14 ársverk.