týsdagur 8. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
strongman
Neli Heldarskarð
Leygardagin verður stór
fingin
sterkamannakapp
ing í høllini á Hálsi, ið er
tann størsta av sínum slagi
í nýggjari tíð. Fimm útlend
ingar, ið allir hava verið
kosnir sum sterkasti mað
urin í landi sínum, koma til
Føroya at kappast. Afturat
hesum fimm verða væl
kendu,
føroysku
sterka
menninir, Bjarni Nielsen og
Bogi Hammer, eftir ætlan
við í kappingini. Bogi er tó
ivasamur, tí at hann hevur
ein skaða at dragast við.
Í løtuni tori eg ikki at
svara uppá, um eg luttaki
í
kappingini
leygardagin.
Endaliga avgerðin verður
nokk tikin hósdagin, segði
Bogi Hammer, tá ið Sosial
urin setti honum stevnu í
Yndifitness mánadagin, har
bæði Bogi og Bjarni venja
til dagligt. Bogi Hammer er
eisini ein av fyrireikarunum
til sjálva kappingina, ið ber
heitið Toyota Cup.
Bjarni er helst
tann sterkari
Fáir dagar eru eftir til stóru
kappingina. Fyrireikingarnir
eru á hæddini, og sum tað
skilst á fyrireikarunum, so er
tað mesta komið nøkulunda
upp á pláss. Nú verður bara
bíðað eftir, at krútsterku,
útlendsku
luttakararnir
koma til landið í morgin.
Bogi Hammer vísir á, tað
krevur nógva venjing, tá ið
ein strongman skal luttaka
í slíkari kapping. Tað kann
væl kallast ein lívsstílur.
– Ja, Bjarni og eg hava
vant sera nógv ímóti hesari
kappingini. Tá ið man tekur
styrkivenjing so álvarsligt,
sum vit gera, so er tað nakað,
sum man venur alt árið runt.
Í mun til vanliga styrkivenj
ing, so eru nakrar ávísar
greinar í slíkum kappingum,
sum ikki vera kunngjørdar
fyrr enn tveir-tríggjar mán
aðir áðrenn kappingina. Út
lendingarnir eru nógv meira
vanir at gera hesar ymsu
styrkisgreinirnar, ið skulu
gerast í kappingini leygar
dagin. Tveir av teimum hava
heimsmet í hvør sínari grein,
so tað eitt sindur um teirra
styrki, sigur Bogi Hammer
avgjørdur.
Seinastu tvey árini er
Bjarni Nielsen blivin kosin
til føroya sterkasta mann,
meðan Bogi Hammer ikki
hevur gjørt so nógv um seg
í kappingum seinastu tíðina.
Bogi viðgongur eisini, at
Bjarni helst er sterkari enn
hann í løtuni.
– Tølini lúgva ikki, tí at
Bjarni hevur verið føroya
sterkasti tvey tey seinastu
árini.
Hann er betri fyri enn eg í
løtuni, og eg vóni og vænti, at
tað fer at gangast honum væl
í kappingini. Eg trúgvi væl, at
Bjarni kann fáa eitt samlað
triða pláss í kappingini.
Tað kann lættliga
ganga galið
Bogi væntar ikki, at hann og
Bjarni sum útgangsstøði eru
sterkari enn nakrir av hinum
luttakarunum í nøkrum av
greinunum, men vísir á, at
tað er skjótt, at tað kann
ganga galið hjá íðkarum í
sterkamanskappingum.
– Um ein fær eitt skeiv
tak ella beklar, tá ið ein er í
ferð við at lyfta okkurt, so
er skjótt, at tað kann ganga
heilt galið. Tað er ikki sum í
til dømis í fótbólti, har bólt
urin bara flýgur út til inn
kast. Vit arbeiða alla tíðina
ímóti tíðini í okkara kapp
ingum. Tá ið talan er um so
tungar vektir, ið vit fáast við,
so kann ein lættlliga blíva
skaddur, sigur Bogi Hammer
um vandan, sum eisini liggur
hesum
kappingum,
har
nógvar tungar vektir skulu
lyftast.
Stuttligt at lyfta
frammanfyri nógvum
áskoðarum
Stóru sterkamanskappingar
nar, har nakrir av heimsins
sterkastu monnum koma til
Føroya at kappast, er sjálv
sagt ein stór gularót fyri
menn sum Boga Hammer
og
Bjarna
Nielsen.
Bogi
Hammer minnist aftur á
»Battle of North«-kapping
ina, ið varð hildin í høllini á
Hálsi í fjør.
– Tú kanst ætla, at tað er
stuttligt, tá ið eini 2000 før
oyingar standa og rópa eftir
tær, meðan tú lyftir. Ein skal
veruliga uppliva tað sjálv
ur fyri at vita, hvussu tað
kennist, sigur Bogi Hammer
um hesa kensluna.
Kappingarnar
skulu eiheldur
gerast ov stuttar
Tá ið nýggjaru sterkamans
kappingarnar byrjaðu aftur
fyri nøkrum árum síðani
gjørdust kappingarnar ofta
ógvuliga drúgvar. Onkuntíð
kundu kappingarnar tátta í
eini tríggjar tímar, tí at fyri
reikarar og luttakarar ikki
vistu heilt, hvussu ein skuldi
bera seg at í tí ymsa.
– Men ongin er so býttur,
at hann ikki veit betur
aftaná. Kappingarnar eru
betraðar nógv síðani, og vit
vóna, at kappingin leygar
dagin ikki verður longri enn
ein og ein hálvan tíma. Nú er
tað kanska byrjað at ganga
hinvegin, at ein roynir at
draga kappingarnar longri
út. Tað skal jú eiheldur vera
soleiðis, at áskoðarin kemur,
roykir eina sigarett, og so
er alt yvirstaðið, sigur Bogi
Hammer heldur skemtiliga,
tá ið hann varð spurdur,
hvussu langa tíð kappingin
leygardagin fer at vara.
Heimsins
sterkastu
savnast
á Hálsi
Fleiri av heimsins allar sterkastu monnum vera at síggja í
høllini á Hálsi leygardagin, har føroysku Bjarni Nielsen og
Bogi Hammer eisini fara at luttaka. Sosialurin hevur prátað
við Boga Hammer um kappingina, ið afturat at vera møguligur
luttakari eisini er ein av fyrireikarunum av kappingini
Toyota Cup '15
Tú kanst ætla, at tað er stuttligt, tá ið eini
2000 føroyingar standa og rópa eftir tær, meðan
tú lyftir. Ein skal veruliga uppliva tað sjálvur
fyri at vita, hvussu tað kennist