hósdagur 10. september 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
7
Doru skrivaði eina ørgrynnu
av atfinningarsomum greinum og
yrkingum, og unglingarnir fóru á
gøturnar at mótmæla. Doru og onn
ur settu eld á nakrar løgreglubilar í
mótmæli móti tí kúgandi yvirvald
inum, men prísurin varð høgur.
– Eg varð dømdur 18 ára fongsuls
revsing, sigur Doru, sum í dag kann
flenna at tí órímiligu revsing, sum
mótmælisgongan elvdi til.
– Tað var ræðuligt. Vit vóru bólk
aðir heilt øðrvísi enn til dømis tjóvar
og aðrir brotsmenn. Boðini hjá
fongsulsmonnunum vóru, at vit vóru
ímóti skipanini, og um teir funnu nóg
góðar orsøkir, so skuldu teir taka lívið
av okkum, sigur Doru.
Doru og hinir vóru mettir at
vera óbrúkiligir - ein hóttan móti
kommunistisku skipanini. Doru sat
tó ikki øll 18 árini í fongsul, men varð
leyslatin eftir 5 ár.
Komin útaftur fann Doru eitt
broytt samfelag. Universitetið var
nú so fastlæst í kommunismuni, at
Doru ikki eingongd fekk starv sum
húsavørður á skúlanum.
– Tá fekk eg nóg mikið. Eg varð
stemplaður sum ikki ideologiskt rætt
hugsandi, og mínir møguleikarnir í
samfelagnum vóru nærum ikki til
staðar. Eg visti, at tá eg fór, so kom
eg ongantíð aftur, greiður Doru frá.
Svam yvir Donau
ánna – tvær ferðir
Doru gjørdi av at flýggja. Flýggja
frá tí fastlæsta samfelagnum til tað,
sum hann ímyndaði sær var frælsi.
Doru visti, at ST høvdu fólk og legur
í Jugoslavia, so komin á land har gekk
hann til Beograd. Fyrsta hendingin
var, at Doru varð settur í fongsul í ein
mánað, fyri síðani at vera leyslatin í
flóttafólkaleguna hjá ST. Men so lætt
skuldi tað ikki vera. Ein dagin varð
hann settir í hondjørn og førdur aftur
til Rumenia. Hví kunnu vit bara gita
um.
– Sjálvur haldi eg, at tað var ein
handil, sum rumensku myndug
leikarnir gjørdu við felagsskapir og
onnur lond. At tey rindaðu fyri hvønn
rumena, sum rýmdi úr landinum,
sigur Doru.
Afturkomin til Rumenia endaði
Doru aftur í fongsul – hesaferð í 13
mánaðir.
Og eftir hetta gjørdi hann enn
eina roynd at flýggja.
– Tað var um veturin og sera kalt
og hart. Men eg hugsaði fyri mær tað,
sum mamma mín segði, at hon
heldur vil vita, at eg lá deyður
í Donau, enn at eg livdi undir
hasum treytunum, sigur
Doru.
Hesaferð hevði kuldin
sett síni spor, tí Doru megn
aði ikki at ganga langar
teinar, tá ið hann var komin
á land. Hann fór tí til fyrstu
bygdina hann kom fram á, og
har vóru myndugleikarnir skjótir,
og settu hann aftur í fongsul í ein
mánað og síðani aftur í somu flótta
fólkalegu. Eftir tveir dagar í leguni
flýddi hann aftur.
– Eg fór til gongu, bara við einum
tendrara í lummanum, og gekk allan
vegin til Grikkalands. Tað var á leið
720 kilometrar og tók tríggjar vikur,
sigur Doru.
»Føroyar er eitt fantastiskt land í tann mun, at
integratiónina riggar. Men hon riggar tí, at tað ikki er
nøkur fastløst skipan. Tað kallast bygdaintegratión,
og hon riggar einans tá talan er um eitt avmarkað tal«
Framhald á næstu síðu
– Eg trúði ikki uppá, at fólk veruliga vóru so góð. Eg hugsaði
automatiskt »tey vilja hava okkurt frá mær«. Men so fann
eg útav, at føroyingar eru bara so fittir, sigur Doru
Mynd: Fotostudio / Finnur Justinussen
28. august 1989
setti Doru fyri fyrstu
ferð føtur á føroyska
jørð, eftir at hann hevði
sníkt seg umborð á
gomlu Norrønu, uttan
pass ella visum.