hósdagur 10. september 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
9
tema Flóttafólk
Føroyar mugu hjálpa til
– Heimurin brennur, og Amnesty metir, at Føroyar eiga at virða heimsins mest sárbæru so mikið, at
evnið verður viðgjørt alt fyri eitt, og at støða verður tikin til, hvussu Føroyar kunnu hjálpa, bæði her
og nú og í longdini. Tað sigur Katrin á Neystabø, umboð fyri Amnesty International Føroya Deild
Barbara Holm
T
á tosað verður um flótta
fólk og hvørt Føroyar eiga
at taka ábyrgd á hesum
øki, er Amnesty Inter
national ikki í iva – vit mugu taka
altjóða ábyrgd og taka eina almenna
støðu til, hvussu vit kunnu gera tað
á besta hátt.
– Flóttafólkaøkið er eitt ógvuliga
umfatandi málsøkið. Hesi sárbæru
menniskju hava, sambært altjóða
sáttmálum, rætt til nøktandi hjálp
og vegleiðing, og tí er neyðugt at
hava eina tilbúgving, sigur Katrin
á Neystabø. Hon vísur á, at í løtuni
hava Føroyar onga tilbúgving, og tí er
avmarkað, hvussu vit í veradi støðu
kunnu hjálpa.
Ríkisrættarliga støðan hjá Føroy
um ger eisini, at tað er ivasamt, um vit
hava løgfrøðiliga ábyrgd at taka ímóti
flóttum, tí ríkismyndugleikin umsitur
málsøkið fyri Føroyar. Harafturat er
tað ein sannroynd, at tað higartil ikki
hevur víst seg at vera nógvir sokall
aðir spontanir flóttar, sum ynskja at
koma til Føroyar.
– Men einki av hesum, metir
Amnesty, verða nøktandi umbering
fyri einki at gera, sigur Katrin.
Veruleikin er, at heimurin brenn
ur. Ófriður og valdsmisnýtsla í
nógvum londum ger, at fólk eru
noydd at flýggja. Onnur velja at vera
í nærumhvørvinum, men tey eru í
lívsvanda og í dýrastu neyð. Í hesum
samband hevur tað týdning at skilja
ímillum sokallaðar spontanar flóttar
og kvotaflóttar, og gera greitt, at
hvussu til ber at hjálpa.
– Spontanir flóttur eru ofta tey
sterkaru, sum megna at flýggja úr
nærumhvørvinum til onnur lond.
Hesi menniskju hava rætt til at vera
møtt við virðing og tryggleika í mót
takaralandinum og at fáa nøktandi
bráfeingishjálp. Tey hava rætt til
at søkja um friðskjól, og tey hava
rætt til eitt JA ella eitt NEI. Um tey
liva upp til krøvini sambært Flótta
fólkasáttmálanum frá 1951, so hava
tey rætt til at fáa eitt virðiligt uppi
hald á jøvnum føti við aðrar borgarar,
sigur Katrin.
Um tey fáa eitt NEI, so hava tey
rætt til at verða flutt heima aftur –
um tað er nóg trygt – á ein virðiligan
hátt.
– Hendan bólkin av flóttum eiga
vit at tilbúgva okkum til at taka ímóti,
tí hóast vit ikki uppliva hetta til dag
ligt, so vita vit ikki, hvat framtíðin
hevur at bjóða, og ein slík tilbúgving
tekur ár at byggja upp, vísur Katrin á.
Seinni bólkurin av flóttum eru
kvotaflóttafólk. Hesi eru fólk, sum
sambært Flóttafólkanevndini hjá ST,
eru flokkað sum flóttar við serligum
tørvi á endurhúsing. Hesi eru ofta
bólkar, sum koma frá londum, har tað
ikki er nøkur vón um frið í nærmastu
framtíð.
– Talan kann vera um børn uttan
fylgjara, einligar forsyrgjarar ella fólk,
sum hava átrokandi tørv á heilsu
hjálp. Hesi eru sostatt í eini serliga
truplari støðu, sigur Katrin.
Amnesty hevur fyrr víst á, at tað
væl kann hugsast, at tað eru ávísir
bólkar av kvotaflóttafólkum, sum
Føroyar við núverandi avmarkaðu
tilbúgving kunnu hjálpa. Og seinasta
uppritið, sum Vinnumálaráðið hevur
gjørt í mars 2015 vísir, at Føroyar
kunnu taka ímóti flóttum, um onk
ur lítil broyting verður gjørd í út
lendingalógini.
– Øll lond í heiminum hava ábyrgd
at móttaka kvotaflóttafólk, men alt
ov fá lond liva upp til ábyrgd, og fólk í
hundraðtúsundatali bíða eftir at lond
bjóða seg fram at endurhúsa teimum,
sigur Katrin.
Politiski áhugin lítil
Flóttafólkaøkið er eitt høgt raðfest
evni hjá Amnesty International. Før
oya deild gjørdi ein film um Føroyar
og flóttólk í mai 2013.
– Vit høvdu almenn tiltøk, sum
vit bjóðaðu løgtingslimum- og lands
týrisfólki at møta til. Men bert fá
fólkavald møttu upp. Vit royndi at fáa
flóttafólk á politisk dagskrá, tí støðan
var alarmerandi! Vit sendu viðkom
andi landsstýrisfólki áheitan um at
taka evnið upp, men vit frættu ikki
aftur, sigur Katrin.
Tá vóru áleið 43 mió. fólk skrásett
at verða flýdd frá húsi og heimi.
Harav 13 mió. úr egnum landi, av hes
um vóru 2 mió. sýrar. Og nú - tvey ár
seinni – er talið økt til fleiri enn 60
mió. Næstan 20 mió. eru nú flýdd
úr egnum landi, og talið av sýrum er
tvífaldað upp í 4. mió. Og enn røkist
einki fyri, at hesi tøl minka.
– Heimurin hevur altso skríggjað
leingi og skríggjar framvegis eftir,
at lond taka felags ábyrgd at hjálpa
hesum fólkunum. Men ov fá velja at
hoyra hesi neyðarróp, vísur Katrin á.
Ein hjartaskerandi mynd av
lítla dronginum Aylan Kurdi, sum
lívleysur skolaði upp á land á eini
strond í Turkalandi, setti navn og
andlit á ræðuligu avleiðingarnar av
borgarakrígnum í Sýria. Myndin fekk
afturljóð kring heimin, og fleiri lond
byrjaðu at tosa um ábyrgd, men enn
er langt á mál.
Føroyar mugu taka
eina almenna støðu
Amnesty fer áhaldandi at arbeiða
við at minna polistisku skipanina á
okkara altjóða ábyrgd. Føroya Deild
hevur ta greiðu sannføring, at polit
iski myndugleikin eigur at taka eina
støðu og átaka sær altjóða ábyrgd
yvirfyri heimsins neyðstøddu.
– Og politiski myndugleikin eigur
síðani at gera eina ætlan við bæði
stutttíðar- og langtíðarmálum sum
greitt áseta, hvussu vit kunnu hjálpa
heimsins neyðstøddu. Vónandi fara
vit at síggja evnið raðfest í komandi
samgonguskjali, sigur Katrin á
Neystabø.
Amnesty heitir í hesum døgum
á Evropa um at standa saman um
at endurskoða flóttafólkapolitikkin
og at deilast um ábyrgdina. Evrpa
má standa saman um at tryggja lóg
ligar og tryggar farleiðir til Evropa.
Evropa má standa saman um at
bøta um umstøðurnar í móttøku
miðstøðunum í móttakaralondunum.
Og Evropa má standa saman um at
endurhúsa teimum flóttunum, sum
hava rætt til uppihald.
– Og í hesum samstarvinum kann
Føroyar taka sín lut, t.d. við at senda
bjarginarskip, t.d. við at senda pening
til neyðhjálp og t.d. við at endurhúsa
serliga sárbærum flóttum, sum ST
metir hava átrokandi tørv á endur
húsing, vísur Katrin á.
Amnesty
Katrin á Neystabø,
umboð fyri Amnesty
International Føroya Deild.