týsdagur 8. september 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge – Olympiski
leikvøllurin, Helsinki
Føroyska liðið hevði 300
rættar avleveringar, 47 pro
sent av spælfordeilingini og
átta atsóknir at málinum
hjá Finnlandi. Hóast okk
ara
spælarar
vóru
sera
vónbrotnir. so vóru fleiri
glottar at hóma í føroyska
spælinum.
Tíverri, so eru vit best
millum brotsteigarnar og
ikki í brotsteigunum. Tað
er har dystirnir vinnast og
tapast. Finnland skorar upp
á ein retur, meðan vit hava
upp til fýra ella fimm støður,
har vit fáa bóltin í góðar
støður í brotsteiginum, men
eru ikki ágrýtnir nokk.
Ágrýtni
manglar
ikki
á miðvøllinum, men aftur
hesa ferð bleiv tað umsett til
ov nógv gul kort. Helst vóru
øll trý gulu kortini á miðvøll
inum óneyðug.
Finnlendingar revsa
Vit spældu ein undir miðal
hálvleik í fyrra hálvleiki.
Fyrsta korterið vóru vit væl
við uttan at skapa nakrar
møguleikar. Síðani kemur
vánaligasta løtan hjá okkum,
har finska liðið fær yvirtakið
á dystinum.
Tíverri fyri okkum, so
megna vertirnir at umseta
yvirtakið til mál. Uppspælið
er í okkara høgru síðu, har
Sølvi
Vatnhamar
helst
verður feldur, men dómarin
bríkslar ikki. Í yvirtal kemur
innleggur úr vinstru. Fyrst
skjóta teir á tvørstongina,
áðrenn
Joel
Pohjanpalo
stútar returin í málið, um
vegis tvørstongina.
Føroyska
liðið
svarar
aftur móti endanum av
seinna hálvleiki, men tað er
soltið við málmøguleikum.
Føroyskt trýst
Í seinna hálvleiki høvdu vit
okkara bestu løtu í dystinum.
Yvir eitt tíðarskeið upp á ein
hálvan tíma, eru vit spæl
stýrandi. Vit vinna eisini
bóltin aftur skjótt og kom til
nakrar góðar støður.
Hesa løtuna er eyðsæð, at
føroyska liðið er í framgongd
á altjóða pallinum. Tað er
langt síðani, at vit hava torað
at trýst so langt frammi á
vøllinum. Samstundis spæla
vit væl og koma til góðar
støður.
Fingu vit mál hesa løtuna
hevði tað óvia broytt dystin
nógv. Tað hevði heldur ikki
óuppiborið.
Hugaligt
at
vera vitni til slíkan fótbólt
frá landsliðnum – á útivølli
enntá.
Troyttir menn
Seinastu løtuna mistu okk
ara takið á dystinum aftur.
Orkan gekk undan og nú
komu finnlendingar til tveirt
stórar møguleikar, men í
báðum førinum stórbjargaði
Gunnar Nielsen.
Tað er hart at spæla tveir
so krevjandi dystir upp á
tríggjar dagar. Tað mugu
fleiri
av
okkara
ásanna
eftir dystin mánakvøldið.
Vit brúku eisini nógva orku
at trýsta Finnland í seinna
hálvleiki. Tí var tað heldur
ikki so løgið, at vit blivu
troyttir
móti
endanum.
Stríðsviljanum bilti einki.
Barnasjúkur, gáloysni
og vantandi neyvleiki
Vit gera enn nakrar barna
sjúkur. Hesa ferð fingu bæði
Hallur Hansson og Brandur
H. Olsen óneyðug gul kort,
sum merkja at teir hava leik
bann til komandi dyst. Vit
lata okkum enn provokera
og lumpa ov illa.
Vit gera eisini ov nógv
óneyðug fríspørk. Millum
annað gula kortið hjá Fróða
Benjaminsen var ein takling,
har tað var óneyðugt at
tveita seg í taklingina.
Vantandi
neyvleikin
í
álopsstøðum gjørdi, at vit
ikki fingu seinastu avlever
ingina at sita. Serliga er tað
støðan, har vit eru tríggir
móti einum, tá Sølvi Vatn
hamar leggur innfyri. Tá
mugu renningarnar og av
leveringina rigga saman. Tað
var í fleiri førum, at bara tað
seinasta restaði í.
Góðkent
Sum heild var talan um eitt
góðkent avrik. Serliga er
tað eginleikin at flyta bóltin
runt og fáa okkara fremstu
í spæl, sum er í framgongd.
Tað eydnaðist væl. Hesa
ferð
komu
deyðbóltarnir
fram til Sonna Ragnar, men
vit mangla ágrýtin at prika
næsta bóltin í málið.
trondur@sosialurin.fo
landsliðið fótbóltur
Stigið lá eftir
Føroyska avrikið var gott nokk til at fáa minst eitt stig
á olympiska leikvøllin í Helsinki, men barnasjúkur,
gáleoysni og vantandi neyvleiki í avgerandi
støðunum gjørdi, at stigið lá eftir í Finnlandi
Mynd: FSF
Tølini tala:
Finnland - Føroyar
Mál: 1 - 0
Spælfordeiling: 53% - 47%
Skot: 9 - 8
Skot á mál: 6 - 1
Horna: 3 - 2
Gul kort: 3 - 5
Reyð kort: 0 - 0
Gjørd fríspørk: 16 - 16
Avleveringar: 422 - 343
Rættar avleveringar: 366 - 300
(UEFA.com)