Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 8 Á vegnum stól hann grønmeti og annað til matna, og hann bað til, at hann skuldi hitta eina bjørn, ein úlv ella okkurt – bara ikki eitt menniskja. – Løgið at hugsa sær til í dag, at man kemur hartil sum menniskja. At man mest av øllum ræðist at hitta fólk, sum vilja tær ónt, sigur Doru. Aftur í fongsul Komin til Grikkalands varð hann aftur settur í fongsul. Hesaferð bert eitt vikuskifti, meðan myndug­leik­ar­ nir funnu fram ymisk neyðug skjøl. Eftir vikuskiftið í fongslinum varð hann sendur til flóttafólkalegu sunnan­fyri Athen. Og har endaði hann saman við áleið 1000 turkiskum kommunistum. Tá ráddi um at hava tunguna mitt í munninum, og ikki lata seg ávirka av myndunum av Stalin og øðrum. – Eg royndi har at seta meg í sam­ band við ymiskar sendistovur og fekk at vita, at tað tók fleiri ár at sleppa til Amerika, Avstralia ella Kanada. Tað vóru tey einastu støðini ein slapp tá, sigur Doru. Einaferð um mánaðin kom eitt skip á kei tætt við flóttafólkaleguna. Tað skipið flutti vín og annað millum Italia og Grikkaland. Eftir 14 dagar á leguni gjørdi Doru av at royna sína eydnu við skipinum. – Eg leyp á sjógv og svam meg fram til skipið, sum var lágt og lætt at klintra upp á. Eg fjaldi meg har eina viku, og síðani fór eg upp til mann­ ing­ina. Teir ræddust meg at byrja við, men síðani hjálptu teir mær við pen­ingi og mati og eg endaði í Italia, greiður Doru frá. Í Italia endaði Doru aftur á ein­ari flóttafólkalegu, og italsku myndug­ leikarnir vildu senda hann aftur til Grikkaland. Doru vildi ikki hoyra talan um tað, og fór í staðin undir at leggja eina ætlan fyri hvussu hann kundi fjala seg í einum toki, sum hevði kós móti Sveis. – Eg flýddi frá leguni og fór um­ borð á eitt tok. Har goymdi eg meg upp­iyvir loftinum á einum vesi í tok­ inum. Komin til Sveis gekk eg beina kós til Týsklands, sigur Doru. Hálvt annað ár varð Doru ver­andi í Týsklandi. Hóast skipanin í Týsk­ landi loftaði honum, so kendi hann tað sum, at hann altíð var uttanfyri sam­felagið onkursvegna. – Eg hevði jú tvær útbúgvingar, men tá eg royndi at skapa eitt lív fyri meg sjálvan við tí, sum eg hevði, so møtti eg mótstøðu. Eg fekk ikki tey størvini, sum eg ynskti mær, tí eg var ikki javnsettur við vanliga týskaran. Tað var ikki tað, sum eg rýmdi úr Rumenia fyri – at verða settur í bás sum flótti, sigur Doru. Leiðin gekk síðani til Spania. Fyrst Madrid í nakrar mánaðir og síðani til Barcelona, har Doru hitti føroysku Guðrið Poulsen. Tey bæði fóru úr Barcelona sam­ stundis, men tey fylgdust ikki. Hetta tí, at Doru varð noyddur at leypa yvir øll landa­mørk, tí hann hevði einki pass. Komin til Keypmannahavnar vendu tey bæði seg til løgregluna og greiddu frá støðuni. Í Keyp­manna­ havn vóru tey alt annað enn blíð við Doru. – Eg sat í fongsul í ein mánað. Eg var isoleraður og eingin vildi siga Guðrið hvar eg var, sigur Doru. Doru varð síðani dømdur fyri at vera óidentifiseraður, og eftir revs­ ing­ina í fongslinum komu tveir løg­ reglu­menn, løgdu hann í hondjørn og sendu hann til Týsklands. Teir vildu prógva, at Guðrið hevði havt ein leiklut í at fáa Doru ólógliga til Keypmannahavnar. Men soleiðis var veruleikin ikki. Í Týsklandi var viðferðin betur og stuðulin størri. Doru søkti um visum til Danmarkar og Føroya, men fekk ongantíð svar. Eftir nakrar mánaðir í Týsklandi gjørdi Doru av at flýggja til Føroya. Guðrið var farin heimaftur í arbeiðsørindum, og tá síðsti túrurin hjá Norrøni skuldi siglast áðrenn vetrarhálvuna, valdi Doru at taka kjansin og tað eydnaðist. – Tað føldist sum at koma heim. Tað hevur tó ikki bara verið lætt, tí tað tók mær eina løtu at skilja føroyska mentalitetin, sigur Doru. Skapti sær eitt lív í Føroyum Fyrstu tvey árini var Doru illgruna­ samur. Hann var vanur við karráar skipanir og hugsunarhættir, og hevði tor­ført við at skilja hví føroyingar vóru sum teir vóru. – Eg trúði ikki uppá, at fólk veru­ liga vóru so góð. Eg hugsaði auto­ matiskt »tey vilja hava okkurt frá mær«. Men so fann eg útav, at føroy­ ingar eru bara so fittir, sigur Doru. Hansara lív hevur verið merkt av roki og einari rastleysari tilveru. Men tá ið fyrsta seksmannafarið kom í hús í 1992 fall friðurin yvir Doru. – Tað kendist sum, at alt fall uppá pláss, greiður hann frá. Tey flestu, sum sita leingi í fongsli, droyma um frælsi. Og fyri Doru var frælsi at síggja og uppliva havið og hava eina tilveru tætt at náttúruni. – Føroyingar góvu mær alt tað, sum hini londini tóku frá mær. Tey góvu mær mína sjálvsvirðing aftur. Áður var eg bert ein flótti, sum skip­ an­ir av ymsum slag skuldi lofta. Í Før­oyum var eg aftur eitt menniskja á jøvn­um føti við onnur, sigur Doru. Í dag er Doru útróðrarmaður. Bát­ ur hansara, Guðrið, er á floti so ofta sum til ber. Áðrenn hann valdi út­ róð­urin sum fulltíðarstarv, var Doru í starvi hjá Jarðfeingi í 14 ár. Men longs­ulin til havið gjørdi, at Doru at enda gjørdi eina fríyrkjaavtalu við Jarðfeingi, og valdi útróðurin sum livibreyð. Í dag er lívið sum flótti fleiri ár burtur. Men túrurin úr Rumenia til Føroya hevur sett síni spor í Doru. Hann hevur einaferð verið afturi í Rumenia síðani hann flutti til Føroya. Hann vildi vísa Guðrið hvussu lív hansara har var. Við donskum passi í hond­ini kendi Doru seg tó ikki tryggan. – Eg fari ongantíð at kenna meg væl í Rumenia aftur. Tað trúgvi eg aldrin, sigur Doru at enda. Flóttafólk til Føroya? »Mamma mín hataði kommu­ nismu. Hon legði í meg frá barns­ beini, at tað var av tí ónda, tí tað hevði hon upplivað sjálv« – Føroyar er eitt fantastiskt land í tann mun, at integratiónina rigg­ar. Men hon riggar tí, at tað ikki er nøkur fastløst skipan. Tað kallast bygdaintegratión, og hon rigg­ar einans tá talan er um eitt av­markað tal, sigur Doru. Doru hevur royndir við ym­isk­ um sløgum av integratións­skip­ anum, og eftir hansara tykki er eingin, sum veruliga riggar. – Tú noyðist sjálvur at integrera teg har tú ert. Tær skipanirnar, sum eru í londunum kring okkum, gera tað verri hjá fólki at fella til. Skipanirnar isolera tey, sigur Doru. Avleiðingin av at taka flótta­ fólk, sum koma við bátum úr Libya, til Føroya kann vera stór. Hetta tí, at vit eru ikki tilreiðar at lofta hesum fólkum. – Fólk, sum hava heilt øðrvísi virðir enn vit, og sum koma frá krígsraktum londum, kunnu vera torfør at hava við at gera, sigur Doru. Hann heldur ikki, at vit eiga at taka fólk beinleiðis frá Sýria til Føroya. Vit skulu heldur fyrireika okkum ordiligt, so vit vita hvat vit skulu gera við hesi fólkini. – Eg eri giftur við einum før­oy­ ingi, og hava leitað eftir semj­unum allan vegin. Tað er tað, sum skal til. Átrúnaður ella øðrvísi virðis­ grundar­lag kann skilja fólk og skilja eitt samfelag sundur. Tað mugu vit vera greið um, sigur Doru. Spyrt tú Doru um hvat rætt er at gera, nú vit síggja londini kring okkum taka ábyrgdina av flóttafólkunum í Miðjarðar­ havinum á seg, er hann ivasamur Myndir: Fotostudio / Finnur Justinussen Í dag er Doru útróðrarmaður. Bátur hansara, Guðrið, er á floti so ofta sum til ber persónssøga