týsdagur 8. september 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Tróndur Arge – Helsinki
Føroyska
landsliðið
fekk
einki
stig
við
heim
úr
Helsinki. Tað iðra okkara
menn seg um. Sum heild varð
talan um ein javnan dyst, har
okkara kundu havt stolið
minst eitt stig, um vit vóru
eitt vet betri og hepnari.
Vit hava eftir hondini spælt
fleiri av hesum dystunum,
har vit kenna á okkum, at
vit kundu havt fingið meiri
burturúr.
Kritikkurin heglaði oman
yvir polska dómaran frá
føroyskari síðu – rættvíst
so – men eftir stendur tú við
kensluni, at vit enn mangla
nakað at læra á altjóða stigi
við hesum liðnum.
Øði eftir dystarenda
Sinnistøðan
hjá
okkara
spælarum er ikki til at taka
feil av. Jónnaes Jakobsen,
hjálparvenjari, og landsliðs
málverjin, Gunnar Nielsen
royna sissa menn, tá polski
dómarin hevur bríkslað fyri
seinastu ferð.
Seinasta aktiónin í dyst
inum var sigandi fyri okkara
avrik. Vit fáa innkast nakað
inni á hálvuni hjá Finnlandi.
Dómarin hevur lagt tríggjar
minuttir afturat. Tað er um
reppi, at teir eru farnir. Jónas
Tór Næs ger seg til reiðar at
kasta, men má líka umráða
seg, meðan okkara spælarar
drøna fram móti finska mál
inum.
Tá hann skal til at kasta
innkastið, og geva okkara
monnum ein seinasta møgu
leika,
velur
dómarin
at
bríksla dystin av.
Marcin Borski hevði longu
givið føroyska liðnum fimm
gul kort, og megnaði ikki
at leiða dystin serliga væl.
Hann fekk øðina at kenna,
men ein partur av øðini var
eisini, at okkara spælarar
kendu á sær, at vit kundu
havt fingið meiri burturúr
á olympiska leikvøllinum í
Helsinki.
Lítil áhugi
Áhugin fyri fótbólti í Finn
landi er lutfaldsliga lítil
í mun til lond sum Før
oyar, Danmark og Ong
land. Í Helsinki vóru tey
flestu ikki klár yvir, at
fótbóltslandsliðið
skuldi
spæla mánakvøldið.
Tað hevur heldur ikki
gingið so væl hjá finska
landsliðnum í hesi undan
kappingini. Teir høvdu sjey
stig á fimta plássi, meðan
vit høvdu seks stig á sætta
plássi undan dystinum okk
ara millum.
Ein sigurin í Grikkalandi
fríggjakvøldið økti ikki um
áhugan.
Heldur er tað millum ann
að vetrar ítróttur, frælsur
ítróttur, íshokky og Formula
1, sum fangar áhugan hjá
fólki her.
Dagin fyri dystin var
kappkoyring í Formula 1 í
Italia. Á Sports Academy
matstovuni sótu tey sum
á
nálum.
Finski
Kimi
Raikkonen byrjaði á øðrum
plássi, tá ljóskurvan skifti til
grønt. Tað fór at sus gjøgjn
um allar gestirnar, tá tað
gjørdist teimum greitt, at
Kimi stóð fastur í startinum.
Hann var síðstur um fyrsta
svingið og mátti so innheinta
allar hinar. Fyri hvørja yvir
háling klappaðu og róptu
fólkini á matstovuni. Jú,
áhugin er fyri ítrótti í
Helsinki, men her hevur fót
bólturin ikki so stórt vald.
Søguligur leikvøllur
Spælt varð á olympiska leik
vøllinum í Helsinki, sum
hýsti summarleikinum í 1952.
Leikvøllurin stóð liðugur
longu í 1938, tí ætlanin
varð at hýsa olympisku
summarleikunum
í
1940,
men seinni heimsbardagi
gjørdi, at eingir olympiskir
leikir vóru hildnir í 1940 og
í 1944. Í 1948 vóru olympisku
summarleikirnir hildnir í
London, og fýra ár seinni í
Helsinki. Leikvøllurin varð
nútímansgjørdur,
árini
1990-1994. Talan er um ein
snøggan, klassiskan leikvøll,
men stóra olympiska renni
breytin ger, at stemningurin
ikki nær somu hæddum,
sum á nýmótans fótbólts
leikvallum.
Almenna áskoðarar talið
til dystin var áleið 9.500. Tað
fylti ikki so nógv í myndini,
men bæði teir føroysku og
teir
finsku
áskoðararnir
fingu fleiri ferður lív í kring
vøllin.
Føroysku feløgini við
Tíðin, tá nógv føroysk við
haldsfólk fylgdust við lands
liðnum til útidystir, er eitt
sindur farin. Tað verður ikki
gjørt líka nógv burturúr
longur. Tað eru fyri tað mesta
útisetar, sum skipa fyri
túrum úr Danmark, tá vit
spæla í londum sum Svørki
og Týslandi, har koyrandi er
aftur og fram. Millum annað
kundu føroysku áskoðarar
nir teljast á einir hond, tá vit
vunnu í Grikkalandi.
Hesa ferð hevði Fótbólts
sambandið boðið leiðslunum
í
føroysku
fótbóltsfeløg
unum við. Tað ger teir av
og á, fyri at fáa samansjóða
føroyskan fótbólt. Hesi vóru
óalmindiliga røsk at rópa og
díkja á føroysku spælarar-
nar.
Túrurin hevur eisini verið
merktur av, at nógv kjak
hevur verið um framtíðina í
føroyskum fótbólti. Vónandi
kemur
okkurt
gagnligt
burturúr hesum kjakinum í
framtíðini.
Tómur leikvøllur
og tóm kensla
Tá illa lýddi dómarin bríksl
aði fyri seinastu ferð, var
klokkan
um
midnátt
í
Helsinki. Teir 9.500 áskoð
ararnir vóru skjótir av leik
vøllinum. Føroysku spæl
ararnir mótmæltu eina løtu á
vøllinum, og í øðini gloymdi
fleiri teirra at takka áskoð
arunum fyri stuðulin.
Soleiðis stóðu øll eftir við
eini tómari kenslu. Spæl
ararnir vita, at teir spældu
sum heild væl, men fingu
einki afturfyri. Áskoðararnir
gjørdu sítt, men fingu heldur
ikki tað teir mettu teir høvdu
uppiborið afturfyri.
Løtu seinni varð ljósið á
søguliga olympiska leikvøll
inum sløkt. Hetta tvíumfarið
er av. Vit kundu havt fingið
stig móti Norðurírlandi, og
vit kundu havt fingið stig
móti Finnlandi. Í báðum før
um kunnu vit iðra okkum
um, at dømingin ikki var til
okkara fyrimun. Men niður
støðan er eisini, at vit lata
okkum porovokera og lumpa
ov lætt.
Hetta liðið er fyri tað
mesta mannað við ungum
og evnaríkum spælarunum,
sum hava nakað eftir at
læra. Viljin til at vinna er
ikki til at taka feil av. Hann
er so stórur, at tað onkuntíð
kókar yvir. Heldur tað, enn
at vit slett ikki koma upp í
kók, men best hevði verið at
funnið millum loysnina.
Vit
hava
ikki
longur
møguleikan at vinna okkum
víðari til EM endaspælið. Tað
hevði heldur eingin droymt
um fyri einum ári síðani, men
sannleikin er, at koppaði alt
okkara veg, so vóru vit enn í
stríðnum um triðja pláss. Tað
er framgongd!
trondur@sosialurin.fo
Landsdysturin í Helsinki bleiv eitt tómt og frustrerandi upplivilsi, sum tó bjóðaði upp á gott
spæl og framgongd, men enn eina ferð lótu vit okkum øsa so nógv, at tað kostaði
Frustratión í Helsinki
Myndir: Polfoto