Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 ítróttur fótbóltur landsliðið í Finnlandi 4 Gunnar Nielsen Hevði tvær bjargingar í heims­flokki í seinna hálv­ leiki. Hevði annars ikki so nógv at gera. Gjørdi tað hann skuldi og kundi einki gera við mál­ið. Hoyrdist um allan vøll­in, tá hann stýrdi liðnum frá mál­inum. 3 Jónas Tór Næs Aftur hollur á høgra bakki hesaferð. Er fyri tað mesta tryggur í verjustøðu og kom framvið, tá boð vóru eftir honum. Eisini riggar saman­ spælið við Atla í miðverjuni og Sølva á vonginum væl. 4 Atli Gregersen Stýrdi spælinum væl. Er róligur á bóltinum og tað smitt­aði av á restina av liðnum. Var ein av orsøkini til, at vit høvdu bóltin so nógv. Hevði ávísar trupulleikar, tá finn­lendingarnir spældu smá­spæl frammanfyri brots­ teigin hjá okkum. 5 Sonni Ragnar Nattestad Dagsins spælari Vann ein rúgvu av tví­dyst­ um, bæði verjustøðu og álops­støðu. Prógvaði, at hann er millum evnaríkastu spæl­arar­nar hjá okkum. Í verju­støðu var hann ágrýtin og vann at kalla allar tví­ dyst­ir­nar. Í álopsstøðu var tað ser­liga í deyðbóltunum, at hann megnaði at leingja bólt­arnar, har teir skuldu. 3 Gilli Sørensen Fekk eina misjavna byrjan, har hann hevði trupult við at sleppa sær av við bóltin. Spældi seg tó upp saman við restina av liðnum. Kom dekan ov lítið framvið, tí tá hann bjóðaði av, so hendi nógv. 3 Fróði Benjaminsen Ein av slakaru dystunum hjá aldursforsetanum á mið­ vøll­inum. Gjørdi sítt í verju­ part­inum og var nær við at skora, tá Gilli sendi innfyri úr vinstru. Tóktist tó fella við liðnum í seinna hálvleiki, og onkrar ferðirnar manglaði javn­vágin á miðvøllinum. 4 Hallur Hansson Aftur eitt orkuríkt avrik frá Halli Hansson. Var íblandur tí mesta, sum føroyska lið­ið gjørdi. Eins og móti Norður­ írlandi, so telur tað niður at hann byrjar at skumpast á miðjum vølli. Tað kostar gult kort og leikbann. Annars frálíkt avrik. 4 Brandur H. Olsen Var nógv á bóltinum og flutti hann væl runt. Hesa ferð riggaðu deyðbóltarnir eis­ini væl betri enn móti Norður­írlandi. Var kanska í so bráður at renna inn, tá vit fingu størsta møguleikan í dyst­inum. 2 Christian L. Holst Tóktist óvanliga troyttur til dystin. Fekk lítið og einki burturúr á vinstra vongi. Bleiv eisini útskiftur tíð­liga í seinna hálvleiki. Start­plássið hjá honum er undir observa­ tión í løtuni. 3 Sølvi Vatnhamar Stríddist sum vanligt væl á høgra vongi. Mundi blivið uppleggjari aftur hesaferð. Annars var talan um eitt gott avrik, men Finnland hevði lisið upp á og vardi væl fyri í okk­ara høgru síðu. 3 Klæmint A. Olsen Stríddist og bardist mann­ iliga í álopinum. Vann okk­ um fleiri fríspørk og smæd­ist ikki í tvídystunum. Kom tó ikki fram til nakr­an møgu­ leika, og liðið tóktist ikki finna støður, har hann kundi spælast í vandamiklum økjum. 3 Kaj Leo í Bartalsstovu Gjørdi eitt fínt innhopp á vinstra vongi, har hann í løtum vísti sín góða bólt­før­ leika. Arbeiddi eisini aftur við, tá brúk var fyri tí. 3 Finnur Justinussen Blandaði seg upp í spælið, men eins og við Klæminti, so bleiv tað ikki til nakran mál­møguleika. Arbeiddi eis­ ini allan vegin aftur í egnan brotsteig, tá brúk var fyri tíð. Rógvi Baldvinsson Kom inn seinastu min­uttir­ nar. 4 Lars Olsen Heldur ikki hesa ferð ber til at seta fingurin á lið­upp­still­ ingina. Liðið tordi aftur at spæla bólt og avrikið var á góðari leið. Tó manglar nakað av ágrýtni í brotsteiginum, meðan vit onkuntíð er ov ágrýtnir á miðvøllinum. Tað skal rættast uppá. spælarametingar Myndir: Polfoto Polski dómarin megnaði ikki uppgávuna sum dóm­ ari á altjóða stigi. Klárði at kóka ein stemning upp á einum annars køldum kvøldið í Helsinki. Flestu av­gerð­irnar fullu til fyri­ muns fyri heimaliðið. Ser­liga vóru tað nógvu albog­arnir, sum finsku spæl­ararnir ikki blivu revs­aðir fyri. Endaði dyst­in við at bríksla av, tá Føroyar høvdu innkast og sendu alt fólkið fram. Tápu­ligt og óneyðugt! Dómarin Marcin Borski 2 J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er adjunkt- ella lektarastarv leyst at søkja. Starvið fevnir um gransking og undirvísing innan føroyska lóg. Undirvísingin er í stakskeiðum á bachelorstigi og á masternámi í løgfrøði. Sí nærri lýsing á www.setur.fo. Myndir: FSF