hósdagur 10. september 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
6
persónssøga
Fyri 26 árum síðani kom rumenski Doru Tiberiu á Torvlaðnum
til Føroya eftir fleiri ára leitan eftir tí friðsæla lívinum. Hann
visti ikki hvat bíðaði hinumegin, tá ið hann leyp í Donau ánna
og svam frá tí kommunistiska veldinum, sum kúgaði hann. Men
hann droymdi um eitt stað har úti, har ein veruliga slapp at liva
sum ein frælsur persónur. Tað lívið fann Doru í Føroyum
Føroyingar
góvu mær
mína sjálvs
virðing aftur
Barbara Holm
28. august 1989. Tað er ein serligur
dagur í lívinum hjá Doru, tí tá setti
hann fyri fyrstu ferð føtur á føroyska
jørð. Nakrir dagar frammanundan
sníkti hann seg umborð á gomlu
Norrønu, uttan pass ella visum. –
Teir spurdu tíbetur ikki um pass. Teir
spurdu bara um eg hevði sigarettir
ella brennivín við í land, sigur Doru
smílandi. 28. august varð sostatt dag
urin, har Doru gavst at leita. Leita
eftir tí friðsæla og frælsa lívinum,
sum hann sum unglingi í Rumenia
droymdi um. Túrurin til Føroya var
drúgvur, harður og til tíðir stóð um
lív.
Tað byrjaði alt í 1954 í Rumenia,
tá ið Doru varð borin í heim. Familja
hansara hevði upprunaliga jørð og
mylluvirksemi, men abbi hansara
og mammubeiggjarnir vórðu settir í
fongsil og vístur av landinum, tí teir
ikki vildu geva yvirvaldinum part av
jørðini. Tað var har haturin til komm
unismuna føddist.
– Mamma mín hataði kommu
nismu. Hon legði í meg frá barnsbeini,
at tað var av tí ónda, tí tað hevði hon
upplivað sjálv, greiður Doru frá.
Sum unglingi fór Doru á Universi
tet í Bukarest. Áðrenn 1972 var
Rumenia eitt frítt land, men í 1972
hendi tað, sum seinni skuldi vísa seg
at mynda restina av lívinum hjá Doru.
Beint eftir tey stuttligu og fríu 60'ini
við longum hári, kovboybuksum og
Bob Dylan strammaðu myndugleik
arnir reglurnar soleiðis, at tað ikki
longur varð frítt at liva og virka sum
man vildi. Hárið varð klipt, kovboy
buksurnar gjørdist ólógligar og tað
var bara ein rættur máti at liva og
virka. Hetta vildi Doru tó ikki finna
seg í. Á Universitetinum var hann
redaktørur á einum studentablaðið.
Tað var sensurur í Rumenia tá, so tað
ráddi um at fjala hvassa pennin frá
myndugleikunum.
Doru sum flótti til Føroya
Føroyingar góvu
mær alt tað, sum
hini londini tóku
frá mær. Tey
góvu mær mína
sjálvsvirðing
aftur«
Mynd: Fotostudio / Finnur Justinussen