týsdagur 8. september 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
ítróttur
fótbóltur landsliðið
Lars Olsen harmast um, at spælarar sóu gult fyri at brúka seg, tí dómarin helti ov nógv til heimaliðið
Miðjan mannast
av nýggjum
Jóannes Hansen
Atli Gregersen var í Finn
landi aftur í miðverjuni eftir
leikbannið ímóti Norður
írlandi
fríggjakvøldið,
og
hann var eyðsýndur og stóð
seg væl. Eisini eftir dystar
lok var hann sjónskur, og
ikki minst tá ið tað ráddi
um pólverska dómaran og
hansara avrik, var hann mar
kantur:
– Eg sigi enn einaferð, at
føroysku dómararnir eru
framúr góðir, tá ið sammett
verður við hann, sum dømdi
í kvøld. Hann var ein grýla,
og
hann
dømdi
tilvitað
heimaliðnum til fyrimunar.
Vit fingu ikki fríspørkini,
sum teir fingu, vit fingu ikki
innkøstini, sum vit áttu, og
okkara sóu gult fyri støður,
sum mótstøðumenninir ikki
sóu gult fyri. Tað er ógvu
liga harmuligt, men tað
var kortini ikki dómarin,
sum var orsøk til, at vit ikki
vunnu eitt stig. Vit vóru heilt
tætt við, og tí iðra vit okkum
øgiligt, sigur Atli Gregersen.
Gunnar
Nielsen
hevði
síðstu løtuna fleiri framúr
góðar bjarginar:
– Eg tími ikki at siga so
nógv um dómaran, men hann
var typiskur heimadómari.
Tíverri tóku vit ikki av, tí í
kvøld lá eitt stig og bíðaði
eftir okkum. Tað er uppgávan
hjá málverjanum at bjarga,
tá ið mótstøðumenninir eru
leysir frammanfyri honum,
og í kvøld eydnaðist tað hjá
mær. Vit kundu verið hepn
ari í hinum endanum, tí vit
spældu okkum til onkran
góðan møguleika, men talan
var ikki um so gott spæl og
um møguleikar av tí slag
num, sum vit hava spælt
okkum til onkra av undan
farnu
ferðunum.
Kortini
mugu vit ikki missa okkum
burtur. Vit skulu minnast
til, at vit megna at varðveita
spenningin alla tíðina, og tað
er flott. Liðið er ungt, og tað
býr meiri í tí, sigur føroyski
málverjin Gunnar Nielsen.
Nýggj manning
Lars Olsen, landsliðsvenjarin,
staðfesti, at avrikið í Helsing
fors mánakvøldið var ikki
eitt av teimum bestu í hesi
EM undankappingini:
– Serliga fyrra partin av
1. hálvleiki var fjáltur á, og
tá var tað, at mótstøðuliðið
skoraði málið, sum vísti seg
at vera tað einasta og harvið
sigursmálið. Seinni fótaðu
vit okkum betri, og fyrstu
løtuna eftir steðgin spældu
vit okkum til tveir upplagdar
málmøguleikar. Hepnið var
ikki við okkum. Tað skal tað
vera, um vit skulu hugsa
um at vinna stig og sigrar í
sovornum dystum og serliga
á útivølli.
– Síðsta korterið sást væl,
at okkara vóru troyttir eftir
tveir strævnar dystir í fýra
dagar, og tá kundi Finnland
havt skorað fleiri mál, um
Gunnar Nielsen ikki hevði
vart so væl. Vit eru framvegis
í menningarfasu. Eg eri ikki
nøgdur við úrslitið, men eg
fegnist um, at vit eru komin
so langt, at tað er spenningur
inntil síðsta bríksl. Tað er
málið hjá okkum, sigur Lars
Olsen.
Og hann heldur fram:
– Hetta var gott dømi um,
at í altjóða fótbólti er tað
torført at spæla á útivølli,
tí dómarin gevur heima
liðnum fyrimun. Allir teir
tríggir á sentrala miðvøll
inum sóu gult, og tað kostar
trý leikbann. Harvið skal
sentrali miðvøllurin mann
ast av nýggjum, tá ið vit í
næsta mánað skulu spæla
í Ungarn. At Fróði sær gult
fyri fríspark í 1. hálvleiki er
tað, sum tað er. Men tað er
harmiligt, at hini bæði kort
ini verða givin, tí spælararnir
vísa sína misnøgd við døm
ingina. Tað er ov býttisligt.
Hvussu ætlar tú at manna
miðvøllin av nýggjum?
– Tað skulu vit gera, og
tíbetur hava vit fleiri møgu
leikar við spælarum, sum
eru í hópinum. Vit hava
møguleika at seta spælarar,
sum ímóti Finnlandi sótu á
beinkinum, inn á sentrala
miðvøllin, og vit hava møgu
leika at umskipa. Eitt nú
hevur Sølvi Vatnhamar á
landsliðnum verið ytstur í
høgru, meðan hann í Víkingi
er
sentralur
miðvallari.
Róaldur Jakobsen er sen
tralur miðvallari, og hann
hevur roynt seg í hesum
plássinum á landsliðnum.
Rógvi
Baldvinsson
og
Odmar
Færø
hava
havt
verjukendan leiklut á mið
vøllinum á landsliðnum, og
Pól Jóhannes Justinussen er
sentralur miðvallari í NSÍ, og
so eru tað eisini aðrir møgu
leikar, staðfestir landsliðs
venjarin.
joannes@sosialurin.fo
Finnland - Føroyar 1-0 (1-0)
1-0: Joel Pohjanpalo 23.
Dómarabólkur úr Póllandi: Marcin Borski,
Rafal Rostkowski, Krzysztof Myrmus, Arkadiusz Wójcik,
Bartosz Frankowski og Krzysztof Jakubik
Finnland: Lukas Hradecky, Eintracht Frankfurt Týskland – Kari
Arkivuo, BK Häcken Svøríki, Markus Halsti ■, D. C. United USA,
Paulus Arajuuri, Lech Poznan Pólland, Jere Uronen, Helsingborg IF
Svøríki – Thomas Lam ■, PECZwolle Holland (Sakari Mattila, Fulham
England, 84.), Tim Sparv ■, FC Midtjylland Danmark – Alexander
Ring, 1. FC Kaiserlautern Týskland, Riku Riski, IFK Göteborg
Svøríki (Tim Väyrynen, Dynamo Dresden Týskland, 74.), Perparim
Hetemaj, Chievo Italia – Joel Pohjanpalo, Fortuna Düsseldorf
Týskland (Kasper Hämäläinen, Lech Poznan Pólland, 93.)
Á beinkinum: Jesse Joronen, Stevenage England, Niki Mäenpää,
Brighton & Hove Albion England, Ville Jalasto, Stabæk Noreg, Valtteri
Moren, Waasland-Beveren Belgia, Jukka Raitala, AaB Danmark,
Joona Toivio, Molde Noreg, Joni Kauko, FC Energie Cottbus Belgia,
Petteri Forsell, IFK Mariehamn, Teemu Pukki, Brøndby IF Danmark
Venjari: Markku Kanerva
Føroyar: Gunnar Nielsen, Stjarnan Ísland, 29/0 – Jónas þór Næs ■,
B36, 42/0, Atli Gregersen, Víkingur, 29/0, Sonni Ragnar Nattestad,
9/0, Gilli Sørensen, AaB Danmark, 7/0 – Fróði Benjaminsen ■,
HB, 86/6 (Rógvi Baldvinsson, Fredericia Danmark, 84, 21/2.),
Hallur Hansson ■, Vendsyssel Danmark, 19/3 – Sølvi Vatnhamar,
Víkingur, 7/0, Brandur Hendriksson ■, FCK Danmark, 7/1,,
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark, 49/4 (Kaj
Leo í Bartalsstovu ■, Levanger FK Noreg, 58., 4/0) – Klæmint
A. Olsen, NSÍ, 6/0 (Finnur Justinussen, Víkingur, 75., 2/0)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson,
HB, 0/0, Tórður Thomsen, B36, 0/0, Erling Jacobsen, Víkingur,
5/0, Odmar Færø, B36, 8/0, Pól Jóhannes Justinussen,
NSÍ, 21/0, Árni Frederiksberg, NSÍ, 0/0, Róaldur Jakobsen,
B36, 2/0, René S. Joensen, Vendsyssel Danmark, 4/0
Venjari: Lars Olsen
finnland
vs føroyar
Myndir: FSF