týsdagur 8. september 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
ítróttur
strongman
Zydrunas er
favoritturin
At enda varð Bogi Hammer
spurdur um, hvør hann
væntar fer at vinna kapp
ingina.
– Eg vænti at Zydrunas
Savickas vinnur kappingina.
Eddie Hall er tó eisini ein
outsidari. Vit fáa at síggja,
men tað er næstan 100%
víst, at tað verður annar av
teimum báðum, ið vinnur.
Um meg sjálvan havi eg bara
hug at siga, at eg eri við fyri
at læra, sigur ein flennandi
Bogi Hammer at enda.
Zydrunas Savickas er 40
ára gamal, og er hann blivin
kosin
heimsins
sterkasti
heilar fýra ferðir. Hetta
ber boð um, at hann er
ein virðiligur favorittur til
kappingina leygardagin, ið
byrjar klokkan 16. Tað ber
til at keypa atgongumerki
í forsølu í Yndifitness á
Sundsvegnum
fyri
150
krónur til og við fríggjadag
in. Leygardagin kunnu at
gongumerki bara keypast við
dyrnar, har hvørt atgongu
merkið kostar 200 krónur.
Prísurin fyri børn er 25
krónur í forsølu og 50 krónur
við dyrnar.
Zydrunas
Savickas
Aldur: 40
Tjóð: Litava
Fýra ferðir kosin sum
heimsins sterkasti
maður
Bogi
Hammer
Aldur: 38
Tjóð: Føroyar
Føroya sterkasti
maður í 2013
Eddie
Hall
Aldur: 28
Tjóð: Ongland
Heimsmest í
deadlift (463 kg)
Laurence
Shahlaei
Aldur: 32
Tjóð: Ongland
Tvær ferðir kosin
sum sterkasti
maður í Bretlandi
Ole Martin
Hansen
Aldur: 34
Tjóð: Norra
Sterkasti maður
í Norra í 2012,
2013 og 2014
Bjarni
Nielsen
Aldur: 27
Tjóð: Føroyar
Føroya sterkasti
maður í 2014
og 2015
Nicolai
Hansen
Aldur: 39
Tjóð: Danmark
Fimm ferðir kosin
sum sterkasti
maður í Danmark
Favoritturin, Zydrunas Savickas, er 40 ára gamal, og er
hann blivin kosin heimsins sterkasti heilar fýra ferðir.
– Eg væmti hann vinnur, sigur Bogi Hammer fyriskipari
Mynd: Fitnesssutra.com
Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen
Fleiri av luttakarunum, ið
koma til Føroya í morgin
at kappast í høllini á Hálsi
leygardagin, hava verið í
Føroyum áður. Ein teirra
er Zydrunas Savickas úr
Litava, sum í 2001 luttók í
Atlantic Giant-kappingini,
sum Regin Vágadal skipaði
fyri.
Sum Bogi Hammer eis
ini vísir á, so er tað ógvu
liga skjótt, at tað kann
ganga galið hjá luttakarum
í sterkamanskappingum,
og hetta merkti Zydrunas
Savickas á egnum kroppi
hendan lagnudagin í 2001.
Smellurin
var øgiligur
Savickas var í ferð við at
gera eitt øvilsi, sum eitur
Millwalk, tá ið tað gekk
galið hjá honum. Jákup
Jacobsen, sum í dag eigur
og rekur Yndifitness, stóð
beint við hendingina og
minnist aftur á hana.
– Zydrunas var í ferð
við at gera Millwalk. Tað
er eitt øvilsi, har luttak
arin heldur í einari stong,
ið liggur beint omanfyri
búkin. Síðani skal luttak
arin ganga í rundingar
við hesari stongini, greiðir
Jákup Jacobsen frá um
øvilsið,
ið
Zydrunas
Savickas gjørdi, tá ið knø
ini hjá honum góvu seg
undir fyri trýstinum.
– Zydrunas var komin
umleið
hálvaaðru
ferð
runt, tá ið eitt stórur smel
lur hoyrdist. Tað ljóðaði
sum, at onkur trampaði
niður á pallin, ið Zydrunas
kappaðist
á.
Zydrunas
fleyg afturav av tí sama.
Smellurin, ið tá hoyrdist,
kann næstan ikki lýsast
við orðum, sigur Jákup
Jacobsen, ið er álvarsamur
á málinum, tá ið hann for
telur um hesa løtuna.
Knøini vóru farin
Tað, ið var hent, var, at
báðir
musklarnir,
sum
sita beint undir knøunum,
kvettust av hjá Zydrunas
Savickas. Hetta førdi við
sær, at knæskelirnar hjá
Zavickas endaðu hálva
vegna uppi á lærinum.
– Eg stóð eini tveir metr
ar burtur, tá ið tilburðurin
hendi. Eg skundaði mær
at leypa yvir til hann.
Savickas vísti beinanvegin
á knøini hjá sær, tí at hann
visti, at har var heilt galið.
Savickas ýldi ikki av
pínu ella nakað, men vildi
bara hava onkran at hyggja
upp á knøini hjá sær.
– Ein lækni var á stað
num og skundaði sær yvir
til Savickas. Læknin hugdi
upp á knøini og segði so:
»Her eru ongar knæskelir«.
Læknin royndi so at flyta
eitt sindur upp á beinið,
men Zydrunas bað hann
beinanvegin steðga við
hesum, tí at hann visti, at
knøini vóru fullkomiliga
farin,
greiðir
Jákup
Jacobsen frá hendingini.
Ein hugaligur maður
Eftir hetta kom ein sjúkra
bilur
á
staðið.
Jákup
Jacobsen skundaði sær út
á sjúkrahúsið saman við
Zydrunas Savickas. Jákup
leggur dent á, at Savickas
var ógvuliga lættur at fáast
við, hóast støðan hjá hon
um var rættiliga álvarslig.
– Sjúkrabilurin kom á
staðið, og vit skundaðu
okkum út á landssjúkra
húsið.
Zydrunas
varð
skurðviðgjørdur so at siga
beinanvegin. Og eg má
siga, at hann nokk er tann
mest hugaligi maðurin, ið
eg nakrantíð havi tosað við
í slíkari støðu, tá ið hugsað
verður
um
álvarssama
skaðan, sum hann hevði
fingið. Eg veit ikki hvussu
ofta eg spurdi, um eg ikki
kundi hjálpa við onkrum,
men Zydrunas hevði ikki
tørv á nøkrum. Hann var
hugaligur og fittur upp
á allar mátar. Hann lá á
sjúkrahúsinum
í
tveir
dagar og fór síðani av land
inum.
Zydrunas Savickas
er ein sólskinssøga
Eftir, at Zydrunas Savickas
var farin av landinum,
hevði
Jákup
samband
við hann í eini tveir mán
aðir.
Zydrunas
hevði
gott mót upp á tilver
una, hóast skaðin var
somikið
álvarsamur,
at
hann ikki fekk luttikið
í nakrari kapping í heili
níggju mánaðir. Zydrunas
Savickas kom tó aftur
sterkari enn nakrantíð. Í
dag telist hann ímillum
heimsins allar sterkastu
menn, og hann hevur
vunnið
heiðurin
sum
heimsins sterkasti maður
heili fýra ferðir.
– Her vil eg so skoyta
uppí, at sjúkrahúsverkið
í Føroyum í øllum førum
hevur gjørt sítt til, at
Zydrunas
ikki
viknaði,
tá ið hann fekk hendan
álvarsama skaðan. Síðani
skaðan er Savickas bara
blivin sterkari og sterkari
fyri hvørt ár, og í dag telist
hann ímillum heimsins
allar sterkastu menn, sigur
Jákup Jacobsen at enda
um ótrúliga sterka litavan.
Sigast má, at aftur
koman hjá Savickas frá
álvarsama skaðanum, ið
hann fekk á ovara vølli
í Gundadali, er ein sól
skinssøga, sum vísir, at
tað eisini ber til hjá einum
yrkisítróttarfólki at koma
afturíaftur, um viljin og
góði hugburðurin er til
staðar.
neli@sosialurin.fo
Knæskelin fór upp á lærið
Zydrunas Savickas, sum í dag er millum
heimsins sterkastu menn, hevur áður verið í
Føroyum. Hetta var í 2001, tá ið hann luttók
í Atlantic Giant-kappingini. Savickas fekk ein
sera álvarsligan skaða í hesari kappingini,
sum Jákup Jacobsen minnist ógvuliga væl